Leiðreglur um marknaðarføring á teleøkinum (2)

Brúkaraumboðið hevur heimild sambært niðanfyri standandi áseting, at seta leiðreglur í gildi, sum hava stóran týdning fyri brúkaran. Teleøkið er eitt sera týðandi øki fyri brúkaran, og hvørt húskið í Føroyum hevur samband við ymiskar veitarar á teleøkinum.

§ 23. Brúkaraumboðið skal royna at ávirka vinnurekandi við at gera og almannakunngera leiðreglur um marknaðarføring á økjum, sum hava stóran týdning, serliga fyri brúkaran.
Stk. 2. Brúkaraumboðið kann, uttan mun til stk. 1, ikki gera leiðreglur, sum bert venda sær til fyritøkur, ið eru umfataðar av “Lov om finansiel virksomhed”.

Brúkaraumboðið hevur gjørt avtalu við Føroya Tele og Vodafone um leiðreglur á føroyska teleøkinum. Leiðreglurnar fevna um marknaðarføring, avtalutreytir og kundaviðgerð.

Klokkan 16 mánadagin, hin 3. mai 2010, skrivaðu umboð fyri Føroya Tele og Vodafone undir avtalu við Brúkaraumboðið, sum gevur fjarskiftisbrúkaranum nøkur rættindi, tá ið hann keypir ella leigar tænastur og útgerð frá veitarunum.

Brúkaraumboðið hevur heimild til at seta leiðreglur í gildi á økjum, sum hava stóran týdning fyri brúkaran. Hvørt húskið í Føroyum hevur samband við ein ella fleiri veitarar á teleøkinum, og tí valdi Brúkaraumboðið í fjør at fara undir at gera serligar leiðreglur á hesum øki.

Nú eru føroyskar leiðreglur orðaðar í neyvum samstarvi við partarnar á fjarskiftismarknaðinum. Endamálið er at fremja góðan marknaðarføringarsið, tí higartil hava ongar ásetingar hava verið um, hvussu farast skal fram, fyri at lógin um góðan marknaðarføringarsið verður hildin á hesum øki.

Vegleiðingin vendir sær beinleiðis til føroyska fjarskiftisbrúkaran. Millum annað verður staðfest, at tú hevur rætt til prísir, sum týðiliga upplýsa allar fastar og broytiligar kostnaðir, eitt nú minstu útreiðsluna hjá tær í einum tíðarskeiði, har tú ert bundin av avtaluni.

Rokningar skulu orðast greitt og týðiliga, og innan 1. mai 2011 skulu fjarskiftisveitararnir kunnu bjóða eina tænastu við saldoeftirliti, har brúkarin hevur møguleika at avtala, at tænastan verður stongd, um nýtslan fer upp um eitt ávíst mark.

Í leiðreglunum verður staðfest, at neyðugt er at vera serliga ansin, tá ið marknaðarført verður til ung og børn, tí tey eru løtt at ávirka og hava ikki somu royndir og sama ansni sum vaksin.

Sambært avtaluni koma leiðreglurnar í gildi frá 1. juni 2010.


  • 1. Vavið

    Hesar leiðreglurnar fevna um marknaðarføring, avtalutreytir og kundaviðgerð í sambandi við sølu og leigu av tænastum og útgerð til tín sum fjarskiftisbrúkara, tó undantikið kunningar og yvirtakseraðar tænastur og gjaldsskipanir.

  • 2. Meginreglur

    Leiðreglurnar fevna ikki um øll viðurskifti.  Eru viðurskifti, sum ikki eru lýst í hesum meginreglum, eru reglurnar um góðan marknaðarføringarsið framhaldandi galdandi samsvarandi lógum landsins.  Hesar reglur eru at fata sum ein undangóðkenning frá brúkarumboðnum til okkum feløg, sum eru fevnd av hesum leiðreglum.

  • 3. Kunning um sølu og útgerð

    Tú hevur rætt til greiða og nøktandi kunning, tá ið tú keypir útgerð ella tænastur; tað vil siga kunning um prísir, avtalutreytir, funktiónir v.m.  Kunning um tøkniliga uppsetan og nýtslu av útgerð og tænastum kann vera á føroyskum, norðurlendskum ella enskum máli.

    Tá ið útgerð ellar tænastur verða marknaðarførdar, mugu týðandi upplýsningar ikki vanta. Ei heldur skal marknaðarføringin innihalda ógreiður ella útsagnir, sum villleiða brúkaran.

    Verður internetsambandið marknaðarført, skal slag og ferð verða upplýst – bæði inngangandi og útgangandi ferð, og hvussu tú eftirkannar tína ferð.

  • 4. Prísupplýsing

    Prískunning okkara skal gera tað møguligt hjá tær at samanbera ymiskar vørur innan sama vørubólk frá ymiskum veitarum og harvið virka fyri einari effektivari kapping.  Tú hevur rætt til prísir, sum týðiliga upplýsa allar fastar og broytiligar kostnaðir og prískor, sum eru av týdningi fyri tilboðsmetingina. T.d. upplýsingar um minstu útreiðslu hjá tær í einum tíðarskeiði, har tú ert bundin av avtaluni. Verður lýst í sjónvarpi ella útvarpi, hava vit skyldu til ikki at bera fram villleiðandi ella vantandi upplýsingar, tí hesir miðlar hóska ikki serliga væl til at marknaðarføra veitingar við fløktum innihaldi og prísbygnaði.

  • 5. Aðrar upplýsingar

    Eru serligar treytir galdandi, skulu hesar treytir upplýsast í lýsingini.  Serligar treytir, sum kunnu hava týdning fyri tína meting, eru eitt nú, at eitt hald verður stovnað, tá ið tú keypir fartelefon, ella at eitt internetsamband er treytað av fastnethaldi.  Eisini upplýsingar um bindingartíðarskeið og kostnaðin fyri uppsøgn, áðrenn tíðarskeiðið er runnið, skulu upplýsast. Harumframt koma upplýsingar um týðandi ella serligar avmarkingar í nýtsluni av tænastuni hjá tær, hvussu leingi tilboðið er galdandi, um tilboðið er galdandi fyri serligar kundabólkar ella avmarkað landafrøðiliga.

  • 6. Tá ið avtalan er gjørd við teg

    Tá ið tú hevur gjørt avtalu við okkum, hevur tú rætt til at fáa eina skrivliga váttan, sum boðar frá hesum, og hvussu tú fært atgongd til allar upplýsingar, prísir v.m.

  • 7. Orðing av treytum

    Tað er okkara skylda at tryggja, at avtalutreytirnar eru greiðar og lættar at skilja fyri teg.  Treytirnar eiga at geva tær neyðug rættindi og mugu ikki vera ov víðgongdar ella nøkur byrða fyri teg, um ikki serligur tørvur er á tí.  Eru ávísar treytir týðandi ella serliga tyngjandi, er tað okkara skylda at leggja dent á hesar í treytunum.

  • 8. Fráboðan um broytingar í avtaluni við teg

    Vit hava skyldu til at boða tær frá persónliga, um vit gera týðandi broytingar í avtalutreytum, prísum v.m.  Týðandi broytingar eru at skilja sum t.d. 10% príshækking ella meir yvir eitt 12 mánaðar tíðarskeið.  Vit kunnu boða tær frá antin umvegis bræv ella teldupost.  Gera vit minni broytingar, hava vit rætt til einans at kunna teg ígjøgnum eitt av landsfevnandi bløðunum í Føroyum ella á mánaðarrokningini til tín.  Broytingar skulu boðast frá í minsta lagi ein mánað frammanundan.

  • 9. Tá ið tú flytir til annan veitara

    Tú hevur rætt til at fáa tína flyting til annan veitara avgreidda skjótast tilber, tó við tilskilan til møguliga uppsagnarfreist v.m.  Bæði nýggi og gamli veitarin hava skyldu til at boða tær frá flytingini og at áseta uppsøgn av gamla haldinum og stovning av nýggja haldinum.  Vit hava eisini skyldu til at tryggja tær eina góða og lætta flyting.

  • 10. Tá ið tú sigur upp

    Tú hevur rætt til at uppsiga tína avtalu bæði skrivliga og munnliga.  Vit hava skyldu til at vátta hetta mótvegis tær, antin umvegis bræv ella teldupost.

  • 11. Rokningar

    Tú hevur krav uppá eina rokning, sum er orðað greitt og týðuliga.  Tað skal síggjast, hvat tíðarskeið rokningin er fyri, og hvørjar tænastur tú rindar fyri. Vit hava í útgangsstøðinum ikki rætt til at senda tær eina eftirrokning, sum er eldri enn seks mánaðir, um so er, at vit hava gjørt villu í okkara rokning til tín.

  • 12. Saldoeftirlit

    Hald, sum tú rindar eftir nýtslu, verða roknað sum avtala um leypandi kredit.  Fyri teg merkir hetta ein váða fyri óskipaðari nýtslu ella misnýtslu.  Vit eiga at tryggja, at tú hevur møguleika at eftirkanna tína nýtslu. Vit skulu innan 1. mai 2011 veita tær tænastuna Saldoeftirlit.  Saldoeftirlit merkir, at tú saman við veitara tínum avtalar, nær tín tænasta verður stongd ella avmarkað, um tín nýtsla fer uppum eitt avtalað mark.

  • 13. Stongsul av tínum tænastum

    Um so er, at tú ikki hevur røkt tínar skyldur at rinda rokning, og tú ert vorðin ámintur á nøktandi hátt, hava vit rætt til at steingja fyri tænastum tínum.  Eisini kunnu vit steingja fyri tínum tænastum, um so er, at tú brádliga og týðandi hækkar nýtslu tína, og vit meta, at tú ikki ert før/ur fyri at halda tínar gjaldsskyldur.

  • 14. Børn og ung

    Vit eiga at vera serliga ansin, tá ið vit marknaðaføra útgerð og tænastur mótvegis ungum og børnum.  Børn og ung eru løtt at ávirka og hava ikki somu royndir og sama ansni sum vaksin.

  • 15. Kundaavgreiðsla

    Vit hava skyldu til at svara øllum fyrispurningum frá tær innan rímiliga tíð. Sendir tú skrivligan fyrispurning, eiga vit at svara tær skrivliga innan 14 dagar.  Sendir tú eina klagu til okkara, skulu vit eisini svara tær skjótast tilber og innan 14 dagar, har vit greiða tær frá, nær tú kanst vænta at fáa svarað klaguni, og vit skulu í okkara avgerð um klagu geva tær vegleiðing um, hvussu tú kanst kæra okkara avgerð.

  • 16. Lán av útgerð

    Førir ein umvæling av útgerð við sær, at tú er uttan útgerð í meira enn fýra vikur, eiga vit at geva tær møguleikan at læna útgerð.  Vit kunnu krevja depositum fyri lánið.

  • 17. Samband

    Vit virða tín rætt til at velja frá beinleiðis marknaðarføring ella telefonuppringingar, sum marknaðarføra tænastur okkara.  Tú fært møguleika til at skráseta teg á lista hjá brúkaraumboðnum (sambært marknaðarføringslógini § 6 stk. 5) og stendur tú á hesum lista, virða vit tín rætt og ynski.  Hesin møguleiki verður tøkur í seinasta lagi 1. januar 2011.

Jan Mortensen

FT Samskifti

Bjarni Askham Bjarnason

Vodafone

Andrass Holm Arge

Brúkaraumboðið