Leiðreglur um marknaðarføring av prísi

5.1 Meginregla: Prísmerking

Tað skal vera lætt at síggja prís á vøru og tænastu á sølustaðnum. Eru fleiri enn ein prísmerking á einari vøru, skal tað vera sjónligt hvønn prís, ið brúkarin skal gjalda. Tey, sum í vinnuvirksemi selja vørur og/ella tænastur til brúkarar, skulu upplýsa um prísirnar soleiðis, at brúkarin lætt kann síggja prísirnar.

Prísir, ið vøra er merkt við í handlinum, ella sum tann vinnurekandi hevur marknaðarført vøruna við, skulu samsvara við tað, ið verður tikið fyri vøruna, tá hon verður førd gjøgnum kassan.

Prísmerking skal vera týðulig, so at skilligt er, til hvørja vøru prísmerkingin vísir.