Marknaðarføring av niðurtøkuferð á fartelefonhaldi
Fartelefonhald – ferð
Vegleiðing um krøv til at marknaðarføra niðurtøkuferð á fartelefonhaldi
Brúkaraumboðið hevur eftirlit við at marknaðarføring og avtalutreytir hjá vinnurekandi eru í samsvari við lóg um marknaðarføring.
Menningin bæði á marknaðinum og tøknini hava ført við sær, at internetsamband gjøgnum fartelefonhald hevur fingið alsamt størri týdning fyri brúkararnar. Internetnýtsla á fartelefonum - fartelefondátur - er alsamt vaksandi, og prísurin á dátupakkum er í nógvum førum tann avgerandi liðurin, tá ið brúkarar samanbera ymisk hald. Munur kann vera á vídd og ferð í haldunum frá útbjóðarunum, umframt at tøknin, sum verður brúkt til internetsamband hjá fartelefonum, ger, at ferðin er skiftandi. Dentur eigur at verða lagdur á hesi viðurskifti, tá ið útbjóðarar marknaðarføra.
Tað rættarliga útgangsstøðið, tá ið mett verður um marknaðarføring um internetferð á fartelefonum, er § 3 um villleiðandi marknaðarføring í lógini um marknaðarføring. Uppáhald um ferð í marknaðarføring kann t.d. koma undir § 3, stk. 1, tí at marknaðarføringin m.a. kann villleiða brúkararnar um høvuðsdygdina við veitingini, avriki hennara, mongd, samanseting, nýtslu ella førleika hennara til ávíst endamál. Eisini er tað sambært § 3 villleiðandi at úttala seg ella fjala viðkomandi upplýsingar, sum brúkararnir út frá samanhanginum hava tørv á at fáa at vita fyri at kunna taka eina væl grundaða búskaparliga avgerð, tvs. avgerð um at keypa ella ikki. Villleiðandi marknaðarføring er sambært § 3 forboðin.
Niðanfyri verður greitt frá, hvussu reglurnar á marknaðinum í løtuni galda fyri at marknaðarføra, hvussu skjótt fartelefonhald verða tikin niður við internetsambandi. Fyri at gera vegleiðingina so greiða sum møguligt, er dentur lagdur á, at vegleiðingin er stutt. Krøv um upplýsingar um ferð í marknaðarføring kunnu broytast, so hvørt sum marknaðurin og tøknin broytast. Er tørvur á fleiri og neyvari upplýsingum um grundarlagið undir metingunum, ber til at seta seg í samband við Brúkaraumboðið.
Upplýsingar um hvørja ferð, brúkarin kann vænta sær í sambandi við niðurtøku.
Tá ið tænasta til fartelefonir við internetsambandi (sum t.d. dátapakkar til fartelefonhald) verður marknaðarførd, er neyðugt, at upplýsingar um sonnu ferðina á niðurtøku, sum ein kann vænta sær, verða givnar. Vanliga verður ikki kravt, tá ið telefonhald verða marknaðarførd, at upplýst verður um ferð á upploading, men hesar upplýsingarnar skulu brúkarar kortini fáa, biðja teir um tað. Tann ferðin, sum verður upplýst í marknaðarføringini, skal vera tann ferð, sum brúkarin kann vænta sær við vanligari nýtslu. Henda ferðin kann ikki verða javnsett við hægst hugsaðu ferðina á kervinum, eftirsum tann ferðin ikki fæst í vanligari nýtslu. Eftir tørvi kann Brúkararumboðið krevja skjalprógv um ta ferð, lýst verður við í marknaðarføringum.So leingi sum ferð á internetsambandi ikki er heilt viss, kann marknaðarføringin ikki látast sum um, at ferðin treytaleys altíð er tann sama. Sagt kann verða frá, at ferðin kann vera skiftandi við at nýta umboðandi talstrekki ella orðingina “upp til” XX Mbps. Hóast ein nýtir “upp til” ella aðrar hóskandi orðingar, er neyðugt, at lýsta ferðin er tann ferðin, sum brúkarin kann vænta sær við vanligari nýtslu. Harafturat er neyðugt, at upplýsingar verða givnar um viðurskifti, sum ávirka ferðina.
Upplýsingar um viðurskifti, sum ávirka ferðina
Fleiri viðurskifti ávirka ferðina, sum ein brúkari fær á einum ávísum haldi. Vídd, ferðsla á kervinum, útgerðin hjá brúkaranum o.s.fr. eru týðandi tættir, sum ávirka ferðina. Kravt verður, at upplýst verður, at ferðin á internetsambandi á fartelefonum kann vera skiftandi, umframt at upplýst verður, hví ferðin kann vera skiftandi, soleiðis at brúkarin kann fáa eina fatan av, hvat treytar ta ferðina, ið umrødd verður. Brúkaraumboðið heldur, at upplýsingarnar kunnu vera stuttar, um víst verður til neyvar upplýsingar á heimasíðunum hjá útbjóðarunum. Ein setningur, sum vanliga hevði lokið krøvini um upplýsing kundi ljóðað “Hægsta ferðin kann vera skiftandi alt eftir haldi og øðrum viðurskiftum. Les meira um vídd og ferð á www.veitari.fo.
Nær skulu upplýsingarnar vera givnar?
Kunning um ferð má verða givin saman við øðrum viðkomandi upplýsingum um hald og dátapakkar. Verður prísur og stødd á dátapakkum ella líknandi upplýst, mugu upplýsingar um ferð eisini standa. Uppáhald um ferð, sum ikki eru knýtt at nøkrum ávísum haldi, krevur eisini neyvari upplýsingar. Uppáhald sum t.d. “4G”, “ógvuliga skjótt” og “4G-ferð” krevja, at upplýsingar um viðurskifti, sum ávirka ferðina, verða lagdar afturat, sum greitt er frá omanfyri. Av tí at ferðin kann skifta alt eftir, hvat hald talan er um, skal hetta eisini verða upplýst. Krevur ein ávís ferð eitt ávíst hald, skal tað eisini upplýsast.
Hvussu verða upplýsingarnar latnar?
Upplýsingar um ferð skulu eins og aðrar viðkomandi upplýsingar sum t.d. prísur fáa á leið sama ans sum høvuðsboðskapurin í marknaðarføringini, t.e. at tær skulu vera greiðar og týðiligar, skulu brúkararnir taka tær við, tá ið teir meta um boðskapin í marknaðarføringini.Krøvini leggja ikki upp fyri tøkni og miðli og galda tí í høvuðsheitum fyri allar lýsingar. Útbjóðarin ger tó sjálvur av, hvussu upplýsingarnar vera latnar, bara upplýsingarnar koma fram til brúkaran á samsvarandi hátt.