Norðurlendsk støða til fjalda lýsing

  • 1. Inngangur

    Tá ið brúkarar síggja eina lýsing, skal teimum vera greitt, at talan er um lýsing, sama í hvørjum líki og á hvørjum miðili. Á tann hátt verður gjøgnumskygni skapt, og brúkarum er heilt greitt, at handilslig áhugamál búgva undir teksti og myndum.

    Lógin um marknaðarføring í Norðurlondum hevur tí krav um, at lýsingar skulu kunna eyðmerkjast.

    Serliga á sosialu miðlunum er nøgdin av lýsingum seinnu árini vaksin í stórum. Tá ið talan er um pallar, sum privatfólk vanliga brúka at kunna hvør annan, skulu virki, ið vilja nýta sosialar miðlar til marknaðarførslu, serliga gáa um og gera vart við, at endamálið er at selja vørur og tænastur.

    Harumframt síggja vit eisini í siðbundnum miðlum - t.d teimum elektrónisku - at tað gerst alsamt truplari at gera mun á redaktionellum tilfari og lýsingum*.

    Tað er týdningarmikið, at brúkarar ikki eru fyri fjaldari lýsing. Tí er tað eitt mál, ið verður raðfest høgt hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum.

    Norðurlendsku brúkaraumboðini fara næstu árini at siga hvør øðrum frá royndum á hálvsársfundunum, har norðurlendsku brúkaraumboðini hittast.

    Henda støða, sum sigur frá fatanini hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum um lýsingaeyðmerking, er gjørd við atliti at tí at siga virkjum frá, hvat tey kunnu gera fyri at sleppa undan at bróta forboðið um fjalda lýsingar.

    *Í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Svøríki og Noregi verða lýsingar í útvarpi, sjónvarpi og audiovisuellum miðlatænastum stýrdar av serligum reglum, sum seta í verk Rådsdirektiv 2010/13/EU um útboð av audiovisuellum miðlatænastum, sum serligur myndugleiki hevur eyguni við. Fyriskipanin stýrir bara útvarpi, sjónvarpi og audiovisuellum miðlatænastum. Í Føroyum eru reglur um lýsingar í KVF og reglur um góðan fjølmiðlasið, ið Fjølmiðlanevndin hevur eftirlit við.

  • 2. Nær er talan um lýsing, sum skal verða frámerkt?

    Lýsing er í sjálvum sær eitt og hvørt samskifti, sum hevur til endamáls at økja sølu av vørum og tænastuveitingum.

    Rindar eitt virki t.d. einum bloggara fyri at skriva ein blogg, har vøran hjá virkinum verður umrødd, er bloggurin lýsing. Soleiðis er eisini við journalistikki, tá ið goldið verður fyri lýsingargrein (advertorial), har eitt virki hevur goldið blaðið fyri at gera eina lýsing, sum sær út sum grein.

    Tá ið vinnurekandi hevur goldið fyri at gera vart við sítt virki ella sína vøru, er tað eitt og tað sama, hvør hevur tikið stig til avtaluna, og um talan er um gjald sum vøru ella avsláttur. Tað er eisini eitt og tað sama, um virkið hevur sett krav um, hvussu lýsingin verður gjørd, ella til innihaldið, eisini um avtalan er skrivlig, munnlig ella tigandi.

    Tað er lýsing, um t.d. ein bloggari fær prosentir av at keypa vøruna í einum virki fyri síðan at umrøða vøruna í sínum bloggi.

    Sama er galdandi, um virki t.d. rindar bloggara fyri at leinkja til teirra heimasíðu ella, um bloggarin fær gjald fyri hvør klikk á leinkinum, ella fyri tað keyp, sum brúkarar ger, eftir at hava klikt á leinkið.

  • 3. Allar lýsingar mugu kunnu eyðmerkjast sum lýsingar

    Allar lýsingar skulu gerast og leggjast fram á ein hátt, so tað týðiliga og greitt verður gjørt vart við, at talan er um lýsing. Tí skulu brúkararnir longu frá byrjan, tá ið tey lesa/síggja boðskapin vera gjørd varug við, at talan er um lýsing.

    Verður lýsingin víst á plássi, sum ikki er ætlað lýsingum burturav, verða størri krøv sett til at gera tað týðiligt, at talan er um lýsing.

    Eigari ella starvsfólk í virki má ikki, ímóti sannleikanum, siga ella geva nøkrum varhugan av, at hann ella hon ikki virkar sum liður í starvinum, handlinum, sínum handverki ella yrki, ella geva seg út fyri at vera brúkari*.

    *Smbr. fylgiskjal 1, nr. 22 í Evropa-tingsins og Ráðsins boðskrivi 2005/29/EF um órímiliga handilssiðvenju hjá virkjum.

  • 4. Lýsing á sosialum miðlum og bloggum

    Við sosialar miðlar skilst vanliga onlinetænastur, har privatfólk hava møguleika at stovna vangamynd og samskifta hvør við annað, og eisini at bera upplýsingar og innihald sínámillum, sum t.d tekst, myndir, ljóðfílur o.a. Ein sosialur miðil kann vera eitt kjattrúm, spæl ella sosial netverks-tænasta.

    Tá ið sosialir miðlar fyrst og fremst verða fataðir sum pallar, har privatfólk kunnu kunna hvørt annað um ymist, skulu virki, ið brúka sosialar miðlar til marknaðarføring gáa serliga um, at tað altíð má vera heilt greitt, tá ið brúkarar á sosialum miðli er fyri marknaðarføring..

    Ein bloggur er vanliga ein heimasíða, sum javnan verður dagførd við íkasti frá bloggaranum, til dømis um nýggjasta rák í móta, mati og á øðrum økjum. Ein bloggari kann eisini skriva ella seta tekst á sosialar miðlar.

    Tá ið virki marknaðarførir seg á sosialum miðlum ella ígjøgum bloggar, skal tað vera greitt, hvørs vegna lýsingin er gjørd.

    Tá ið eitt fólk t.d. fær gjald ella aðrar fyrimunir fyri at umrøða ella á annan hátt marknaðarføra vørur ella tænastuveitingar hjá einum virki, skal tað vera heilt greitt, at talan er um lýsing, ella at viðkomandi hevur fingið gjald ella aðrar fyrimunir fyri at umrøða vøruna.

  • 5. Krøv til snið og plássfrámerking til lýsingar

    Kravið í lógini um, at lýsing skal kunna eyðmerkjast sum lýsing kann verða lokið á ymsan hátt.

    Ein heildarmeting ger av, um lýsing er nóg væl frámerkt. Umframt orðaval, skriftstødd, pláss á frámerkinum, hevur myndaval, skriftsnið, baksýnislitur, uppseting, hvørjum miðili lýsingin er í og annað eisini týdning.

    Stendur lýsingin í sjálvum sær ikki greidliga sum lýsing fyri brúkaranum, er tað fatanin hjá norðurlendsku brúkaraumboðunum, at eitt uppslag/innlegg ella ein advertorial er nóg væl frámerkt, um í byrjanini verður merkt við orðinum lýsing.

  • 6. Marknaðarføring ætlað børnum og ungum

    Tá ið marknaðarføring er ætlað børnum og ungum, skal frámerki verða brúkt, sum hesin málbólkurin skilir.

    Virki, sum marknaðarføra seg fyri hesum málbólki, skulu laga sína marknaðarføring soleiðis, at hon hevur fyrilit fyri tí serligu vernd hesin málbólkur eigur.

    Børn og ung hava ikki neyðugu royndirnar partleyst at meta um lýsingar og verða lættiliga ávirkað uttan at hugsa stórvegis um tað. Tey viðurskifti, at børn og ung eru løtt at ávirka, gevur virkjunum serliga góðar møguleikar at økja áhugan hjá børnum fyri virkjum og seta dám á teirra brúkaramynstur.

    Marknaðarføring mótvegis børnum og ungum er tí fyri nógv strangari meting í lógini, og tí krevst minni at bróta reglurnar. Tess yngri málbólkurin, tess strangari krøv.

    Marknaðarføring, sum beinleiðis eggjar børnum til at keypa ella sannføra foreldrini ella onnur vaksin at keypa marknaðarførdu vøruna, er ólóglig. Ein ítøkilig meting verður gjørd út frá barnsins sjónarhorni, um eitt marknaðarføringtiltak eggjar til og skundar undir keyp.

  • 7. Ábyrgd

    Um lýsing ikki vísir seg sum lýsing, vil virkið, hvørs vørur lýst verður fyri, ábyrgjast fyri, um reglurnar um at eyðmerkja lýsingina eru brotnar.

    Fólk, ið umrøða vørur vegna virki, kunnu eisini ábyrgjast, hava tey havt eina handilsliga ætlan við umrøðuni*.

    Umboðsstovur, sum ráðgeva t.d bloggarum og fáa í lag sambond millum bloggarar og virki, kunnu eisini ábyrgjast.

    Lýsingastovur og pr-stovur kunnu ábyrgjast, um tær t.d. hava skrivað tekstin til lýsingina, ella um tær verða leigaðar av virki til at rinda einum fólki fyri at umrøða vøruna hjá virkinum.

    Tann, sum annars arbeiðir virkisins vegna ella í stóran mun ger sítt til marknaðarføringina, kann eisini ábyrgjast fyri marknaðarførsluna.

    *Finska brúkaraverndarlógin verður bara brúkt til vinnurekandi, og vinnurekandi eru bundin av leiðbeiningini í marknaðarførslurætti. Í Finnlandi er vinnurekandi eitt fólk ella en privatur ella almennur juridiskur persónur, sum, fyri at fáa fíggjarligan vinning   miðlar, selur ella á annan hátt bjóðar brúkarum vørur ella tænastuveitingar á yrkisligum grundalagi.   .