Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)

Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.

Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.

Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf

Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/


Er loyvt at hava kapping á Facebook, har tey luttakandi skulu deila ella dáma eitt uppslag sum treyt fyri at vera við?

Svar: Ja, tað er loyvt.

Tá ið Facebookbrúkari deilir ella dámar eitt uppslag verður tað ofta víst á newsfeed hjá vinunum, sum hesin brúkarin hevur. Brúkaraumboðið metir ikki, at hetta er fevnt av spammforboðnum í § 6 í marknaðarføringslógini, tí her er ikki talan um “elektróniskan post” sambært lógini.