Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)

Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.

Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.

Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf

Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/


Er loyvt at treyta eitt keyp við tí, at viðskiftafólk skulu geva sítt samtykki til at taka ímóti elektróniskari marknaðarførslu?

Svar: Brúkaraumboðið heldur, at tað sum heild er ólógligt at treyta eina sølu av eini vøru ella tænastuveiting við, at viðskiftafólkið gevur samtykki til at taka ímóti elektroniskari marknaðarførslu, uttan so at viðskiftafólkið eisini hevur møguleikar at velja eitt annað og samsvarandi tilboð upp á vøruna (kanska fyri gjald), sum ikki er treytað av samtykki til at taka ímóti elektróniskari marknaðarførslu.