Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)

Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.

Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.

Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf

Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/


Hvussu breitt kann eitt samtykki orðast?

Svar: Samtykkið kann verða orðað rættiliga breitt. Men í høvuðsheitum skal vera greitt, hvat vøruslag marknaðarførslan fer at snúgva seg um, sum samtykki verður givið til.

Frá bankum kann eitt samtykki t.d. vera um at fáa upplýsingar um “nýggjar ella bøttar innlánsmøguleikar sum teldupost” ella”nýggir og betri pensjónsmøguleikar á sms”. Tað fer somuleiðis at bera til at fáa samtykki at fáa lýsingateldupost um barnaklæði, stovuinnbúgv, havamøplar, biltryggingar ella líknandi. Hinvegin er tað í høvuðsheitum ikki nóg gott, um samtykkið verður orðað sum” “tíðindi og góð tilboð frá okkum”, tí tað ikki er nóg ítøkiligt.
Sum brúkaraumboðið fatar tað, skal eisini verða greitt í samtykkinum, hvørjum marknaðarførsla fer at koma frá og á hvørjum miðili, marknaðarførsla verður send.