Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)

Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.

Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.

Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf

Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/


Kann luttøka í kapping verða treytað av, at tú gevur samtykki til at taka ímóti marknaðarførslu frá fleiri virkjum?

Svar: Ja. Í høvuðsheitum er loyvt, at luttøka í kapping er treytað av, at tú samstundis gevur samtykki at taka ímóti t.d. lýsingatelduposti. Men tað skal standa heilt greitt, at tað er treyt fyri at vera við. Brúkaraumboðið heldur, at dentur eigur at verða lagdur á samtykki fram um kappingina. Eisini skal vera púra greitt, hvat fólk geva sítt samtykki til.