Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)

Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.

Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.

Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf

Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/


Nær ert tú sum sendari vinnurekandi?

Svar: Vinnurekandi ert tú sambært § 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu, um teldupostur o.a. verður sendur í vinnuligum virksemi. Avgerandi er, um virksemið ber dám av vinnuvirksemi. Avgerandi er ikki, um virkið, felagið o.a. verður rikið við inntøku fyri eyga, og tað er týdningarleyst, um talan er um fulltíðarstarv ella hjáputur. Vinnuliga virksemið má hava ávís framhaldandi eyðkenni og ikki heilt einki í vavi. Sjálvboðin feløg kunnu eftir umstøðunum hava virksemi, sum hevur ávísan vinnuligan dám. Virksemið hjá politiskum feløgum er ikki fevnt av spammreglunum.