Ofta settir spurningar um Spamm (óumbidnar áheitanir)

Hvat er í gildi?
§ 6, stk 1 í lógini um marknaðarførslu hevur eitt forboð ímóti, at vinnurekandi senda onkrum, ið ikki hevur biðið um tað, elektróniskan post við marknaðarførslu, t.d lýsingapost. Forboðið verður ofta nevnt “spammforboðið”.

Niðanfyri fær tú fleiri spurningar um spammreglur svaraðar.

Tú kanst eisini lesa um spammreglurnar í okkara spammvegleiðing:http://bruk.fo/wp-content/uploads/2015/03/Leiðreglur-um-óumbidnar-áheitanir.pdf

Ætlar tú at melda spamm, klikk so her: http://bruk.fo/um-brukaraumbodid/kaera-um-spamm/


Skalt tú kunna melda frá tíðindabrævi á tí miðli, haðan brævið kemur (t.d. lýsing sum sms) – ella er nóg mikið við einum leinki til heimasíðuna?

Svar: Tað er krav, at í lýsingaáheitanum er altíð ein adressa, sum móttakarin kann snúgva sær til um viðkomandi ikki vil hava fleiri áheitanir. Harumframt kann tað vera gott hugskot eisini at hava t.d. eitt avmeldingarleinki – tann vinnurekandi hevur kortini ábyrgdina av, at avmeldingarleinkið riggar.