Verður lýst við “fyrr og nú” prísi, “føstum” prísi, “tilboðsprísi” o.s.fr., skal fasti prísurin hava verið galdandi í minsta lagi 6 vikur, áðrenn tilboðið kemur í gildi. Fyri gerandis- og árstíðarbundnar vørur er kravið 4 vikur.
“Gerandisvøra” er húsarhaldsvøra, sum hevur avmarkaða livitíð t.d. uppvaskievni ella matvørur. Tað merkir, at vøran ikki kann verða nýtt í langa tíð sum t.d. ein gólvspann ella grýta. Ein “árstíðarbundin vøra” er vøra, sum við sínum eyðkennum og sínari nýtslu verður seld og nýtt eitt avmarkað tíðarskeið t.d. jólaprýði og føstulávintsklæði. Klædnapløgg sum t.d. summarsandálur og vetrarskógvar eru ikki sum ártíðarbundnar vørur at meta.
Vilja vinnurekandi vísa á ein hægri fastan prís, skal tilboðsprísurin ella niðursetti prísurin vanliga vera galdandi í mesta lagi 2 vikur. Fyri gerandis- og árstíðarbundnar vørur er talan tó um í mesta lagi eina 1 viku. Verða hesar ásetingarnar ikki fylgdar, verður tilboðsprísurin roknaður sum nýggjur fastur prísur.
Vil tann vinnurekandi, at tilboðið skal vera galdandi longri enn 2 (1) vikur, so ber tað væl til, um gjørt verður vart við gildistíðina, sum tilboðið hevur, bæði tá ið tilboðið byrjar umframt áhaldandi, meðan tilboðið verður marknaðarført.
Gildistíðin fyri eitt tilboð kann tó í mesta lagi vera helvtin av tíðarskeiðinum, tá ið vøran hevur verið til sølu til normalprís, áðrenn tilboðið kom í gildi.