Ofta spurt um at marknaðarføra prís

Avsláttarseðlar

Hvønn týdning hevur tað fyri sparingar, at avsláttarseðlar verða marknaðarførdir?
Tað er lógligt at nýta avsláttarseðlar í marknaðarføringini, men boðskapurin um sparing, sum er í avsláttarseðlunum, má ikki verða villleiðandi.

Um avsláttarseðlar verða marknaðarførdir so mikið nógv, at tað kann sammetast við marknaðarføring n um sparing við einum føstum prísi og einum tilboðsprísi (eisini kallað fyrr og nú prísir), har ið prísurin, uttan avsláttarseðilin, samsvarar við fasta prísin, og prísurin við avsláttarseðlinum samsvarar við tilboðsprísin, so skulu reglurnar um útsagnir viðv. sparingum vera fylgdar. Tað merkir, at prísurin við ongum avsláttarseðli skal hava verið í gildi í minsta lagi 6 (4) vikur, og at prísurin við avsláttarseðlinum í mesta lagi kann vera í gildi í 2 (1) vikur (sí eisini reglurnar omanfyri, hvussu útsagnir um sparing kunnu verða nýttar).

Eitt dømi um at marknaðarføring av avsláttarseðlum er so víðfevnd, sum nevnt er omanfyri, soleiðis at áðurnevndu reglur skulu verða fylgdar, er, at avsláttarseðlar verða settir í tilboðsbløð, sum verða borin hvørjum húsarhaldi.