Ofta spurt um at marknaðarføra prís

Er tað í lagi at lækka prísin á vørum á útsølu upp aftur meira og t.d. kalla lækkingina fyri endaspurt?

Slíkar lækkingar eru í lagi, um tann vinnurekandi ikki gevur kundum fatan av, at talan er um “sparing her og nú” í mun til prísin, áðrenn útsølan byrjaði. Tískil skal verða víst til prísin frammanundan lækkaða prísinum. Tað er t.d. í lagi at lýsa: Endaspurtur: “Spar meira enn 20%” og møguliga leggja eina orðing s.s. “(XX% sammett við prísin, áðrenn útsølan byrjaði)” afturat.