Ofta spurt um at marknaðarføra prís

Er tað loyvt at lýsa við føstum prísi, tilboðsprísi o.ø., um tann vinnurekandi ikki áður hevur selt vøruna?

Ja, tað er í lagi, um talan annaðhvørt er um byrjanarsølu ella eitt kunningartilboð, og um tað í marknaðarføringini verður gjørt vart við tað. Harumframt er neyðugt, at tann vinnurekandi ger sær greitt, at eftir átakið skal vøran í rættiliga langt tíðarskeið verða seld fyri tann prísin, sum meðan átakið vardi, varð lýstur sum fastur prísur. Ein annar møguleiki er, at fyritøkan kann skjalprógva, at vøran, áðrenn átakið byrjaði, í eitt rímiliga langt tíðarskeið var til sølu í øðrum handlum í somu handilsketu fyri tann prísin, sum í átakinum varð lýstur sum fastur prísur.