Ofta spurt um at marknaðarføra prís

Nær skal tann vinnurekandi hava fyrivarni fyri avmarkaðari nøgd, tá ið lýst verður við tilboðum?

Fyrivarni fyri avmarkaðari nøgd skal verða havt, tá ið tann vinnurekandi út frá eini støðumeting kann vænta, at eftirspurningurin á tilboðnum ikki kann nøktast. Við slíkum støðumetingum skal dentur verða lagdur á vøruslag, góðsku, prís og, hvussu stórt marknaðarátakið verður. Eisini skal dentur vera lagdur á viðurskifti sum t.d., um tann vinnurekandi áður hevur upplivað, at veitarin ikki hevur megnað at veita nóg nógva vøru, um líknandi vøra áður hevur verið útseld innan fyri stutta tíð, og um talan er um eina serliga árstíðarbundna vøru.