Tá ið tú handlar við brúkarar, skalt tú altíð siga prísin við mvg og øllum avgjøldum. Viðskiftafólkið skal týðiliga síggja prísin á øllum vørum.
Tá ið viðskiftafólkini koma inn í handilin, skulu tey týðiliga síggja, hvat ið allar vørurnar, ið liggja frammi til sølu í handlinum, kosta. Prísurin kann annaðhvørt standa á prísmerki á vøruni sjálvari, á einum hillakanti ella á hangiskelti. Eingin ivi skal vera um, hvørja vøru prísurin er til.
Summir handlar hava ikki skelti, men hava skannarar, so viðskiftafólkini sjálv kunnu skanna prísin í handlinum. Tað er ikki ólógligt, er tað lætt og skjótt hjá viðskiftafólki at kanna prísin á tann hátt.
Viðskiftafólkini skulu eisini lættliga síggja prísin á teimum vørum, sum eru í sýnisglugganum.
Skeivir prísir í handlinum
Viðskiftafólkið kann vanliga krevja at keypa vøruna fyri tann prís, ið stendur á prísmerkinum, eisini hóast prísurin av misgáum er skeivur. Nøkur undantøk eru kortini. Tað kann t.d. vera vøra, sum annað viðskiftafólk hevur flutt og t.d. hevur lagt á borð við útsøluvørum.
Viðskiftafólkið kann heldur ikki krevja at fáa vøruna fyri skeivan prís, um tað er eyðsýnt, at talan er um feil. Tað kann t.d. vera eitt prísskelti frá bíligari vøru, sum er dottið niður á eina ógviliga dýra vøru.
Prísir í nethandlum
Viðskiftafólkið hevur krav at fáa prísin á vøruni. Tú skalt eisini kunna um veitingarkostnað, onnur avgjøld, útreiðslur og annað slíkt.
Vendir heimasíðan sær til vanligar brúkarar, skal ásetti prísurin altíð vera við mvg og øllum útreiðslum.
Skeivir prísir í nethandlum
Hevur tú nethandil við keyparafunku, eru ásettir prísir vanliga bindandi. Tað merkir, at viðskiftafólkið hevur rætt til at keypa vøruna fyri ásettan prís, eisini hóast hann er skeivur.
Onkur undantøk eru kortini. Viðskiftafólkið kann ikki krevja at fáa vøruna fyri skeivan lágan prís, um tað er eyðsæð, at talan er um feil.
Áheitan um at gera tilboð
Vilt tú tryggja tær, at tað er røtt vøra fyri rættan prís, sum tú hevur í umbúna at selja, kanst tú skipa heimasíðuna soleiðis, at avtala ikki verður gjørd, tá ið viðskiftafólkið leggur vøruna í kurvina. Tað kanst tú gera við at seta tekst inn, so viðskiftafólkið greidliga fær at vita, at avtalan ikki er gjørd, fyrr enn tú hevur váttað hana.
Skeivir prísir í lýsingum
Hevur tú av óvart sett skeivan prís í prentaða lýsing ella tilboðsavís, bindur skeivi prísurin ikki teg. Fortreytin er tó, at tú rættar feilin, áðrenn viðskiftafólkið keypir vøruna. Setur tú av óvart skeivan prís á heimasíðuna, og heimasíðan bara virkar sum katalog ella tilboðslýsing, og vøran skal verða keypt á annan hátt, eru somu reglur galdandi sum omanfyri.