Spammforboðið - Sosialir miðlar

Samskiftið hjá fyritøkum ígjøgnum sosialar miðlar kann vera fevnt av spammforboðnum.

Tað eru mangir samskiftishættir á sosialu miðlunum. Ikki øll sløg av áheitanum eru fevnd av, hvussu elektroniskur postur er skilmarkaður. Tað eru heldur ikki allar áheitanir, ið viðvíkja einum vinnuligum virksemi og hava marknaðarføring í sær.

Metingin hjá brúkaraumboðnum, um áheitanir umvegis ymist samskifti á sosialu miðlunum eru fevndar av spammforboðnum, er lýst niðanfyri.

Er ein áheitan umvegis sosialu miðlarnar fevnd av spammforboðnum, má ein fyritøka bara koma við áheitanum, um móttakarin hevur givið sítt samtykki til tað.

Privatboð

Privatboð eru beinleiðis boð, ið verða send til boðklivan hjá brúkaranum. Boðini verða í fyrstu syftu goymd á skíggjanum hjá móttakaranum og á ambætaranum hjá sosiala miðlinum.

Privatboð eru elektroniskur postur. Vendir ein fyritøka sær beinleiðis til ein brúkara umvegis privatboð, snýr áheitanin seg um eitthvørt vinnuligt virksemi, og hevur hon í sær marknaðarføring, er áheitanin fevnd av spammforboðnum.

Hevur ein brúkari sent fyritøkuni eini boð, kann fyritøkan svara brúkaranum aftur. Svarið má tó ikki hava í sær marknaðarføring meira enn tað, sum neyðugt er fyri at svara. Hevur brúkarin t.d. skrivað "Hava tit stødd 44 á goymslu", kann fyritøkan svara fyrispurninginum, men fyritøkan má t.d. ikki svara "Nei, men vit hava ein jakka, sum passar heilt væl til tygara á nethandlinum“. Hevur brúkarin spurt "Kunnu tit viðmæla eitt gott ljóðanlegg“, er gaman í hjá fyritøkuni at viðmæla alt viðvíkjandi ljóðanleggum og kanska leggja eitt leinki við til ljóðanlegg á heimasíðuni hjá fyritøkuni, men fyritøkan má t.d. ikki enda við at skriva, at "í løtuni hava vit eisini tilboð upp á fartelefonir".

Fráboðanir (notifikatiónir)

Flestir sosialir miðlar hava ein hátt at gera brúkarar varugar við uppsløg ella hendingar, sum kunnu hava týdning fyri brúkaran. Tað verður vanliga gjørt við fráboðanum. Tá ið ein brúkari fær nýggjar fráboðanir, verða fráboðanirnar vanliga merktar, eins og eini boð verða tað í boðklivanum hjá brúkaranum. Á flestu sosialum miðlum er ein ávísur boðklivi til fráboðanir.

Á summum sosialum miðlum ber til at senda ítøkiligar fráboðanir til brúkarar. Tað kann t.d. vera ein áheitan um at dáma eina síðu, sum verður send øllum, sum dámar eitt uppslag av síðuni.

Áheitanir, ið verða vístar sum fráboðan, eru elektroniskur postur. Fráboðanir eru tí fevndar av spammforboðnum, um áheitanin viðvíkur vinnuligum virksemi og ber í sær marknaðarføring.

Sendir fyritøka áheitan til ein brúkara um at dáma síðuna hjá einari fyritøku, er hon fevnd av spammforboðnum.

Ivasamt er, um automatiskt framleiddar fráboðanir, t.e. fráboðanir, sum verða framleiddar, tá ið ein fyritøka t.d. sendir eina stórhending ella eitt beinleiðis-video, eru fevndar av spammforboðnum. Brúkaraumboðið hellir mest til at halda, at ein automatiskt framleidd fráboðan ikki er fevnd av spammforboðnum.

Uppsløg

Ein virðismikil partur av sosialum miðlum er møguleikin at gera uppslag. Eitt uppslag kann vera ein mynd, tekstur ella sjónband. Eitt uppslag verður sligið upp hjá tí, sum hevur gjørt uppslagsins egnu síðu, og undir "news feed" hjá øðrum brúkarum.

Uppsløg, sum síggjast á "news feed" brúkarans, eru ikki elektroniskur postur.

Uppsløg, sum síggjast á "news feed" hjá brúkara, eru tí ikki fevnd av spammforboðnum. Tað merkir tó, at ein persónur skal kunna frábiðja sær tílíkar áheitanir frá einari fyritøku.

Gert tú eitt uppslag á brúkaravegginum hjá einum øðrum brúkara, er tað elektronisk postur til tann, sum eigur vangan. Tað krevur tí eitt samtykki frammanundan, um uppslagið hevur í sær marknaðarføring.

Viðmerkingar

Viðmerkingar á sosialum miðlum eru almenn boð, sum eru knýtt at einum ítøkiligum uppslag frá einum øðrum brúkara ella fyritøku.

Ein viðmerking er vanliga ætlað einum ávísum persóni, hóast boðini eru alment atkomulig. Persónurin fær oftast eina fráboðan um, at ein viðmerking er komin.

Ein viðmerking beind til ein ávísan persón er fevnd av spammforboðnum, um viðmerkingin er gjørd við vinnuligum virksemi og beinleiðis marknaðarføring í huga.

Hevur ein brúkari skrivað eina viðmerking til fyritøkuna, ber væl til hjá fyritøkuni at svara aftur. Svarið má tó ikki hava marknaðarføring í sær uttan tað, sum neyðugt er fyri at svara. Hevur brúkarin t.d. skrivað "Hava tit stødd 44 á goymslu", ber væl til hjá fyritøkuni at svara spurninginum, men fyritøkan má t.d. ikki svara "Nei, men á nethandli hava vit ein jakka, sum passar tygum heilt væl.“ Hevur brúkarin spurt "Kunnu tit viðmæla eitt gótt ljóðanlegg?, ber væl til hjá fyritøkuni at koma við viðmælum um ljóðanlegg og kanska leggja eitt leinki til ljóðanlegg á heimasíðuni hjá fyritøkuni við, men fyritøkan má ikki t.d. enda við at skriva, at "í løtuni hava vit eisini tilboð upp á fartelefonir".

Frámerki (tags)

Eitt frámerki er eitt leinki millum ein brúkaravanga og tað uppslagið, sum frámerkið verður gjørt til. Tá ið ein brúkari verður frámerktur, fær hann vanliga eina fráboðan, sum leiðir hann inn á tað ítøkiliga uppslagið. Eitt frámerki kann metast javnt við at senda eitt leinki til ein brúkara.

Um ein fyritøka t.d. frámerkir ein brúkara í einum uppslag, sum er vinnuligt virksemi og hevur í sær marknaðarføring, er frámerkingin fevnd av spammforboðnum.

Brúkaraumboðið metir, at skipar ein fyritøka fyri kapping, har brúkarin sum treyt fyri at vera við skal "frámerkja" ein annan brúkara, er tað fevnt av spammforboðnum.

Likes

Eitt „like“ er ein útsøgn frá brúkara um, at honum dámar eina síðu ella eitt uppslag. Síður og uppsløg við mongum „likes“ eru sjónligari í "News feed" hjá brúkarunum .

Tá ið fráboðanir í "news feed" hjá brúkaranum ikki eru fevndar av spammforboðnum, verða áheitanir frá fyritøkum um at geva „likes“ heldur ikki fevndar av spammforboðnum.

Men heitir fyritøkan á brúkaran at dáma við at senda honum eina fráboðan, so er áheitanin elektroniskur postur fevndur av spammforboðnum, samanber omanfyri.

(Dagført 30.11.2022)