VEGLEIÐING FRÁ BRÚKARAUMBOÐNUM UM AT BRÚKA UPPÁHALD UM BURÐARDYGD Í  MARKNAÐARFØRSLU

INNIHALD

INNLEIÐSLA

1.1 Stutt um Brúkaraumboðið. 

1.2 Um vegleiðingina.

1.3 Skilmarkingar og nýtsla av hugtøkum

RÆTTARLIGT GRUNDARLAG UNDIR LÓGINI UM MARKNAÐARFØRING

2.1 Lógin um marknaðarføring – alment.

2.2 Forboðið móti órímiligum marknaðarføringssiði – mfl. § 1, stk. 2. 

2.3 Forboð móti villleiðandi marknaðarføring – mfl. § 3 

2.3.1 Villleiðandi gerðir eftir mfl. § 3

2.3.2 Villleiðandi burturúrløgur.

2.3.3 Árinstreytin.

2.4 Treytin um skjalprógvan – mfl. § 3, stk. 3 

2.5 Krav um góðan marknaðarføringssið – mfl. § 1, stk. 1

2.6 Aðrar skipanir og vegleiðingar um evnið

3 ALMENNUR PARTUR.

3.1. Innleiðsla.

3.2 Heildarfatanin er avgerandi 

3.3 Uppáhald skulu kunna verða skjalprógvað

3.4 Rættur, týðiligur og javnvigandi boðskapur

3.4.1 Uppáhald mugu vera sonn

3.4.2 Nýt ikki almenn og ógreið uppáhald um burðardygd uttan samstundis at greiða frá

3.4.3 Krøv til frágreiðing  um etisku ella umhvørvisligu fyrimunir vørunnar

3.4.4 Krav um týdning (relevans)

3.4.5 Síggj vøruna í samanhangi við allan marknaðin

3.5 Ráð nýtt at ávirka kenslur, ræðslu ella samvitsku

4 SERLIGT UM AT GERA VART VIÐ SEG  OG MERKJAVØRUBYGNAÐUR

4.1 Sambandið við hini punktini í vegleiðingini

4.2 Alment um profilering og merkjavørubygnað

4.3 Serligt um stevnumið, visjónir og tílíkt

4.4 Serligt um góð endamál og samstarv við hugsjónarligar felagsskapir

5 NÝTSLA AV MERKJASKIPANUM OG TEKNUM

5.1 Alment

5.2 Ymisk sløg  av merkjaskipanum

Eftirlit

 

 

 

INNLEIÐSLA

1.1 Stutt um Brúkaraumboðið

Brúkaraumboðið er almennur eftirlitsmyndugleiki, sum virkar fyri at gera marknaðirnar einfaldari og tryggari hjá brúkaran.

Brúkaraumboðið røkir áhugamál brúkaranna við at byrgja fyri og steðga ólógligari marknaðarføring, órímiligum viðurskiftum í sáttmálum og øðrum virksemi, ið ikki samsvara við lógina um marknaðarføring (o.a.). Sum eitt ískoyti til lógina um marknaðarføring hevur Brúkaraumboðið eftirlit við, at vinnurekandi halda brúkaraverjureglurnar í lógini um gjaldingar (lov om betalinger)

1.2 Um vegleiðingina

Henda vegleiðing er evnað til fyri vinnurekandi, sum nýta umhvørvisligar ella etiskar eginleikar í vørum í marknaðarføring mótvegis brúkara, sama hvør virkisgreinin er. Hon er galdandi á sama hátt fyri uppáhald um umhvørvislig ella etisk viðurskifti, sum galda fyri alla fyritøkuna, og ikki bara fyri einstakar vørur.

Skal brúkarin kunna velja á tilvitaðum og upplýstum grundarlagi, hevur tað stóran týdning, at tey vinnurekandi geva rættar og vegleiðandi upplýsingar um vøruna og hennara etisku og/ella umhvørvisligu fyrimunir.

Endamálið við vegleiðingini er at forða fyri, at brúkarin verður villleiddur, og ávirka tey vinnurekandi at laga seg eftir lógini um marknaðarføring við etiskari og umhvørvisligari marknaðarføring. Hon skal eisini tryggja reglufesti og líkleika í málsviðgerðum hjá Brúkaraumboðinum.

Vegleiðingin letur vita, hvussu Brúkaraumboðið vil handhevja lógina um marknaðarføring, tá ið tað snýr seg um burðardygga marknaðarføring mótvegis brúkaranum. Møguliga serlig eykakrøv til marknaðarføringina ella til eginleikar við vørunum, merking og tílíkt, sum er ásett í serlóggávu, verður ikki talað um í vegleiðingini.

Vegleiðingin er ikki ein fyriskipan og gevur onga gjølliga útlegging.

Dømini, ið nevnd verða, eru bara ætlað sum lýsingar av sjónarmiðum og skulu ikki verða fatað sum greið og endalig svar uppá, hvat ið er loyvt og ikki.

Vinnurekandi, sum eru í iva, hvørt teirra marknaðarføring er í samsvari við lógina  um marknaðarføring, kunnu seta seg í samband við Brúkaraumboðið og biðja um vegleiðing.

Skilmarkingar og nýtsla av hugtøkum

Orðið vøra (produkt) merkir í hesari vegleiðing allar framleiðslur og tænastur, undir hesum fastognir, rættindi og skyldur.

Við uppáhaldum um burðardygd, umhvørvi og etikk verður meint við nýtslu av útsagnum, upplýsingum, teknum, myndum, merkjaskipanum ella tílíkum í marknaðarføringini, sum gevur fatan av, at ein vøra hevur etiskar ella umhvørvisligar eginleikar, ella at ein  fyritøka hevur serlig etisk ella umhvørvislig fyrilit. Hugtøkini umhvørvi, etikkur og burðardygd verða nýtt hvørt um annað í hesari leiðbeining, men sipa til somu sløg av uppáhaldum í marknaðarføringini.

Har sum “skal” og “má” koma fyri í vegleiðingini, kunnu eftir Brúkaraumboðsins áskoðan fáast burturúr eintýdd krøv til marknaðarføringina. Vinnurekandi mugu rokna við, at somu krøv verða sett til teirra marknaðarføring uttan so, at tað kann verða ávíst í tí serstaka førinum, at serlig viðurskifti tala fyri aðari loysn fyri tað einstaka virkið ella vinnugreinina. Har “eigur”verður brúkt, vísir tað til ella á eitt tilmæli. Brúkaraumboðið hevur ikki tikið støðu til, um tað í øllum førum verður mett sum brot á lógina ikki at fylgja einum tílíkum tilmæli, men hesi førini kunnu skjótt verða mett sum villleiðandi.

2. RÆTTARLIGT GRUNDARLAG UNDIR LÓGINI UM MARKNAÐARFØRING

2.1 Lógin um marknaðarføring – alment

Henda vegleiðing fer í høvuðsheitum at snúgva seg um villleiðandi marknaðarføring, soleiðis sum tað er skipað í § 1 og 3 í lóg um marknaðarføring. Har afturat verða krøvini til góða siðvenju í marknaðarføring og skjalprógvan fyri uppáhald, sum verða nýtt í  marknaðarføring í ávikavist mfl. § 1 og § 3, stk. 3.

Brúkaraumboðið metir marknaðarføring eftir, hvussu ein vanliga upplýstur, rímiliga árvakin og væl kunnaður miðalbrúkari skilir hana.

2.2 Forboðið móti órímiligum marknaðarføringssiði – mfl. § 1, stk. 2

Lógin um marknaðarføring § 6 fyrsta petti setur forboð fyri “órímiligum handilsskapi”. Hetta er gjørt ítøkiligt í øðrum petti í ásetingini, har tað sæst, at ein handilsskapur er órímiligur, um hann

  • stríðir móti “góðum handilssiði” mótvegis brúkarunum, og
  • hóskar til í stóran mun at broyta brúkaranna fíggjarligu atferð á tann hátt, at brúkararnir taka avgerðir, teir annars ikki høvdu tikið.

Báðar hesar treytirnar skulu verða loknar til tess at siga marknaðarføringina at vera órímiliga.

 

2.3 Forboð móti villleiðandi handilsskapi – mfl. 3

2.3.1 Villleiðandi gerðir

Hvørt ein gerð er villleiðandi, veldst um marknaðarføringin inniheldur skeivar upplýsingar, ella um hon á annan hátt kann verða orsøk til at villleiða brúkararnar, sbr. § 3, stk. 1.

Tá ið ein skal meta, um marknaðarføringin er villleiðandi eftir mfl. § 3, skalt tú taka støðu í heildarfatanini, sum móttakarin situr eftir við. Uppáhald, sum eru veruliga røtt, kunnu hugsast at verða villleiðandi eftir samanhanginum, tey eru borin fram í. Henda treytin setur sostatt krøv til bæði innihaldið í og tillagingina av marknaðarføringini.

2.3.2 Villleiðandi burturúrløgur  
§ 3 í lóg um marknaðarføring viðger eisini villleiðandi burturúrløgur. Villleiðandi burturúrløgur eru til staðar, um marknaðarføringin hjá vinnurekandi leggur burturúr ella krógvar týðandi upplýsingar, sum brúkararnir mugu hava fyri at taka eina upplýsta fíggjarliga avgerð, ella leggja upplýsingarnar fram á ein ógreiðan, óskiljandi, tvítýddan ella óhóskandi hátt.

Í metingini, um upplýsingar eru lagdar burturúr, skulu millum annað pláss- ella tíðaravmarkingar við miðlinum, sum er nýttur, og møgulig tiltøk frá tí vinnurekandi fyri at gera upplýsingarnar atkomandi fyri brúkararnar á annan hátt. Sama hvussu, so skal tann vinnurekandi síggja til, at brúkararnir fáa rætta fatan av tilboðnum ella veitingini, so at ófullfíggjaðar upplýsingar verða ikki givnar.

Vantandi upplýsing um, hvat liggur í uppáhaldum um burðardygd, sum  verður nýtt í marknaðarføringini, fer eftir áskoðan Brúkaraumboðsins at kunna gerast ein villleiðandi burturúrløga, sum er brot á mfl. § 3.

2.3.3 Árinstreytin
Ein felagstreyt í  § 3 er, at marknaðarføringin má vera skikkað at ávirka brúkararnar at taka fíggjarliga avgerð, sum annars ikki hevði verið tikin.

2.4 Treytin um skjalprógvan – mfl. § 3 stk. 3

Eftir lógini um marknaðarføring § 3 stk. 3 fylgir, at uppáhald, sum verða nýtt í marknaðarføringini, mugu kunna skjalprógvast. Skjalprógvanin, sum sannar, at uppáhaldini eru røtt, skal lýsarin hava við hondina, tá ið marknaðarføringin fer fram. Síggj punkt 3.2 í vegleiðingin fyri at fáa fleiri upplýsingar um innihaldið í treytini um skjalprógvan við nýtsluni av burðardygd í marknaðarføring.

 

2.5 Krav um góðan marknaðarføringssið – mfl. § 1, stk. 1

Marknaðarføring má heldur ikki vera brot á góðan marknaðarføringarsið, sbr.§ 1, stk. 1. Í metingini verður dentur lagdur á, um marknaðarføringin ger seg inn á almenna áskoðan á etikk og moral, ella um nýtt verða særandi orð og hættir. Tað fylgir av tí, sum er sagt ella gjørt frammanundan, at sannføring um umhvørvið væl kann koma undir § 1, stk. 2 og hugtakið “góðan marknaðarføringarsið”.

 

2.6 Aðrar skipanir og vegleiðingar um evnið

Gjørdar eru fleiri altjóða vegleiðingar og sjálvreguleringar um nýtslu av uppáhaldum um umhvørvið í marknaðarføringini. Altjóða handilskamarið (ICC) hevur m.a. givið út “ICC Advertising and Marketing Communications Code” (seinast endurskoðað í 2018).Uppi í hesum er eisini “International Code of Environmental Advertising”. Handritið (ella lógbókin) hevur eisini við tey fyrisettu altjóða krøvini hjá ISO fyri sjálvboðin umhvørvisuppáhald (ISO 14021:1999).

3 ALMENNUR PARTUR

3.1. Innleiðsla

Undir hesum punktinum fara vit at greiða frá teimum leiðreglum, sum kunnu verða úrleiddar av teim omanfyri nevndu lógarásetingunum viðvíkjandi burðardygd í marknaðarføring.

Hetta punktið er alment galdandi fyri øll sløg av uppáhaldum um burðardygd í marknaðarføring. Aftur at krøvunum, sum tað skilst av hesum punktinum, verða eisini nevnd serlig krøv til nýtslu av sjónliggerð (profilering) og hugsjónum (visónum) undir punkti 4 og til nýtslu av merkjaskipanum undir punkt 5.

3.2 Heildarfatanin er avgerandi

Tá ið mett skal verða um, hvørt marknaðarføring er villleiðandi, skalt tú hava í huga og spyrja teg sjálvan um, hvør heildarfatan hon gevur brúkaranum. Marknaðarføringin skal bæði viðvíkjandi innihaldi og tillaging geva rætta og javnvigandi heildarfatan av vøruni ella fyritøkuni, sum verða marknaðarførdar.

Uppáhald – leys av samanhanginum og eru røtt – kunnu hugsast at vera villeiðandi í samanhanginum, sum tey koma fyri í. Bæði útsagnir og sjónligir ávirkingarmiðlar sum t.d. myndir, ljóð, tekin ella merki, litaval og annað tílíkt fara eftir einari heildarmeting at kunna geva eina fatan av, at vøran ella fyritøkan hevur burðardyggar fyrimunir.

Heildarfatanin kann eisini lata seg ávirka av mátanum, sum burðardygga marknaðarføringin verður samskift, og undir hesum hvørjir miðlar verða brúktir og í hvørjum samanhangi uppáhaldini verða borin fram.

3.3 Uppáhald skulu kunna verða skjalprógvað

Øll uppáhald um verulig viðurskifti í sambandi við eina vøru skulu kunna verða  skjalprógvað. Pliktin til hesa skjalprógvan skal síggjast í samanhangi við lógarforboðið móti órímiligari og villleiðandi marknaðarføring. Uppáhald um umhvørvislig ella etisk viðurskifti brúkt í marknaðarføring, og sum ikki á nóg góðan hátt kunnu verða skjalprógvað, fara at verða hildið villleiðandi og órímilig og tí forboðin.

Skjalfesting, ið prógvar, at uppáhaldini eru røtt, skulu vera lýsaranum í hendi, tá ið marknaðarføringin fer fram. Kanningin ella onnur skjalprógv, sum vátta, at uppáhaldið er rætt, mugu sum høvuðsreglu vera gjørd frammanundan og kunna verða løgd fram, verður tað kravt.

Krøv verða sett til mátan, hvussu prógvini eru fingin til handa. Fyri at skjalprógvanin skal hava nóg nógva próvmegi, verður vanliga kravt, at uppáhaldini kunnu verða stuðlað av útsøgnum ella kanningum, sum eru framdar av óheftum feløgum ella myndugleikum við viðurkendum yrkisligum førleika. Hetta hevur so við sær, at kanningar, ið eru gjørdar av framleiðaranum ella teirri fyritøkuni, sum marknaðarførir vøruna, mugu verða mettar av einum óheftum felagi ella myndugleika, ella má tað á annan hátt kunna verða váttað, at kanningin hevur verið gjørd á fullgóðan hátt, og at metingin av úrslitinum kann verða vard á reinum yrkisligum grundarlagi.

Har afturat verður krav sett til innihaldið í skjalatilfarinum. Skjalatilfarið má vera nóg umfatandi fyri tað ítøkiliga uppáhaldið, sum verður borið fram í marknaðarføringini. Krøvini til innihald og nøgd í skjalatilfarinum má m.a. svara til tað ítøkiliga uppáhaldið, ið verður borið fram, og hvat vøruslag marknaðarføringin fevnir um.

Skyldan at skjalprógva er t.d. víðtøknari fyri leys, almenn uppáhald um burðardygd (t.d. “umhvørvisgóður”, “grønur”, “veðurlagsjáttandi”) enn fyri uppáhald, sum innihalda sakligar og neyvar framleiðsluupplýsingar. Fyri at fata um rúgvuna av tílíkum leysum, almennum uppáhaldum sum burðardygd, má tann vinnurekandi sum meginreglu kunna skjalprógva, at í allari framleiðslugongdini  (“úr vøggu í grøv”) leggur vøran munandi minni byrðu á umhvørvið enn aðrar vørur í sama framleiðsluflokki.

Tað er eisini týdningarmikið, at skjalprógvanin er dagførd og røtt fyri alt tíðarskeiðið, sum tað tíðarbæra uppáhaldið skal verða brúkt í marknaðarføringini av einari vøru. Verða nýggjar kanningar gjørdar, ella kemur annað skjalatilfar fram, sum skapar iva um tær fyrru niðurstøðurnar, má verða hugt at uppáhaldunum, sum verða sett fram í ljósinum av teirri nýggju skjalprógvanini, sum liggur frammi. Førir hetta til, at tú ikki longur hevur  dagførda og rætta skjalprógvan fyri uppáhaldunum, sum verða borin fram í marknaðarføringini, so má boðskapurin í marknaðarføringini verða rættaður hareftir.

3.4 Rættur, týðiligur og javnvigandi boðskapur

3.4.1 Uppáhald mugu vera sonn

Uppáhald um burðardygd í marknaðarføring gerast villleiðandi, innihalda tey skeivar og ósannar upplýsingar. Tað er t.d. villleiðandi at brúka eitt vørunavn, sum gevur ta fatan, at vøran hevur serligar umhvørvisligar eginleikar, um hetta ikki er satt.

3.4.2 Nýt ikki almenn og ógreið uppáhald um burðardygd uttan samstundis at greiða frá

Fyri at fáa vissu fyri, at brúkararnir eru upplýstir um, hvat teir keypa, hevur tað týdning, at tað í marknaðarføringini verður givin ein neyv og javnvigandi fatan av teim umhvørvisligu og etisku eginleikunum, ið vørurnar hava.

Almenn uppáhald sum t.d. at vøran er “umhvørvisvinarlig”, “burðardygg”, “etisk” og tílíkt, kunnu hóska til at veita brúkarunum jalig hugasambond til vøruna og geva  fatan av, at vøran einki árin hevur – ella bara jalig – á umhvørvið.12 Tílík uppáhald hóska eisini í lítlan mun at geva brúkarum  vegleiðing um, hvør tann burðardyggi fyrimunurin við vøruni í roynd og veru er.

Tílík almenn uppáhald kunnu á henda hátt ovselja teir etisku og umhvørvisligu eginleikarnar við vøruni, og brúkarin kann sita eftir við skeivari fatan av,  at vøran er betri enn kappingarneytans á fleiri økjum, enn hvat hon í veruleikanum er. Sum nevnt undir punkti 3.3 verða eisini strong krøv sett til skjalprógvan fyri at fevna um útbreiðsluna av slíkum uppáhaldi.

Við hesum í huga fer tað sum meginreglu at verða villleiðandi og brot á lógina um marknaðarføring at brúka leys og almenn uppáhald um burðardygd (t.d. “umhvørvisvinarligt”, “grønur”, “veðurlagsfremjandi”), og ikki samstundis geva frágreiðing um, hvørjar ítøkiligar eginleikar við vørunum uppáhaldini knýta seg at.

Dømi um leys umhvørvis- og etisk uppáhald, som í roynd og veru ofta eru villleiðandi: “Umhvørvisvinarlig sjómanstroyggja”, “Burðardygg flogferð”

“Rættvíst kaffi”, “ Tak eina etiskt rætta avgerð – keyp vøru x”

 

3.4.3 Krøv til frágreiðing  um etisku ella umhvørvisligu fyrimunir við vøruni

Um eitt alment umhvørvis- ella etiskt uppáhald er økt við frágreiðing, sum ger ítøkiligt, hvørjar eginleikar við vøruni uppáhaldið knýtir seg at, tá er ikki neyðugt at skjalprógva uppáhaldið við einari meting um burðardygd, ið er galdandi fyri alla vøruna.  Kravið um skjalprógvan snýr seg tá um sereyðkennini við vøruni, sum frágreiðingin vísir til.

Tað verður kravt, at frágreiðingin verður løgd fram á slíkan hátt, at brúkarin lesur hana í samanhangi við tað almenna uppáhaldið. Sama er eisini galdandi, har sum eitt sindur meira javnvigandi uppáhald verða nýtt sum t.d. “burðardyggari” ella “minni umhvørvistyngjandi”.

Frágreiðingin má har afturat geva brúkarunum eina neyva mynd av eginleikum vørunnar. Frágreiðingin má ikki vera tvískiljandi ella ógreið, tí tá økjast sannlíkindini fyri, at marknaðarføringin sum  heild kann villleiða brúkararnar. Tað má t.d. síggjast væl, hvørt teir etisku ella umhvørvisligu fyrimunirnir snúgva seg um alla ella partar av vøruni, t.d. um tað snýr seg um innihald ella innpakking vørunnar.

Tað skal eisini skiljast týðiliga og greitt, um hesi løtubæru uppáhaldini um marknaðarføring galda fyri virksemi hjá tí vinnurekandi sum slíkt, ella eina ella fleiri av vørunum, sum hesin vinnurekandi hevur at bjóða fram.

Tað kann vera gagnligt at koma við upplýsingum “eitt lag fyri og annað eftir”, so at brúkarin ikki fær allar upplýsingar í senn, men at víst verður til, hvar tað ber til at finna fleiri upplýsingar. Tað er kortini ein fortreyt, at frágreiðingin, sum verður givin um fyrsta” lagið” í marknaðarføringini, er nóg neyv, so at brúkarin ikki longu her villist. Verður nýtsla fingið burtur úr tílíkari framløgu við frágreiðing í løgum, fer tað t.d. ofta at vera villleiðandi at brúka leys, almenn umhvørvis- ella etisk uppáhald sum “veðurlagsjáttandi”, “rættvísur” ella “burðardyggur” við frágreiðingini “bara eitt klikk burtur” (í leinkinum).

Er klædnaplagg virkað úr 80% av endurnýttum tilfari, og hetta er tann umhvørvisligi fyrimunurin við plagginum, sum ætlanin er at leggja dent á, tá verður tað neyvari at koma við  hesari upplýsingini beinanvegin. Síðani ber til at leinkja til eina síðu, har tú kanst lesa meira um, hvat tað endurnýtta tilfarið er, og hví og á hvønn hátt tað er ein umhvørvisligur fyrimunur við  vøruni.

 

3.4.4 Krav um týdning (relevans)        

Tað hevur týdning ikki at gera ov nógv av ella at ovselja teir etisku ella umhvørvisligu eginleikarnar, sum dentur verður lagdur á í marknaðarføringini. Við hesum verður meint, at í marknaðarføringini má ikki verða peikað á týdningarleysar síður við vørunnar ávirkan á umhvørvið, ella etisk viðurskifti, sum verða sett í samband við ein týdningarleysan part av vøruni ella framleiðsluketuni, sum vøran hoyrir til í.13 Uppáhald  um burðardygd, sum verða sett í samband við ein týdningarleysan part av vøruni, kunnu skjótt villleiða brúkararnar og fáa teir at halda, at hesir tvíhildnu umhvørvis- og etisku fyrimunirnir eru størri, enn teir í roynd og veru eru.

Viðvíkjandi vørum, sum eru serliga umhvørvistyngjandi ella hava serligar etiskar avbjóðingar, har fer eitt uppáhald um burðardygd at hava lættari við at knýta seg til eina týdningarleysa síðu av allari samlari átyngdini, sum framleiðslan av vøruni hevur við sær. Víðvíkjandi slíkum vørum má tað tí verða víst heilt serligt varsemi í sambandi við at nýta snildir og ráð, sum geva brúkaranum fatan av, at vøran hevur etiskar ella umhvørvisligar fyrimunir

Tað fer í øllum førum at vera villleiðandi at bera fram rættindi, ið ein brúkari hevur sambært lógini, sum ein serligan fyrimun við vøruni ella eini fyritøku. T.d. er tað villleiðandi at taka fram eitt elektronikkvirki sum tilvitandi um umhvørvið, tí at tað tekur ímóti elektriskum burturkasti, tá ið hetta krav er ásett í fyriskipan.

3.4.5 Síggj vøruna í samanhangi við allan marknaðin

Tá ið dentur verður lagdur á etikk- ella umhvørviseginleikar við einari vøru, kann tað lættliga geva brúkaranum fatan av, at vøran á hesum økinum er betri enn vørur kappingarneytans. Sum vinnurekandi mást tú tí fáa vissu fyri, at marknaðarføringin ikki gevur tílíka fatan ella árin, um hetta ikki kann verða skjalprógvað.14

3.5 Ráð nýtt at ávirka kenslur, ræðslu ella samvitsku  Marknaðarføringin eigur ikki at vera evnað til soleiðis, at hon brúkar ótta brúkaranna fyri umhvørvi, veðurlagi ella etiskum viðurskiftum, ella gera sær dælt við teirra møguliga ókunnleika um umhvørvið ella etisk viðurskifti.15

Viðvíkjandi sølufremjandi lýsingum, sum venda sær til børn, og sum kunnu síggjast ella hoyrast av børnum, ella sum hava serligan áhuga millum børn, verða tað eftir lógini um marknaðarføring settar strangari reglur fyri marknaðarføringina. Í metingini, um eitt átak í marknaðarføringini er brot á góðan marknaðarføringarsið mótvegis børnum, skal tað m.a. verða lagdur dentur á, um marknaðarføringin “nýtir ræðandi snildir ella hóskar til at skapa ræðslu ella angist”.

4 SERLIGT UM AT GERA VART VIÐ SEG  
OG MERKJAVØRUBYGNAÐUR

4.1 Sambandið við hini punktini í vegleiðingini

Punkt 4 nevnir viðurskifti, sum tú mást vera serliga ansin við, tá ið tað ræður um profilering og merkjavørubygnað  hjá fyritøkum, har stórur dentur verður lagdur á áhugan fyri umhvørvi og etikki í marknaðarføringini.

4.2 Alment um profilering og merkjavørubygnað

Krøv í lógini um marknaðarføring galda eisini fyri profilering av umhvørvis- ella etikkvangamynd hjá tí vinnurekandi  við nýtslu av slagorðum, visjónum, samstarvi við hugsjónarligar felagsskapir ella tílíkum í marknaðarføring. Sum vinnurekandi mást tú tí vera tilvitandi um, at eisini tílík uppáhald í marknaðarføring skulu kunna verða skjalprógvað og ikki mugu villleiða brúkarar. Eins og fyri onnur uppáhald í sambandi við  marknaðarføringina fer tað hava alt at siga, hvørja heildarfatan marknaðarføringin, sum spælir upp á profil, visjónir og tílíkt hjá fyritøkuni, fer at geva vanliga brúkaranum á sømiligan hátt. Har eru kortini onkrar fáar og heilt serligar umstøður, sum tú mást vera serliga varin við, tá ið tú brúkar tílíkar visjónir og stevnumið í marknaðarføring.

Tað  er serliga umráðandi at sleppa undan samanblanding millum upplýsing um ítøkiligar vørur og almenna upplýsing, sum er galdandi fyri alla fyritøkuna. Um ítøkiligar vørur verða vístar fram saman við stevnumiðum  virkisins o.a.m. í marknaðarføring, kann tað hóska til at geva brúkaranum eina villleiðandi fatan av, at vøran er betri í einum umhvørvisligum ella etiskum høpi, enn hvat hon í veruleikanum er.

Marknaðarføringartiltakið eigur at vera so ítøkiligt sum gjørligt. Vinnurekandi eiga at vísa á ítøkilig tiltøk, ið fyritøkan ger fyri umhvørvið ella onnur endamál, heldur enn at halda uppá alment, at fyritøkan hugsar um umhvørvið ella hevur etisk fyrilit. Hetta er tí, at upplýsingar um ítøkilig tiltøk og ætlanir eru meira leiðbeinandi og upplýsandi fyri brúkaran enn sveimandi og ógreiðar útsagnir um hugbinding og virði. Marknaðarføringartiltakið má síggjast í samanhangi við nøgdina av etiskum ella umhvørvisligum tiltøkum hjá fyritøkuni. Tað verður bara villleiðandi at taka fram ítøkilig tiltøk ella einstakar síður við einari fyritøku, um hetta høvir at geva fyritøkuni betri umhvørvisligan ella etiskan profil, enn tað partleyst sæð er orsøk til eftir stødd og virkisøki fyritøkunnar.

Dømi um almenn og ógreið uppáhald:

“Vit geva tær ein grønan fyrimun”

“Vit leggja dent á eina rættvísari verð”

Dømi um eitt meira leiðbeinandi uppáhald:

“Vit skerja okkara samlaða veðurlagsútlát 50%”

4.3 Serligt um stevnumið, visjónir og tílíkt

Upplýsingar í marknaðarføringini um stevnumið, visjónir og onnur framtíðar viðurskifti hjá fyritøku eiga at verða nýtt við stórum varsemi. Uppáhald um framtíðar viðurskifti fara av natúrligum ávum at vera óviss, og tað kann gera tað tógvið at orða ella evna uppáhald í marknaðarføring um framtíðarsjónir, ið eru nóg neyvar og javnvigandi. Hetta er serliga galdandi fyri stevnumið, ið fyritøkan er langt frá at kunna uppfylla, samstundis sum marknaðartiltakið er, ella stevnumið, sum eru ógreitt skapað ella myndað í marknaðarføringini.

Fyri at vinnurekandi skulu kunna brúka uppáhald um stevnumið í marknaðarføringini, má virkið ella fyritøkan hava greiðar og ítøkiligar ætlanir til tess at náa hesum stevnumiði. Uppáhaldið má har afturat verða evnað til, myndað, so ítøkiliga sum gjørligt.

Dømi um stevnumið, ið eru sveimandi og skjótt kunnu gerast villleiðandi: “Vit skulu gerast veðurlagsjalig fyri 2030!”

Dømi um meira leiðbeinandi stevnumið: “Vit skulu skerja okkara kolevnisútlát 5% um árið 10 tey næstu árini”.

4.4 Serligt um góð endamál og samstarv við hugsjónarligar felagsskapir

Um tað í marknaðarføringini verða givnar upplýsingar um, at fyritøkan stuðlar góðum endamálum ella samstarvar við hugsjónarligar felagsskapir, so mugu tílíkar upplýsingar fáa skoytt uppí týðiliga frágreiðing um treytirnar fyri samstarvinum.

Um tað t.d. verður  marknaðarført, at fyritøkan letur eina fasta upphædd til ein felagsskap fyri hvørja vøru, ið seld verður, tá mugu verða givnar so neyvar upplýsingar sum gjørligt, helst í krónum og oyrum, um hvussu stórur partur av prísinum á vøruni tað er, sum fer til tað góða endamálið.

Tað eiga at vera tilvísingar í marknaðarføringini, har brúkarin kann finna gjøllari upplýsingar um samstarvið, t.d. eitt leinki til eina heimasíðu, har enn betur verður greitt frá.

Tá ið stuðulin ella samstarvið endar, skulu allar upplýsingar um stuðulin ella samstarvið beinast burtur frá marknaðarføringini og eisini innpakkingin.

5 NÝTSLA AV MERKJASKIPANUM OG TEKNUM

5.1 Alment 

Í hesum punktinum verður nevnt um nýtsluna av merkjum ella teknum í marknaðarføringini, sum skulu benda á, at ein vøra ella virki hevur onkran umhvørvisligan ella etiskan eginleika, fyrimun ella góðkenning.

Merkjaskipanir kunnu vera ein góður máti at geva brúkarum upplýsing um burðardyggar fyrimunir við eini vøru ella fyritøku. Tað er tó týdningarmikið at sleppa undan at brúka merkjaskipanir soleiðis, at brúkararnir verða villleiddir.

Til tess at sleppa undan, at merkjaskipan gerst villleiðandi mótvegis brúkarum, eru tað fleiri treytir, sum mugu verða loknar, tá ið merkið verður nýtt í marknaðarføring.

  • Metingarstøðið fyri nýtslu av merkjaskipanini ella teknum má kunna verða eftirkannað og roynt.
  • Tann vinnurekandi skal kunna skjalprógva, at fortreytirnar eru loknar. Skjalprógvanin skal verða stuðlað av kanningum, framdar av óheftum feløgum ella myndugleikum við viðurkendum yrkisligum førleika.17
  • Upplýsingar eiga at verða givnar um, hvar brúkarin kann fáa meira kunning um merkjaskipanina, t.d. á heimasíðu fyritøkunnar. Nýtsla av merkjaskipanum má ikki føra til villleiðandi “grønvasking” av merkjavøru ella hópframleiðslu. Um bara ein ella nakrar fáar vørur í einari hópframleiðslu eru umhvørvismerktar, má tað síggjast týðiliga í marknaðarføringini, hvørja vøru talan er um.
  • Merkjaskipanin í sjálvari sær eigur heldur ikki at verða drigin meira fram í marknaðarføringini enn nýtsla av virkisbúmerkinum, um vøran ikki er betri enn ein rættiliga stórur partur av vørum á marknaðinum, ið kunnu verða samanbornar.
  • Boðskapurin í marknaðarføringini má ikki gera ov nógv av. Tað merkir, at marknaðarføringin ikki má geva mynd ella varhuga av, at merkjaskipanin er betri enn tað, sum skipanin gevur grundarlag fyri.

Eitt merki, sum bara sigur okkurt um innpakkingina um vøruna, má ikki verða brúkt á slíkan hátt, at tað gevur fatan av, at tað snýr seg um vøruna í sínari heild (ella alla vøruna).

Tað hevði kunnað verið villleiðandi, um ein vaskievnaframleiðari, sum bjóðar fram fleiri ymisk vaskievni undir somu merkjavøru, marknaðarførir merkjavøruna sum svanamerkta, tá ið tað í veruleikanum er bara ein av vørunum, sum er svanamerkt.

5.2 Ymisk sløg  av merkjaskipanum

Til er ein hópur av ymsum merkjaskipanum við skiftandi undirtøku, viðurkenning og dygd. Merkjaskipanirnar kunnu vera privat framtøk ella almennar skipanir, sum eru góðkendar ella umsitnar av almennum myndugleikum.

Almennar merkjaskipanir fara ofta í størri mun enn privatar at tryggja krøv til m.a. óheftni og váttan ella staðfesting, sum nevnt undir punkt 5.1. Fyri brúkararnar kann tað vera lættari at fata og geva betri leiðbeining, at vørur frá ymiskum framleiðarum verða savnaðar um somu almennu merkjaskipan, í staðin fyri at ymiskir framleiðarar menna hvør sína merkjaskipan.

Brúkaraumboðið mælir tí til, at vinnurekandi nýta almennar merkjaskipanir, har tað ber til.

Merki hjá einsamøllum fyritøkum kunnu lættari hóska til at villleiða brúkararnar enn almennar merkjaskipanir. Hetta slagið av merkjaskipanum fer at hava tað truplari at ganga undir krøvini, sum verða sett til óheftni og møguleikar at eftirkanna á sama stigi sum almennar merkjaskipanir.

Tað kann lættliga villleiða brúkarar, um  tað verður vandi fyri samanblanding millum eina  privata og almenna merkjaskipan. Sama er galdandi, um tú brúkar privata merkjaskipan á einum øki, har sum tað longu frammanundan er ein almenn merkjaskipan til.

6. Eftirlit

Brúkaraumboðið skal royna at ávirka tey vinnurekandi at laga seg eftir lógini um marknaðarføring og øðrum regluverki, sum Brúkaraumboðið hevur umsjón við.

Persónar ella vinnufeløg, sum hjálpa til við lógarbroti, kunnu eisini revsast. Ábyrgdin við meðvirkni fatar um likamligar persónar, t.d. dagligan leiðara, nevndarformann ella nevndarlimir í einum felagi. Hetta fevnir eisini um onnur feløg, sum hava verið við til at fremja lógarbrotini, t.d. lýsingastovur, sum hava hjálpt til við tilevningini av teirri ólógligu marknaðarføringini, og miðlar ella pallar, sum hava miðlað hetta.