Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring

Henda vegleiðing hevur verið til hoyringar hjá Mentamálaráðnum, sum hevur í samráð við Brúkaraumboðið hevur sent hana víðari til skúlaleiðslurnar í Føroyum. Vegleiðingin er viðtikin og galdandi frá 1. juli 2010.

Vegleiðing hjá “Forbrugerombudsmanden”, juli 2006 við rættingum desember 2008.

Innihald:
1. Fororð - Lógir og reglugerðir

2.1 Marknaðarføringslógin (Løgtingslóg nr. 19 frá 08.05.2008)

2.2 Rætningslinjur, vegleiðingar v.m.

2.3 Serlóggáva
Hugtakið “børn og ung”
Lýsingaidentifikasjón
Børn sum málbólkur

5.1 Alment um marknaðarføring

5.2 Trygd

5.3 Harðskapur, vandamikil og fyrilitaleys atferð, ræðsla, pátrúgv, sterkar ávirkanir

5.4 Sosial virði

5.5 Framløga av vøru

5.6 Alkohol og rúsevni

5.7 Tubbak

5.8 Ósunnar matvørur

5.9 Móti, útsjónd, samleiki, kynslív
Skúlasponsorering og onnur marknaðarføring í skúlum og dagstovnum fyri børn og ung

6.1 Skúlasponsorering og sponsorering í dagstovnum og aðrir samstarvshættir við fyritøkur

6.2 Onnur marknaðarføring á skúlum og dagstovnum
Serlig sløg av marknaðarføring

7.1 Persónliga send brøv (Direct mail)

7.2 Lýsingaboð umvegis elektroniskan post, SMS-boð, telefon og líknandi

7.3 Klubbar og tekning av haldi

7.4 Loyalitetsprogramm

7.5 Fjarsøla

7.6 Brúk av upplýsingum frá børnum og ungum

7.7 Marknaðarføring sum søluarbeiði og vinaútvegan

7.8 Virðislønarkappingar, gávur og líknandi

7.9 Teleútgerð og teletænastur
Marknaðarføring ætlað børnum og ungum í serligum miðlum

8.1 Sjónvarps- og útvarpslýsingar

8.2 Internetið og aðrir samvirknir miðlar

8.3 Biolýsingar og forfilmar í sambandi við barnafilmar í biohøllum. Lýsingar og barnafilmar
Marknaðarføring á almennum støðum og marknaðarføring annars, ið ikki vendir sær til børn og ung

9. Marknaðarføring á almennum støðum og marknaðarføring annars, ið ikki serliga vendir sær til børn og ung


6. Skúlasponsorering og onnur marknaðarføring í skúlum og dagstovnum fyri børn og ung - 6.1 Skúlasponsorering og sponsorering í dagstovnum og aðrir samstarvshættir við fyritøkur

Skúlasponsorering er ein serligur formur fyri marknaðarføring, har eitt nú fyritøkur og vinnufeløg t.d. bjóða skúlum ókeypis undirvísingartilfar (tað kunnu vera bøkur og annað skrivligt tilfar ella KT- og miðlatøkni) og undirvísing. Á sama hátt fáa dagstovnar bjóðað tilfar, leikur, tónleikafløgur, filmsfløgur v.m. Dagstovnar gera eisini avtalur við fyritøkur í sambandi við vørumenning. Tað er freistandi fyri skúlar og stovnar at taka ímóti tilboðunum, um búskapurin er trongur, og hjá skúlunum eisini tí lærararnir/námsfrøðingarnir ikki altíð eydnast at finna tíðarhóskandi undirvísingartilfar v.m.

Undirvísingartilfar, leikur v.m. kann vera við til at skapa samhuga fyri fyritøkuni og vørum hennara hjá lærarum, námsfrøðingum, foreldrum og næmingum. Fyri t.d. fólkaskúlarnar er galdandi, at tað eru skúlastýrini, ið hava ábyrgdina av undirvísingartilfarinum, herundir tað tilfar, ið verður bjóðað av fyritøkum og felagsskapum. Á stovnum er tað foreldraráðini, ið fastseta meginreglurnar fyri námsfrøðiliga fyritaksseminum.

Skúlastýrini og stovnaleiðslurnar eiga at vera varug við ta beinleiðis – ella fjaldu – lýsingaávirkanina, ið liggur í eini sponsoravtalu ella í eini avtalu um vørumenning. Tað er tí ynskiligt, at tey orða ein politikk viðvíkjandi sponsorering og annað samstarv við fyritøkur, har støða verður tikin til í hvussu stóran mun ynskiligt er at nýta sponsorering og/ella gera aðrar samstarvsavtalur við fyritøkur, hvat er námsfrøðiliga ráðiligt, og um hvussu foreldrini kunnu takast við í hesar avgerðir.

Foreldrini eiga at verða kunnað um politikkin, ið skúlin/stovnurin setir, og um hvørjar avtalur av hesum slag eru gjørdar. Upp á fyrispurning frá foreldrum eigur skúlin/stovnurin at upplýsa hvørji vinnurekandi tey hava gjørt avtalu við. Upplýsast skal eisini um, at samstarvið ikki bindur foreldur ella børn, og at talan er um marknaðarføring.

Fylgjandi meginreglur mugu – umframt allar aðrar í hesi vegleiðing – at verða fylgdar av teimum vinnurekandi í sambandi við skúlasponsorering og sponsorering á dagstovnum og líknandi støðum:
Undirvísingartilfar, leikur og annað sponsorerað tilfar má í minst møguligan mun vera merkt við navni, búmerki, vørumerki, figurum og líknandi hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur. Á sama hátt má navn, búmerki, vørumerki v.m. nevnast minst møguligt í sambandi við undirvísing og annað virksemi, so sum spæl, kappingar og líknandi.
Lýsingar og annar formur fyri marknaðarføring mugu ikki fylgja við ella vera partur av undirvísingartilfarinum, leikunum og øðrum sponsoreraðum tilfari. Sama er galdandi fyri undirvísing og annað virksemi.
Foreldrini eiga[5] at geva sítt samtykki til, at teirra minni børn luttaka í virksemi og undirvísing, ið verður bjóðað av vinnurekandi.
Á undirvísingartilfari og í undirvísing og øðrum virksemi má ikki vera beinleiðis áheitanir til børnini/tey ungu um at keypa ella brúka vørurnar ella tænasturnar hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur.
Útsøgnir í undirvísingartilfari ella í undvísing ella øðrum aktivitetum, ið geva ábendingar um, at vørur og tænastur hjá ávísum vinnurekandi eru betri ella verri enn hjá øðrum, eiga ikki at vera, og skulu sum minstamark kunna prógvast.
Virðingin hjá lærarunum/námsfrøðingunum og skúlanum/stovninum má ikki brúkast á ein hátt, so at barnið, hin ungi og foreldrini kunnu fáa ta fatan, at barnið ella tey ungu gerast vælumtókt ella verða happað ella á annan hátt verri stillað enn onnur, um ein ikki keypur ella brúkar vøruna ella tænastuna hjá fyritøkuni, ið hevur stuðlað
Børnini, tey ungu, lærararnir og námsfrøðingarnir mugu hava frælsi til at kunna vera kritisk mótvegis sponsorinum og vørum hans.
Samstarvið millum sponsor, lærarar/námsfrøðingar og møguliga foreldur má ikki binda nakran til at brúka tilfarið hjá sponsorinum.

Omanfyrinevndu meginreglur eru galdandi í sambandi við allar formar fyri samstarvsavtalur millum fyritøkur og skúlar/dagstovnar.

Lýsingar, herundir navngivnar vørur, búmerki, vørumerki og líknandi, mugu annars ikki finnast í undirvísingarbókum og øðrum undirvísingartilfari. Hetta er eisini galdandi hóast tann vinnurekandi ikki stendur aftanfyri. Ung kunnu ótilvitað verða ávirkað av, hvørji nøvn og vørur, tey fáa kunnleika til á henda hátt, og tí eigur undirvísingartilfar ikki einvíst at fokusera á ella vísa ávísar navngivnar vørur, búmerki og vørumerki o.l. Skal vøran vera við í lærubókunum og øðrum undirvísingartilfari, kann hetta verða gjørt við at vøran verður nevnd og víst við vanligum generellum merkingum.

Lýsingar, herundir navngivnar vørur, búmerki og vørumerki kunnu tó vera við í undirvísingartilfarinum, tá talan er um miðlafrálæru og líknandi, har t.d. greining av lýsing er partur av undirvísingini.