Vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá útboðið er avmarkað

Innihald:

1. Byrjan

2. Krøv til upplýsingar, ið skulu gevast, tá talan er um avmarkað pláss til tann lýsta prísin

3. Atkomiligheit, tá bílagt verður

3. Gildiskoma


1. Byrjan

Vegleiðingin er gjørd eftir norskari og danskari fyrimynd. Vegleiðingin vísir, hvørji krøv Brúkaraumboðið setur til marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá talan er um avmarkað útboð til tann lýsta prísin. Vinnurekandi kunnu síggja vegleiðingina sum eina almenna forhandarmeting frá Brúkaraumboðnum.

Henda vegleiðing vísir til góðan marknaðarføringssið, jvb. § 1 í lóg um marknaðarføring og forboð móti villleiðandi og óhóskandi marknaðarføring, jvb. § 3 í lóg um marknaðarføring.

Eisini verður víst til heimasíðu Brúkaraumboðsins á www.bruk.fo.

Vegleiðingin er eisini galdandi fyri marknaðarføring hjá útlendskum feløgum í føroyskum miðlum.