Vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá útboðið er avmarkað

Innihald:

1. Byrjan

2. Krøv til upplýsingar, ið skulu gevast, tá talan er um avmarkað pláss til tann lýsta prísin

3. Atkomiligheit, tá bílagt verður

3. Gildiskoma


2. Krøv til upplýsingar, ið skulu gevast, tá talan eru um avmarkað pláss til tann lýsta prísin

Allýsingar:

- Prísir í lýsingarátøkum eru í hesari vegleiðing at skilja, sum prísir, ið eru galdandi í eitt avmarkað tíðarskeið.

- Fastir lágir prísir eru í hesari vegleiðing at skilja, sum prísir, ið ikki verða marknaðarførdir sum galdandi í einum frammanundan avmarkaðum tíðarskeiði.

Felags krøv til marknaðarføring av prísi:

- Upplýsingar um prís skulu vera greiðar, eintýddar og veruligar.

- Møguligar avmarkingar í einum tilboði, ið verður marknaðarført, skulu upplýsast. Upplýsast skal um avmarkingar á slíkan hátt, at boðskapurin um avmarkingarnar kemur nærum líka væl fram sum høvuðsboðskapurin.

Um lýst verður á ein tílíkan hátt, at plásstrot orsakað av lýsingarháttinum (t.d. bannarar) er fyri avmarkingum, skal vísast til, hvar hesar upplýsingar kunnu finnast t.d. á heimasíðu flogfelagsins. Tílíkur lýsingarháttur kann ikki brúkast einsamallur, men kann brúkast sum partur av einum marknaðarføringsátaki.

Marknaðarføringin av tilboðnum skal steðgast beinanvegin eftir, at tann lýsti prísurin ikki longur er galdandi, ella at flogferðaseðlarnir eru útseldir. Um hetta ikki kann gerast beinanvegin, skal hetta gerast skjótast til ber.

Tá talan er um marknaðarføring á netinum, skulu lýsingar broytast, beint sum ferðaseðlarnir eru útseldir. Hetta ger seg eisini galdandi, um tann lýsti prísurin ikki longur er galdandi fyri øll ferðamál, ið eru fevnd av tilboðnum. Um hetta ikki kann gerast beint sum ferðaseðlarnir eru útseldir, skal hetta gerast skjótast til ber.

Um heimasíðan ikki verður dagførd beinanvegin, er góður siður at gera vart við, nær dagføringar verða gjørdar t.d. hvussu ofta og nær og hvørjar møguligar avleiðingar, hetta hevur við sær.

Prísir í lýsingarátøkum:

- Tað skal síggjast aftur í marknaðarføringini, at talan er um eitt lýsingarátak.

- Um útboðið av flogferðaseðlum er so mikið avmarkað, at væntast kann, at flogferðaseðlarnir verða útseldir í tíðarskeiðnum, tá lýsingarátakið er galdandi, skal týðiliga upplýsast í lýsingarátakinum, at tilboðið bert er galdandi fyri eitt avmarkað tal av ferðaseðlum.

- Um ferðaseðlarnir í lýsingarátakinum eru tilskilaðir ávísar vikudagar, skal hetta upplýsast í marknaðarføringini. Tað skal tá upplýsast, at tilboðið t.d. ikki er galdandi fyri fráferðir hósdag, fríggjadag og leygardag ella t.d. ávísar halgidagar.

- Um talan er um eitt so mikið lítið útboð, at talan er um færri enn 20 ferðaseðlar um dagin til prísin, ið lýstur er við, skal hetta upplýsast í marknaðarføringini.

Eisini skal upplýsast í marknaðarføringini, hvørjar dagar hetta kann vera, t.d. at fáir ferðaseðlar eru til tann lýsta prísin (færri enn 20 um dagin) til fráferðir hósdag, fríggjadag ella møguligar halgidagar í lýsingartíðarskeiðnum.

Á teimum leiðum har flogið bert verður ávísar dagar í vikuni, skal upplýsast um útboðið er færri enn 10 ferðaseðlar, teir dagar flogið verður.

Flogfør, við 72 setrum ella færri, eru í hesari vegleiðing at rokna sum smá flogfør og eru ikki fevnd av broti.

Fyri tílík flogfør er galdandi:

Tá talan er um marknaðarføring av ferðaseðlum til smá flogfør skal upplýsast í marknaðarføringini um avmarkað útboð, um útboðið er minni enn 10 % av teimum samlaðu ferðaseðlunum, ið verða bodnir út um dagin.

Eisini skal upplýsast í marknaðarføringini, hvørjar dagar hetta kann vera, t.d. at fáir ferðaseðlar eru til tann lýsta prísin (minni enn 10 um dagin) til fráferðir hósdag, fríggjadag ella møguligar halgidagar í lýsingartíðskeiðnum.

Um aðrar avmarkingar eru, skulu hesar eisini upplýsast:

- Tað skal tí upplýsast, um ferðaseðlar við tí lýsta prísinum bert eru galdandi fyri ávís ferðamál, sum flogfelagið vanliga flýgur til.

- Eisini skal upplýsast í marknaðarføringini, um ferðaseðlar til tann lýsta prísin bert kunnu bíleggast við at brúka ávísan bíleggingarhátt t.d. um ferðaseðlarnir til tann lægra prísin bert eru at fáa, um bílagt verður um internetið, ella um brúkarin skal rinda eitt ómaksgjald, um bílagt verður umvegis telefon ella á annan hátt.

Marknaðarføring av føstum lágum prísum:

Teir prísir, ið lýst verður við, skulu vera umboðandi, tað vil siga:

  • at til einhvørja tíð skal vera ein veruligur møguleiki at finna ferðaseðlar til tann lýsta prísin;
  • at til einhvørja tíð skal vera møguligt at fáa fatur í ferðaseðlum til tann lýsta prísin, innan fyri eitt tíðarskeið á tríggjar mánaðir roknað frá lýsingartíðarskeiðnum;

Avmarkingar í keypi av ferðaseðlum við føstum lágum prísum skulu upplýsast.

Millum annað skal upplýsast í marknaðarføringini:

  • Um ferðaseðlar til teir lýstu prísirnar, bert kunnu keypast til nøkur ferðamál, sum flogfelagið flýgur til;
  • Um tað leypandi er talan um avmarkað útboð av ferðaseðlum til tann lýsta prísin;
  • Um tann lýsti prísurin bert er galdandi fyri fráferðir á ávísum vikudøgum og t.d. ikki er galdandi fyri fráferðir hósdag, fríggjadagin, leygardag ella á ávísum halgidøgum;
  • Um ferðaseðlar til tann lýsta prísin bert kunnu bíleggjast við at brúka ávísan bíleggingarhátt, t.d. um ferðaseðlarnir til tann lægra prísin bert eru at fáa, um bílagt verður um internetið, ella um brúkarin skal rinda eitt ómaksgjald, um bílagt verður umvegis telefon ella á annan hátt;