Vegleiðing um marknaðarføring av flogferðaseðlum, tá útboðið er avmarkað

Innihald:

1. Byrjan

2. Krøv til upplýsingar, ið skulu gevast, tá talan er um avmarkað pláss til tann lýsta prísin

3. Atkomiligheit, tá bílagt verður

3. Gildiskoma


3. Atkomuligheit, tá bílagt verður

- Umvegis telefon og net skal á ein lætt atkomuligan og skiljandi hátt upplýsast á hvørjum døgum og á hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til lýsta prísin.

- Neyðugt eigur ikki at vera hjá brúkaranum at spyrja ella leita á hvørjum einstøkum degi fyri at finna ferðaseðlar við teimum lýstu prísunum.

Tað eigur at vera møguligt hjá brúkaranum at spyrja um ella leita á netinum eftir prísi, soleiðis at upplýst verður á hvørjum døgum og hvørjum fráferðum, tað er møguligt at keypa ferðaseðlar til tann lýsta prísin.