Eftirlit

Brúkaraumboðið hevur eftirlit við, at marknaðarføringslógin verður hildin, við atliti til at brúkarin verður vardur.

Marknaðarføring er eitt breitt hugtak, og marknaðarføring fevnir um mong ymiskan hátt fyri vinnuligt samskifti til brúkaran.

Marknaðarføringslógin regulerar økir sum lýsingar, prísupplýsingar, villeiðing og villleiðandi útsøgn, men eisini ómaksgjøld, merking av vørum, og ymisk sløg av avsláttri v.m.

Lógargrundarlagið fyri virksemið hjá Brúkaraumboðnum er fyrst og fremst løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, við gildiskomu frá 1. januar 2009.

Sambært meginregluni í grein 1 um góðan marknaðarføringssið, so kann Brúkaraumboðið eisini taka stig til brot á borgarligar brúkaraverjulóggávu, í hesum føri keypilógini, avtalulógini og forbrúkaraavtalulógini