Um stovnin

Brúkaraumboðið er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og hevur eftirlit við, at lóg um marknaðarføring og ávísar reglur í gjaldslógini (kapittul 5 og §§ 117-119, § 124, § 125 og brúkaraverjureglur í kapittul 6 og § 42, stk. 1 og reglur við heimild í § 42, stk. 2) verða hildnar.

Brúkaraumboðið fremur eisini góðan marknaðarføringssið.

Brúkaraumboðið er sjálvstøðugur myndugleiki og stovnur. Avgerðir Brúkaraumboðsins kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.

Lóg um marknaðarføring er galdandi fyri vinnurekandi virki og almennir stovnar/virki, ið bjóða vørur og tænastur út á marknaðin.

Brúkaraumboðið skal av sínum eintingum ella eftir áheitan við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginregluni fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.

Brúkaraumboðið raðfestir støðugt sítt arbeiði eftir menning og rák í samfelagnum og út frá teimum fráboðanum, ið Brúkaraumboðið fær. Á hvørjum ári verður avgjørt, hvørji øki skulu raðfestast at arbeiða viðí árinum.

Brúkaraumboðið er fevnt av innlitslógini. Hetta merkir, at meginreglan er, at øll, ið biðja um innlit í skjøl, vilja fáa innlit í skjøl hjá Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið tekur ikki avgerð í málum, har keyparin ynskir at slíta handilin t.d. orsakað av, at brek er við tí keypta. Ókeypis løgfrøðislig ráðgeving er at fáa hjá Rættarhjálp Føroya og Føroya rættur tekur avgerð í tílíkum málum.