Undirvísing

Brúkaraumboðið sær kunning og undirvísing sum týðandi part av fyribyrging av møguligum brotum á marknaðarføringslógina.

Brúkaraumboðið bjóðar seg tí fram at undirvísa og kunna um marknaðarføringsrætt.

Innhaldið vil vera eftir nærri avtalu, men vil vera yvirskipað um ítøkilig evni.

Um ynski er at gera brúk av hesari tænastu, ber til at venda sær til Brúkaraumboðið á bruk@bruk.fo við nærri upplýsingum um, hvat evni innan lóg um marknaðarføring ynskist nærri lýst.