Arbeiðsháttur

Útgivið, tann 2. September 2009 (Seinasta rættað, tann 3. September 2009)

Samráðingar og samrøður eru fyrstu stigini, sum verða tikin mótvegis virkjum og stovnum, tá ið víst verður á brot á marknaðarføringslógina, og mint verður á at halda góðan marknaðarføringssið.

Meginreglan er at Brúkaraumboðið fyrst fer samráðingarvegin, til tess at ávirka tann vinnurekandi at halda meginregluna um góðan marknaðarføringssið.

Brúkaraumboðið kan leggja sak við Føroya Rætt um forboð fyri ávísum handlingum, sum eru í stríð við marknaðarføringslógina. Um so er at endamálið við einum forboð er í vanda fyri at fara fyri skeytið, kann Brúkaraumboðið sjálvt áleggja eitt fyribils forboð, men rættslig staðfesting av forboðnum skal leggjast fyri Føroya Rætt í seinasta lagi næsta yrkadag.

Fyri ávís brot í marknaðarføringslógini kan verða talan um dóm, har ið revsingin er bót, uttan so at hægri revsing er galdandi í aðrari lóggávu. Hetta er til dømis galdandi í grein 3 um villleiðing og í teimum serligu forboðnum.

Brúkaraumboðið kann fráboða løgregluna, um at seta í verk løgreglu kanning, eins og Brúkaraumboðið kann fráboða ákæruvaldið um at reisa ákæru. Um so er at ákæra verður reist, kann Brúkaraumboðið krevja, at sakin verður førd av Brúkaraumboðnum ella øðrum starvsfólkið hjá Brúkaraumboðnum.