Fráboða ella klaga

Fráboða, klaga ella set teg í samband við okkum
Til ber at senda okkum eina fráboðan ella klagu um ólógliga marknaðarføring ella brot á gjaldslógina. Vinaliga fylg leinkinum til rætt oyðublað niðanfyri. 
Um tú hevur ein fyrispurning kanst tú eisini ringja ella senda okkum ein teldupost.

Fráboðan
Ætlar tú at senda okkum eina fráboðan/prei um ólógliga marknaðarføring, spamm, órímiligar avtalutreytir ella brot á gjaldslógina?
(Fráboðanir kunnu vera dulnevndar).

Fyll út oyðublað her

Klaga
Ætlar tú at klaga um ólógliga marknaðarføring, spamm, órímiligar avtalutreytir ella brot á gjaldslógina?

Fyll út oyðublað her​

Samband
Hevur tú ein fyrispurning, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á bruk@bruk.fo ella á telefon 358000.

Brúkaraumboðið skrásetir og viðgerð persónupplýsingar, ið verða latnar Brúkaraumboðnum. Til ber at fáa nærri kunning um grundarlagið undir viðgerðini og um rættindini hjá skrásetta sambært dátuverndarlógini her: dátuvernd

Ósemjur um keyp
Tørvar tær hjálp at loysa ósemju við ein seljara, ella ætlar tú at klaga um eina vøru ella tænastu, tú hevur keypt? Brúkaraumboðið hevur ikki heimild at taka avgerð í tílíkum málum. Rættarhjálp Føroya veitir ókeypis ráðgeving um m.a. keyp.

Vitja heimasíðuna hjá Rættarhjálpini her.