Elektronisk gávukort
Elektroniskt gávukort eru kort við flís, magnetstrípu, strikukotu, QR-kotu ella aðrari kotu til elektroniska avlesing ella innsláttur. Serligar reglur galda fyri elektronisk gávukort
Kontantreglan
Kontantreglan er ein regla í gjaldslógini, ið hevur sum endamál at forða fyri, at mismunur verður gjørdur á kontantkundum. Gjaldsforðingar mugu tí ikki verða settar, ið bara eru galdandi fyri kontantkundarnar.
Óheimilaðar flytingar
Ein gjalding er bert heimilað, um brúkarin hevur givið samtykki til hana. Um brúkarin hevur hald hjá einum vinnurekandi, má tað standa greitt í avtaluni, um tann vinnurekandi kann gera aðrar flytingar av kontu ella gjaldskortinum hjá brúkaranum, enn tað, ið avtala er
Gjaldstænasta kann sperrast
Brúkaraumboðið viðgerð eisini mál, har gjaldstænastur hjá brúkarum verða sperraðar ella stongdar av eitt nú bankum. Bankin kann hava treytir, sum heimilað, at hann steingir fyri gjaldstænastu hjá brúkara, men hetta er ikki uttan avmarkingar.
Gjaldsupplýsingar - upplýsingar um keyp hjá borgara
Gjaldsupplýsingar eru upplýsingar um hvat tú hevur keypt, hvar tú hevur keypt og hvat tað kostaði. Hesir upplýsingar kunnu vera sera viðkvæmir, og skulu ikki nýtast til óviðkomandi endamál
Endurrindan av peningi í samband við misnýtslu av gjaldskorti
Hevur tú goldið fyri eina vøru í netsølu, men ikki fingið hana? Hvørja upphædd heftir tú fyri, um gjaldskortið veður misnýtt? Kunna teg nærri um hetta í hesum brotinum
Tá vinnurekandi afturhalda eina upphædd á kontu hjá brúkaranum
Vinnurekandi skulu hava sakliga orsøk fyri at afturhalda eina upphædd á kontu hjá brúkaranum, og upphæddin má ikki vera órímiliga høg
Gjaldstænastur og gjaldsavtalur
Brúkarar hava ofta fleiri sjálvvirkandi gjaldsavtalur. Hesar kunnu vera um telefonhald, tryggingar, fitnesshald v.m. Lesa meira um reglurnar fyri slíkar tænastur og avtalur