Elektronisk gávukort

Elektronisk gávukort eru kort, ið kunnu lesast av elektroniskt. Hesi kunnu til dømis hava flís, magnetstrípu, strikukotu, QR-kotu ella aðra kotu, ið verður avlisin elektroniskt ella við innslátturi. Er kortið elektroniskt kann kundin fáa virðið útgoldið. Gávukort, sum ikki kunnu lesast av elektroniskt, kunnu ikki útgjaldast. Kunna teg nærri um treytir o.a. í vegleiðingini frá Brúkaraumboðnum niðanfyri. Sí vegleiðing um útgjalding av elektroniskum gávukortum her
Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í máli, har kundi bað um at fáa ein elektroniskan tilgóðarseðil útgoldnan til reiðan pening. Tú kanst lesa meira um málið her.
Ómaksgjald
Vinnurekandi kunnu taka ómaksgjald í sambandi við útgjalding av elektroniskum gávukortum, um kundin biður um at fáa útgjalding, áðrenn gildistíðin er runnin. Týðandi er kortini, at ómaksgjaldið er avrátt frammanundan. Kunna teg nærri um nær vinnurrekandi kunnu taka ómaksgjald, og hvussu hetta skal vera upplýst, í vegleiðingini niðanfyri