Endurrindan av peningi í samband við misnýtslu

Misnýtsla
Um ein fyritøka ella virki trekkir pening av kontu hjá einum brúkara, uttan at hetta er avtalað, er talan um óheimilaða gjalding. Hetta kann til dømis vera um brúkarin hevur mist sítt gjaldskort ella um gjaldskortið er stolið, og gjaldskortið tí er misnýtt.
Tað kann eisini vera ein brúkari, sum hevur uppsagt sítt hald hjá einum virki, men virkið fravegis tekur pening av kontu hjá brúkaranum. Ella um ein fyritøka hevur tikið pening fyri eina vøru ella veiting, til dømis eitt hald, ið brúkarin als ikki hevur gjørt avtalu um.

Í slíkum føri kann bankin ábyrgdast fyri tapið, ið stendist av óheimilaðu gjaldingunum. Tað er ásett í § 99 í gjaldslógini, at bankin skal beinanvegin eftir at hava móttikið mótmæli, og í seinasta lagi við enda av næsta arbeiðsdegi, endurrindað upphæddina til brúkaran.

Afturgjald í sambandi við netsølu

Í summum førum skal bankin endurrindað peningin á kontu hjá brúkaranum. Hesi føri eru nevnd í § 112 í gjaldslógini, og eru fylgjandi:

  • Um fyritøkan inn hevur veitt bíløgdu vøruna
  • Um fyritøkan hevur tikið eina upphædd av kontuni hjá brúkaranum, ið er hægri enn avtalað, ella
  • um brúkarin hevur nýtt sín iðranarrætt

Bankin skal bert endurrindað peningin, um brúkarin hevur goldið fyri vøruna ella tænastuna við sínum gjaldskortið ella umvegis fargjalding.

Um brúkarin hevur goldið við bankaflyting, t.d. við einum inngjaldskorti, kann bankin ikki ábyrgdast.

Til brúkaran - hetta skalt tú gera!
Er peningur tikin av tínari kontu, uttan at tú hevur givið samtykkið til hetta, ella hevur tú bílagt eina vøru á netinum, ið tú ikki hevur móttikið, kann bankin hava skyldu til at endurrindað tær peningin.

Set teg í samband við fyritøkuna.
Tú skalt fyrst hava sett teg í samband við fyritøkuna, tí talan kann vera um eitt mistak. Tað er skilagott at seta seg skriftliga í samband við fyritøkuna, heldur enn munnliga.

Set teg í samband við bankan
Tú skalt seta teg í samband við bankan so skjótt tú ert vorðin varug við óheimilaðu gjaldingina. Frá at upphæddin er trekt av tínari kontu og til tú boða frá, skal tað ikki ganga longri enn 13 mánaðir. Fer tað uppum hesa tíðarfreist, er øll upphæddin mist.

Sjálvsábyrgd

Verður gjaldskortið misnýtt, kanst tú í ávísum føri sjálv/ur ábyrgdast fyri ein part av tapinum. Hvussu nógv tú kanst ábyrgdast fyri velst um ósketni hjá tær.

Tú kanst ábyrgdast fyri upp til 375 kr. av misnýtsluni, um tann persónliga trygdaratgerðin (til dømis pin-kotan) til kortið verður nýtt. Eisini sjálvt um tú ikki hevur upplýst kotuna fyri øðrum.

Tú kanst ábyrgdast fyri upp til 8.000 kr av misnýtsluni, um persónliga trygdaratgerðin til kortið hevur verið nýtt, og 

  • tú ikki hevur boða bankanum frá skjótast gjørligt eftir at tú hevur uppdaga at kortið er vekk ella skjótast gjørtligt at tú hevur uppdagað at onnur hava kunnleika til tína persónligu trygdaratgerð,
  • um tú sjálv hevur upplýst kotuna til onnur
  • um tú sjálvur hevur víst groft ósketni