Endurrindan av peningi í samband við misnýtslu av gjaldskorti

Misnýtsla
Um ein fyritøka ella virki trekkir pening av kontu hjá einum brúkara, uttan at hetta er avtalað, er talan um óheimilaða gjalding. Hetta kann til dømis vera um brúkarin hevur mist sítt gjaldskort ella um gjaldskortið er stolið, og gjaldskortið tí er misnýtt.
Tað kann eisini vera ein brúkari, sum hevur uppsagt sítt hald hjá einum virki, men virkið fravegis tekur pening av kontu hjá brúkaranum. Ella um ein fyritøka hevur tikið pening fyri eina vøru ella veiting, til dømis eitt hald, ið brúkarin als ikki hevur gjørt avtalu um.
Í slíkum føri kann bankin ábyrgdast fyri tapið, ið stendist av óheimilaðu gjaldingunum. Tað er ásett í § 99 í gjaldslógini, at bankin skal beinanvegin eftir at hava móttikið mótmæli, og í seinasta lagi við enda av næsta arbeiðsdegi, endurrindað upphæddina til brúkaran.

Afturgjald í sambandi við netsølu
Í summum førum skal bankin endurrindað peningin á kontu hjá brúkaranum. Hesi føri eru nevnd í § 112 í gjaldslógini, og eru fylgjandi:

  • Um fyritøkan inn hevur veitt bíløgdu vøruna
  • Um fyritøkan hevur tikið eina upphædd av kontuni hjá brúkaranum, ið er hægri enn avtalað, ella
  • um brúkarin hevur nýtt sín iðranarrætt

Bankin skal bert endurrindað peningin, um brúkarin hevur goldið fyri vøruna ella tænastuna við sínum gjaldskortið ella umvegis fargjalding.

Um brúkarin hevur goldið við bankaflyting, t.d. við einum inngjaldskorti, kann bankin ikki ábyrgdast.

Til brúkaran - hetta skalt tú gera!
Er peningur tikin av tínari kontu, uttan at tú hevur givið samtykkið til hetta, ella hevur tú bílagt eina vøru á netinum, ið tú ikki hevur móttikið, kann bankin hava skyldu til at endurrindað tær peningin. Tú skalt fyrst hava sett teg í samband við fyritøkuna, tí talan kann vera um eitt mistak. Tað er skilagott at seta seg skriftliga í samband við fyritøkuna, heldur enn munnliga. Tú skalt seta teg í samband við bankan so skjótt tú ert vorðin varug við óheimilaðu gjaldingina. Frá at upphæddin er trekt av tínari kontu og til tú boða frá, skal tað ikki ganga longri enn 13 mánaðir. Fer tað uppum hesa tíðarfreist, er øll upphæddin mist.

Sjálvsábyrgd um gjaldskortið verður misnýtt
Verður gjaldskortið misnýtt, kanst tú í ávísum føri sjálv/ur ábyrgdast fyri ein part av tapinum. Hvussu nógv tú kanst ábyrgdast fyri velst um ósketni hjá tær.
Tú kanst ábyrgdast fyri upp til 375 kr. av misnýtsluni, um tann persónliga trygdaratgerðin (til dømis pin-kotan) til kortið verður nýtt. Eisini sjálvt um tú ikki hevur upplýst kotuna fyri øðrum.

Tú kanst ábyrgdast fyri upp til 8.000 kr av misnýtsluni, um persónliga trygdaratgerðin til kortið hevur verið nýtt, og 

  • tú ikki hevur boða bankanum frá skjótast gjørligt eftir at tú hevur uppdaga at kortið er vekk, ella skjótast gjørtligt at tú hevur uppdagað at onnur hava kunnleika til tína persónligu trygdaratgerð,
  • um tú sjálv hevur upplýst kotuna til onnur
  • um tú sjálvur hevur víst groft ósketni

Tú kanst hefta fyri allari upphæddini, um bankin kann prógva, at tú hevur givið t.d. pinkotuna til ein annan, og vart greið/ur yvir ella burdi havt vita, at tað fór at viðføra ein váða fyri misnýtslu.

Hetta ábyrgdast bankin fyri
Bankin ábyrgdast fyri alt, ið fer av gjaldskortinum, eftir at tú hevur boða bankanum frá at kortið er burtur, ella at onnur hava fingið atgongd til tína persónligu trygdaratgerð (t.d. pin kotuna).
Bankin ábyrgdast í útgangsstøði eisini fyri alla misnýtslu, har tað ikki er brúkt sonevnd sterk kundaeyðmerkjan í samband við gjaldingina.

Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í málið um óheimilaða nýtslu av gjaldskorti, og tað kann lesast her

Tú skalt seta teg í samband við handilin, tí talan kann vera um ein feil. Tú skalt seta teg í samband við bankan, og krevja, at bankin beinavegin flytir penginin, ið handilin hevur tikið av tínari kontu, aftur á tína kontu.

Hevur handilin sent tær eina aðra vøru, enn tí, tú bílegði, kanst tú fáa flutt peningin aftur av tínum banka á sama hátt, sum um tú ikki fekst vøruna.

Skilt verður ímillum skeiva vøru og vøru, ið hevur ábrek/mangul.

Sum dømi um skeiva vøru, er um tú hevur bílagt eina telefon, men tú hevur fingið eina aðra, ið er verri ella bíligari.

Sum dømi um vøru, ið hevur ábrek kann nevnast um tú hevur bílagt ein kjóla og hevur fingið kjólan, men tú hevur fingið skeiva stødd. Í hesum føri hevur tú fingið vøruna, men vøran hevur ábrek / mangul. Tú kanst tá ikki krevja peningin aftur frá banknanum. Tú skalt seta teg í samband við handilin, og greiða frá, at vøran, ið tú hevur fingið, hevur ábrek.

Tú skalt beinavegin krevja, at bankin flytir peningin aftur, ið tú hevur goldið ov nógv.

Eitt dømi kann vera, at tú keypti eina vøru, ið kostaði 99 kr., men handilin hevur trekt 199 kr. av tínari kontu. 

Um handilin hevur tikið pengarnar av kontu, áðrenn vøran er send og síðan fer á húsagang, kanst tú krevja at bankin beinavegin flytir aftur peningin, ið handilin hevur tikið av tínari kontu.

Tað er ein treyt at tað er goldið umvegis eitt gjaldskort, umvegis fargjalding (eina gjalds-app) ella líknandi. Vanligar bankaflytingar eru vanliga ikki fevndar av hesari áseting.

Tað er ein treyt, at tú fyrst hevur sett teg í samband við handlini, tí talan kann vera um eitt mistak. Tað er skilagott, at seta teg í samband við handlin skriftliga, tí tá er lættari at prógva, at tú hevur roynt at loyst trupulleikan. Um tú ikki fært svar ella um tit ikki blíva samd, um eina loysn, skalt tú seta teg í samband við bankan.

Ja. Fyrst skalt tú seta teg í samband við bankan fyri at fáa gjaldskortið sperrað.

Um upphæddir eru tiknar av kontuni, ið tú ikki hevur góðkent, kanst tú fáa bankan til at flyta peningin aftur.

Tað er ein freist fyri at gera vart við hetta slagið av misnýtslu. Les um freistin longur niðri.

Ja tú kanst seta teg í samband við bankan og krevja, at hann flytir tær peningin aftur á tína kontu.

Tað er ein freist fyri at gera vart við hetta slagið av misnýtslu. Les um freistin longur niðri.

Tann vinnurekandi skal greitt og týðiliga hava upplýst teg um treytirnar fyri luttøku í kappingini ella fyri keypi ella bílegginina. 

Hevur tann vinnurekandi ikki upplýst týðiliga um haldið, eru gjaldingarnar at meta sum óheimilaðar. 

Sum dømi kann nevnast, at tað er ikki nóg mikið, um tann vinnurekandi hevur upplýst um haldið í sínum handilstreytum.

Hevur tú ikki givið samtykkið til gjaldingar til haldið, skalt tú beinavegin seta teg í samband við bankan og krevja at hann flytir peningin aftur á tína kontu. Tú skalt eisini biðja bankan um at steðga komandi gjaldingum til hald til hesa fyritøku.

Ja, tú skalt siga frá "skjótast gjørtligt", tá tú ert vorðin greið yvir, at upphæddin, ið er trekt av kontuni, varð óheimilað.

Er talan um vøru, ið er keypt á netinum og at handilin noktar at gjalda upphæddina aftur ella ikki svarar tær innan rímiliga tíð, skalt tú beinavegin seta teg í samband við bankan.

Tað er fatanin hjá Brúkaraumboðnum, at um tú ger bankan vart við óheimilaðu upphæddina seinast 14 dagar eftir, at tú ert vorðin varugur við hana, er tað at meta sum skjótast gjørligt.

Er meiri enn 13 mánaðir gingnir síðani upphæddin varð tikin av kontu, kanst tú ikki longur krevja peningin endurrindaðan frá bankanum.

Í summum føri kanst tú sjálv/ur ábyrgdast fyri ein part av mistu upphæddini. Hetta nevnist sjálvsábyrgd. Sjálvsábyrgdin hækkar, jú meira tú sjálv/ur hevur gjørt misnýtsluna møguliga. Hetta kann t.d. vera um tú hevur givið øðrum tína pin kotu, ella um tú hevur givið títt gjaldskort til onnur.

Til ber at lesa meira uundir brotinum Sjálvsábyrgd

Í slíkum føri er tað televeitarin, ið skal dekka upphæddina. Televeitarin skal strikað tann partin av upphæddini, ið er komin eftir at telefonin er burturblivin ella stolin.

Tú kanst kortini sjálv/ur koma at hefta fyri upphæddina, um tú ikki hevur sett teg í samband við televeitaran eftir, at tú ert vorðin greið yvir, at telefonin var burturblivin ella stolin.