Gjaldstænasta kann sperrast

Bankar kunnu hava ásett treytir í avtalu við brúkara um at steingja gjaldskort, netbankan ella onnur gjaldsamboð.

Ein veitari av gjaldstænastum, til dømis ein banki, kann í avtaluni við brúkaran hava treytir um rætt til at sperra eitt gjaldskort ella atgongdina til netbanka ella onnur gjaldsamboð.

Sambært § 92, stk. 1 í gjaldslógini skal ein slík treyt vera grundað á trygdina hjá gjaldsamboðnum ella á illgruna um óheimilaða nýtslu.

Dømi um orsøkir, sum hava við trygdina hjá gjaldsamboðnum at gera, og sum kunnu grundgeva eina sperring:

  • Endurnýggjan av gjaldskorti, áðrenn kortið gongur út, og kortið ikki verður latið inn
  • Kunnleiki til ella illgruni um, at kortupplýsingar eru komnar í óviðkomandi hendur

 

Dømi um óheimilaða nýtslu, sum kann grundgeva eina sperring:

  • Misnýtsla framd av triðjaparti, til dømis at ein hevur stolið eitt gjaldskort
  • Egin misnýtsla hjá brúkaranum, til dømis í sambandi við yvirtrekk
  • Kontosambandið, sum gjaldsamboðið er knýtt at, er uppsagt
  • Nógv keyp við einum gjaldskorti innan stutta tíð, sum víkja frá vanliga nýtslumynstrinum hjá brúkaranum

 

Er talan um eitt gjaldsamboð við kredittmøguleika, kann tað til dømis verða sperrað, um tað er ein munandi øktur váði fyri, at brúkarin ikki fer at lúka sínar gjaldsskyldur.

Veitarin skal sum meginregla kunnað brúkaran um sperringina av gjaldsamboðnum og um orsøkirnar til hana, áðrenn sperringin verður framd. Hetta er tó ikki galdandi, um ein slík kunning kann skaða trygdina. Hetta fylgir av § 92, stk. 2 í gjaldslógini.