Gjaldstænastur og gjaldsavtalur

Tað er ofta ein fyrimunur fyri bæði brúkaran og vinnurekandi at gjøld, ið regluliga skulu gjaldast, fara sjálvvirkandi av kontu hjá brúkaranum. Men hevur tú nógvar sjálvvirkandi gjaldingar, ið fara av tínari kontu, hvønn mánað, kvartal ella hálvár, er vandi fyri at missa yvirlitið yvir gjaldingarar, og um tú hevur givið samtykkið til tær. Tað kann tí verða týðandi at hava fastar reglur fyri nær ein vinnurekandi kann seta í gongd eina gjalding brúkarans vegna.

Ein fyritøka kann gjøgnumføra framtiðargjaldingar í eini avtalu við brúkara, um tað er ein serliga og greið avtalu við brúkaran um hetta. Brúkarin hevur givið samtykkið til avtaluna við at geva tí vinnurekandi sínar gjaldkortsupplýsingar.
Hvørjar gjaldstransaktiónir ein brúkari hevur givið samtykkið til, veldst um umstøðurnar tá brúkarin gav sítt samtykkið.

Avtalan um gjaldið kann viðvíkja einum ávísum. Hetta merkir, at avtalan og eyðkennið við henni skal vera avmarkað og fastlagt frammanundan. Tað kann vera ein avtalað um eitt fitnesshald ella eitt telefonhald. Um tann vinnurekandi vil krevja gjald fyri onnur viðurskiftir, krevur hetta eina nýggja ella eina sundurskilta avtalu.

Er tað ásett í avtaluni, at tað er møguligt at taka gjald fyri serligar veitingar ella í serligum føri at taka eitt ómaksgjald, til dømis, um tú ikki møtir til ein fitness tíma, ið tú hevði meldað teg til, mugu treytir og kostnaðurin greitt framganga av avtaluni.

Tað má standa í avtaluni, at brúkarin altíð og ótreytað kann taka aftur sítt samtykkið og frámeldað seg avtaluna.

At trekkja eina aðra upphædd enn tí føstu
Um avtalan við brúkaran gevur møguleika til at trekkja eina aðra upphædd enn tí føstu upphæddina, ella um tíðspunkti fyri nær upphæddin skal trekkjast, ikki er fastsett, mugu treytirnar tryggja brúkaranum tað neyðuga yvirlitið og kunning um einstøku gjaldingarnar í góðari tíð, áðrenn tær verða gjøgnumførdar. Hetta er fyri at geva brúkaranum møguleika at steðga einari gjalding, ið hann ikki hevur góðkent.

Avhending av eini gjaldsavtalu
Skuldnaraskifti (kreditorskifti) kann sum meginregla fara fram uttan samtykkið frá skuldnaranum. Hetta merkir, at ein fyritøka kann uttan samtykkið frá brúkaranum, lata einari aðrari fyritøku krav um gjald, t.d. fyri ein limaskap.

Avhending av eini gjaldsavtalu er ikki í sær sjálvum ein yvirtøka av kravinum uppá gjaldið, men tað er ein yvirtøka av rættinum til at seta í verk gjaldingar, ið verða trektar av kontu hjá brúkaranum.

Eitt samtykkið, ið er givið í eini gjaldsavtalu, fevnir bert um tær gjaldstransaktiónir, ið eru settar í verk av gjaldsmóttakaranum.

Ein gjaldsavtala kann ikki vera yvirtikin uttan samtykkið frá gjaldaranum, um kreditorskiftið fer fram. Gjaldstransaktiónir, sum verða settar í verk, uttan eina nýggja gjaldsavtalu, eru tí at meta sum óheimilaðar gjaldstransaktiónir, sbrt. § 82 í gjaldslógini.