Gjaldsupplýsingar - upplýsingar um keyp hjá borgara
Gjaldsupplýsingar eru upplýsingar, ið kunnu førast aftur til ein persón, og siga nakað um hvat persónurin hevur brúkt eina gjaldstænastu, t.d. gjaldskort, til. Hesir upplýsingar siga eisini nakað um hvat er keypt við gjaldstænastuni.
Sambært § 125, stk. 4, mugu vinnurekandi ikki:
- lata gjaldsupplýsingar víðari
- brúka gjaldsupplýsingar til at áseta individuellar prísir og treytir fyri somu vøru til ymiskar kundar, ella
- nýta gjaldsupplýsingar til at uppfylla tryggingaravtalur
Eru gjaldsupplýsingar innsavnaðir umvegis t.d. eitt gjaldskort, er ikki loyvt hjá vinnurekandi, at brúka hesar upplýsingar til at lata víðar, til at áseta individuellar prísir og treytir fyri somu vøru til ymiskar kundar (persónlig tilboð), ella til tryggingarendamál.
Endamálið við § 125 í gjaldslógini er at tryggja, at upplýsingar um hvar og hvat ein persónur hevur keypt, og hvat tað kostaði, ikki verða viðgjørd til óviðkomandi endamál, tí slíkir upplýsingar kunnu vera sera viðkvæmir persónsupplýsingar.
Sambært § 125, stk. 3 í gjaldslógini, mugu fyritøkur bert viðgera gjaldsupplýsingar til hesi endamál:
- at gjøgnumføra ella rætta eina gjaldstransaktión
- veiting av eini tænastu, sum er beinleiðis ætlað brúkaranum. tað kann til dømis vera um kontuupplýsingartænasta, ið ger eitt yvirlit yvir nýtsluna ella eina fíggjarætlan (buget) til brúkaran
- anonymisering av gjaldsupplýsingum
Tað er avgerandi hvussu upplýsingarnir eru innsavnaðir
§ 125 er bert galdandi fyri gjaldsupplýsingar, um hesir eru innsavnaðir umvegis eina gjaldstænastu, t.d. eitt gjaldskort ella umvegis eina app.
Fleiri fyritøkur bjóða kundaklubbaskipanir (sonevnt loyalitetsprogram), har brúkarar fáa tilboð uppá vørur ella avsláttur, afturfyri at fyritøkan fær loyvi frá brúkaranum at savna inn upplýsingar um, hvat brúkarin keypir. Ofta er kundaklubbafunktiónin bygd inn í eina gjaldstænastu, til dømis eitt gjaldskort ella eina app. Upplýsingarnar verða tí savnaðir inn, tá brúkarin rindar við gjaldskortinum ella appini.
Verða upplýsingarnar innsavnaðir umvegis eina funktión, ið er heilt skilt sundur frá gjaldskortsskipanini, er hetta í tráð við § 125 í gjaldslógini. Tað er tí avgerandi um gjaldsupplýsingarnar og keypsupplýsingarnar, ið verða nýttar sum grundarlag fyri kundaklubbaskipanini, verða innsavnaðar umvegis tvær ymiskar dátuskipanir á gjaldstænastuni.
Hetta merkir sostatt, at eru upplýsingarnar um hvar og hvat ein brúkari hevur keypt, kunnu latast víðari, nýtast til at áseta individuellar prísir og treytir fyri somu vøru til ymiskar kundar (persónlig tilboð), ella til tryggingarendamál, um upplýsingarnir eru savnaðir inn umvegis eina serstaka kundaklubbafunktión, ið er heilt skilt sundur frá gjaldskortsskipanini.
GG! Hóast slíkir gjaldsupplýsingar ikki eru fevnir av § 125, stk., 4 í gjaldslógini, eru upplýsingarnir kortini persónsupplýsingar, og skulu viðgerasat sambært galdandi lóggávu um persónsdatavernd.