Kontantreglan

Tey, ið taka ímóti gjaldskorti og fargjalding um app og líknandi, hava eisini skyldu til at taka ímóti reiðum peningi í tíðini frá kl. 06.00 og til kl. 22.00. Brot á kontantregluna kann verða revsað við bót.Sí vegleiðing um kontantregluna her


Tað kann ikki verða farið uttan um regluna við t.d. at lýsa við, at her verður ikki tikið ímóti reiðum peningi, ella at nokta at taka móti reiðum peningi. Tað kann heldur ikki verða farið uttan um regluna óbeinleiðis, við t.d. ikki at hava vekslipening.

Harafturat metir Brúkaraumboðið, at tað er brot á kontantregluna, um eitt virki fær sær eina skipan, har kontantkundarnir skulu gjalda eina upphædd í reiðum peningi inn á eitt elektroniskt kort, sum síðani kann verða nýtt at gjalda við.

Eftir meting Brúkaraumboðsins verður brot ikki gjørt á kontantregluna í gjaldslógini ella reglur í marknaðarføringarlógini um góðan sið, um vinnurekandi hava einstakar kassar, ið ikki taka ímóti reiðum peningi, tá tað ber til at gjalda við reiðum peningi við ein ella fleiri av teimum opnu kassunum. Her er tó tann treyt, at gjaldsmóttakarin kunnar um hetta væl og virðiliga á skeltum.

Pengar

Brúkaraumboðið hevur tikið avgerð í málið um kontantregluna, har kommuna ikki loyvdi borgara at gjalda kontant fyri bátapláss. Brúkaraumboðið vísti á, at um til bera at rinda við gjaldskorti, skal tað eisini bera til at rinda við reiðum peningi. Avgerðin kann lesast her.

Kontantreglan er heimilað í § 81 í gjaldslógini. Henda áseting ljóðar soleiðis: 


§ 81. En betalingsmodtager er forpligtet til at modtage betaling med kontanter i tidsrummet fra kl. 06.00 til kl. 22.00, hvis denne modtager betalingsinstrumenter omfattet af denne lov, jf. dog stk. 2, 3 og 5.”.

Stk. 2. Stk. 1 finder ikke anvendelse ved fjernsalg eller ved betalingstransaktioner i ubemandede selvbetjeningsmiljøer.

Stk. 3. Betalingsmodtagere, som er beliggende i områder, hvor der kan være en forhøjet risiko for røveri forbundet med modtagelse af kontanter, er uanset stk. 1 alene forpligtet til at modtage kontanter fra kl. 06.00 til kl. 20.00. Erhvervsministeren fastsætter, i hvilke områder på Færøerne der kan være en forhøjet risiko for røveri forbundet med modtagelse af kontanter. Erhvervsministeren offentliggør en meddelelse herom på Erhvervsministeriets hjemmeside.

Stk. 4. Betalingsmodtagere, der ønsker kun at modtage kontanter fra kl. 06.00 til kl. 20.00, jf. stk. 3, skal forinden underrette Finanstilsynet herom.

Stk. 5. Erhvervsministeren kan fastsætte regler om, at bestemte typer af betalingsmodtagere er forpligtet til altid at modtage betaling med kontanter uanset stk. 1-3

Skyldan at taka í móti reiðum peningi er ikki galdandi fyri fjarsølu. Fjarsøla er t.d. søla umvegis nethandil og onnur sløg av sølu um internetið og um telefonina.

Kontantreglan er ei heldur galdandi fyri gjalding í ómannaðum sjálvavgreiðslustøðum, sum t.d. ómannaðar bensinstøðir, sbr. § 81, 2. stk. í gjaldslógini.

Tað ber til at avmarka tað tíðarbilið, sum gjaldsmóttakarin hevur skyldu at taka móti reiðum peningi, frá kl. 06.00 til 20.00, um viðkomandi virki er í einum av teimum økjunum, sum Vinnumálaráðið hevur víst á at vera í serligum ránsvanda.
Henda heimildin í lógini er ikki brúkt enn. Um heimildin verður brúkt, skal ein listi yvir hesi øki vera at finna á heimasíðuni hjá Tilfeingis- og  Vinnumálaráðnum. 
Liggur virkið hjá einum vinnurekandi í einum av hesum serliga ránshóttu økjunum, og virkið fegið vil nýta ta stuttu tíðina frá kl. 06.00 til 20.00, skal fíggjareftirlitið verða kunnað um tað frammanundan. Tílíkar upplýsingar frá fíggjareftirlitinum eru at finna á heimasíðu fíggjareftirlitsins.

Fíggjareftirlitið kann í serligum førum geva heilt ella lutvíst undantaksloyvi frá kontantregluni.