Borgari keypt á netinum, men ikki fingið vøruna
Borgarin hevði krav uppá at fáa peningin aftur, eftir at hann hevði bílagt vøru á netinum, men ikki móttikið vøruna.
Avgerð
21. juni 2022
Lógargrundarlag
Gjaldslógin § 112
Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá borgara, sum hevði bílagt gerandisvøru frá einum nethandli fyri fimm vikum síðan, men hevði ikki móttikið vøruna. Borgarin hevði goldið 527,00 kr. fyri vøruna sama dag, sum hann hevði bílagt vøruna. Borgarin hevði gjørt nethandilin varugan við at vøran ikki var komin, bæði við at ringja og skriva teldupost, men hevði ikki fingið svar.
Brúkarumboðið hevur eftirlit við einum parti av gjaldslógini. Gjaldslógin kom í gildi í Føroyum 1. juli 2021. Tá talan er um fjarsølu, ásetir § 112 í Gjaldslógini, at tá ein brúkari keypir vørur og tænastur á netinum ella umvegis telefon, skal bankin hjá brúkaranum gjalda peningin aftur á kontu hjá brúkaranum, um brúkarin ger fylgjandi krav galdandi:
1. Fyritøkan hevur ikki veitt bíløgdu vøruna ella tænastuna
2. Fyritøkan hevur trekt eina upphædd, ið varð hægri enn avtalað, ella
3. Brúkarin hevur gjørt brúk av iðranarrætti sínum, áðrenn vøran ella tænastan varð veitt.
§ 112 sigur harafturat, at áðrenn eitt slíkt krav, skal brúkarin hava sett seg í samband við gjaldsmóttakaran við kravið um antin afturgjald av peningaupphædd ella krav um veiting av vøru ella tænastu.
Brúkaraumboðið bað borgaran venda sær til peningastovnin, ið varðar av gjaldskortinum, skjótast gjørligt, og heita á tey um at fáa í lag, at peningurin verður fluttur aftur. Gjaldslógin hevur eina endaliga freist uppá 13 mánaðar (frá tí degi peningurin er farin av kontuni), har borgarin skal gera kravið galdandi mótvegis peningastovninum.