Handil vildi ikki útgjalda virðið á tilgóðarseðli

Avgerð

7. november 2025

Lógargrundarlag

Gjaldslógin § 96, stk. 2

Brúkaraumboðið fekk klagu frá einum borgara, viðvíkjandi einum elektroniskum tilgóðarseðli frá einum klædnahandli. Borgarin vísti á, at hann hevði fingið ein tilgóðarseðil frá handlinum áljóðandi kr. 251,00. Upphæddin á tilgóðarseðlinum sást, men strikkodan var nakað slitin av. Sambært borgaranum var tilgóðarseðilin uml. 2-3 mánaðir, og hevði verið goymdur á einum tryggum staði. Borgarin greiddi frá, at handilin vildi ikki taka ímóti tilgóðarseðlinum, tí hann kundi ikki lesast av elektroniskt. Handilin vísti síðan á, at kundin skuldi havt tikið mynd av tilgóðarseðlinum. Borgarin segði seg ikki hava fingið kunning um, at hon skuldi taka mynd av tilgóðarseðlinum frammmanundan.

Brúkaraumboðið umsitur og hevur eftirlit við einum parti av gjaldslógini, herundir § 96, stk. 2 um útgjalding av elektroniskum peningi. Ásetingin kann lesast niðanfyri:

”§ 96. stk. 2. Indehavere af elektroniske penge kan inden udløbet af de elektroniske penge og i op til 1 år efter udløbet anmode om, at restværdien indløses til pålydende værdi.”

Sambært hesi áseting, kann kundin krevja at fáa virðið á tilgóðarseðlinum útgoldið so leingi tilgóðarseðilin er galdandi og upp til eitt ár eftir at tilgóðarseðilin er útgingin. Brúkaraumboðið heitti á handilin um at upplýsa, um tað var rætt, at handilin ikki vildi taka ímóti tilgóðarseðlinum, og at greiða frá orsøkini.

Frágreiðing frá klædnahandlinum

Klædnahandilin vísti á, at tey brúka vanligt termo pappír og termo printarar til útprentan av tilgóðarseðlum, og at hetta er ein loysn, sum er standard í næstan øllum handlum í Evropa. Hetta slag av pappíri er tað best skikkaða til kvittanir og tilgóðarseðlar, men hevur tíverri ta avmarking, at tað prentaða kann verða ólesiligt, um seðilin verður goymdur skeivt, sum er í longri tíð, í sól, hita ella undir trýsti. Handilin vísti eisini á, at fløskuautomatir í Føroyum brúka sama slag av pappíri. Handilin vísti harumframt á, at tey brúka eina skipan, ið eitur Shopify, sum hevur yvir 5.000.000 brúkarar í allari verðini, og sum livir upp til øll trygdarkrøv.

Handilin greiddi frá, at fyrsta treytin fyri at kunna handla við kundar er, at kundarnir kunna gjalda fyri vørurnar, antin við gjaldskorti, peningi, sum er heilur sambart galdandi reglum ella við einum tilgóðarseðli, ið er lesiligur. Í hesum føri var strikukotan á seðlinum ikki lesilig, og tí kundi seðilin ikki lesast elektroniskt. Handilin segði seg ikki hava møguleika at avgreiða tilgóðarseðlar uttan at kunna skanna teir, tí hetta tryggjar rætta virðið og forðar fyri misnýtslu. Handilin segði seg munnliga hava víst á, at kundar við elektroniskum tilgóðarseðlum verða viðmældir at taka mynd av seðlinum beinanvegin.

Niðurstøða

Ein vinnurekandi hevur ikki lógarásetta skyldu at lata tilgóðarseðlar, tá kundar angra eitt keyp og einki er galið við vøruni, men hetta verður gjørt í stóran mun fyri at geva góða kundatænastu. Tá ið tilgóðarseðil verður givin, eigur miðilin, sum verður brúktur – í hesum føri pappír – at hava nóg gott haldføri til tað tíðarskeiðið hann er galdandi. Kundin hevur hinvegin eisini eina ábyrgd fyri, at tilgóðarseðilin verður goymdur á tryggan og fullgóðan hátt. Í hesum føri er blekkið partvíst farið av seðlinum, og tað sæst eisini, at pappírið hevur verið rukkað. Tað er ikki møguligt hjá Brúkaraumboðnum at staðfesta, um pappírið hevur nóg gott haldførið ella um kundin hevur goymt tilgóðarseðilin á tryggan og fullgóðan hátt.

Handilin vísti á, at tey vanliga biðja kundar taka mynd av tilgóðarseðlinum. Kundin sigur, at hon ikki hevur fingið hesi boðini. Tað er ógjørligt hjá Brúkaraumboðnum at meta um, um tað er blivi nevnt ella ikki.

Tað eru tvey sløg av tilgóðarseðlum/gávukortum. Tað kann antin verða elektroniskt (sum flestu vinnurekandi brúka í dag), ella eitt pappír, har sum upphædd og navnið hjá handlinum framgonga (sum vit kenna tað frá fyrr av).

Í hesum føri var talan um ein elektroniskan tilgóðarseðil. Tað eru serligar ásetingar um elektroniskar tilgóðarseðlar í § 96, stk. 2 í gjaldslógini. Sambært hesi áseting, kann kundin krevja at fáa virðið á tilgóðarseðlinum útgoldið so leingi tilgóðarseðilin er galdandi og upp til eitt ár eftir at tilgóðarseðilin er útgingin. Ein treyt fyri at koma undir hesa áseting er, at tilgóðarseðilin kann avlesast elektroniskt. Tað kann hesin tílgóðarseðil ikki longur. Tískil metir Brúkaraumboðið, at hesin tilgóðarseðilin, lýkir ikki treytirnar í § 96, stk. 2 í gjaldslógini. Klædnahandilin hevur tískil ikki skyldu til at útgjalda virðið á tilgóðarseðlinum til kundan.

Brúkaraumboðið metir tó, at tað broytir ikki upp á tað sannroynd, at talan er um ein tilgóðarseðil til klædnahandilin uppá 251 kr. Á tilgóðarseðlinum sæst upphæddin og navnið á handlinum væl, og tískil skuldi tað ikki verið nakað at ivast í, at kundin hevur eitt materielt krav ímóti klædnahandlinum upp á 251 kr.

Brúkaraumboðið heitti á klædnahandilin um at lata kundan keypa fyri upphæddina, men handilin var ikki sinnaður at gera hetta.

Heimildirnar hjá Brúkaraumboðnum

Brúkaraumboðið umsitur partar av gjaldslógini, m.a. ásetingina um útgjalding av elektroniskum gávukortum og tilgóðarseðlum. Ein treyt fyri at tilgóðarseðilin kann vera fevndur av gjaldslógini er, at tilgóðarseðilin kann avlesast elektroniskt. Tað kundi hesin tilgóðarseðil ikki longur, og tí lýkur hann ikki treytirnar í gjaldslógini og er tí ikki fevnur av gjaldslógini. Tilgóðarseðilin er tí at meta sum ein vanligur tilgóðarseðil úr pappír, og ikki ein elektroniskur tilgóðarseðil.

Brúkaraumboðið metti kortini at kundin hevur eitt rætt til at keypa fyri henda tilgóðarseðilin, tí bæði upphæddin og navnið á handlinum sæst væl á tilgóðarseðlinum. Brúkaraumboðið heitti tí á klædnahandilin um at lata kundan keypa fyri tilgóðarseðilin, men klædnahandilin var ikki sinnaður at gera hetta.

Av tí at heimildirnar hjá Brúkaraumboðnum eru avmarkaðar til elektroniskar tilgóðaseðlar, ið eru fevndir av gjaldslógini, hevur Brúkaraumboðið ikki heimild til at krevja, at klædnahandilin skal góðtaka tilgóðarseðilin. Brúkaraumboðið endaði tí málið.