Ikki møguligt at rinda kontant fyri brennievni
Bensinstøð vildi ikki loyva fólki at gjalda kontant, tí tey høvdu eina avbjóðing við, at serliga ferðafólk rindaðu ikki fyri brennievni. Brúkarumboðið vísti á kontantregluna, sum ásetir, at um ein vinnurekandi tekur ímóti gjaldskorti, skal hann eisini taka í móti reiðum peningi.
Avgerð
7. juni 2023
Lógargrundarlag
Gjaldslógin § 81
Brúkaraumboðið varð gjørt varugt við, at tað ikki var møguligt, at rinda kontant fyri brennievni á eini bensinstøð. Brúkaraumboðið setti seg tí í samband við støðina og bað um eina frágreiðing. Støðin greiddi frá, at tey, eins og aðrar støðir, ið selja brennievni hava ta avbjóðing, at fólk ikki gjalda fyri brennievni. Talan er serliga um ferðafólk í leigubilum. Hesi fylla brennievni á bilin, áðrenn tey seta gjaldskortið í, og so halda tey, at tey hava goldið. Støðin hevði sett upp vegleiðing um, hvussu tey gjalda, men tað hevði ikki hjálpt. Hóast støðin hevði kannað nummarspjøldur og roynt at funnið fram til leigubilafyritøkurnar, varð tað ikki eydnast at fáa mista peningin inn aftur fyri brennievni. Tískil varð ein skipan sett upp, sum tryggjar, at brennievni ikki kann fyllast á, uttan at tað fyrst verður goldið fyri tað.
Brúkaraumboðið skilti væl trupulleikan, og vísti á, at í mun til gjaldslógina, er einki í vegin fyri, at fáa eina skipan, sum tryggjar, at brennievni ikki kann fyllast á, uttan at fyrst verður goldið fyri tað. Gjaldslógin ásetir, at um ein vinnurekandi móttekur gjaldskort, so skal hann eisini móttaka reiðan pening.Tí er tað týdningarmikið, at tað eisini skal verða møguligt at rinda við reiðum peningi.
Brúkaraumboðið bað støðina, um at lata upp aftur fyri møguleikanum at rinda brennievni við reiðum peningi.
Eigarin á bensinstøðini greiddi frá, at tey vóru ikki greið yvir, at tað ikki var loyvt at nokta at taka ímóti kontantum. Eigarin upplýsti, at tey taka uppslagið niður, og fara skjótast gjørligt at fáa eina skipan, við trimum gjaldsmøguleikum. Ein gjaldsmøguleiki verður, at til ber at gjalda við reiðum peningi áðrenn brennievni verður fylt á.