Kann kundin krevja at fáa peningin útgoldnan fyri ein tilgóðarseðil?
Brúkaraumboðið viðgjørdi klagu frá borgara, sum bað um at fáa ein tilgóðarseðil útgoldnan til reiðan pening. Handilin vísti á, at tilgóðarseðilin var ikki elektroniskur, tí hann hevði eitt raðnummar, og ikki strikukotu, QR-kotu v.m. Brúkaraumboðið kom til ta niðurstøðu, at tilgóðarseðilin var elektroniskur, serliga tí, at upphæddin var skrásett og goymd elektroniskt í skipanini hjá handlinum.
Avgerð
2. juli 2025
Lógargrundarlag
Gjaldslógin § 1, stk. 5
Gjaldslógin § 96, stk. 2
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eitt mál, har støða skuldi takast til, um kundin mátti keypa fyri ein tilgóðarseðil, ella um hann kundi krevja at fáa peningin útgoldnan í staðin.
Sambært gjaldslógini hevur ein ánari av elektroniskum peningi rætt til at fáa restvirðið útgoldið í gildistíðini og upp til eitt ár eftir, at gildistíðin er liðin. Hetta er eisini galdandi fyri aðrar líknandi elektroniskar tænastur, so sum gávukort og tilgóðarseðlar.
Brúkaraumboðið vísti á, at tað eru tríggjar treytir, sum skulu verða loknar fyri, at kundin kann krevja at fáa virðið á tilgóðarseðlinum útgoldið. Hesar treytir eru, at tilgóðarseðilin skal:
- kunna nýtast til at keypa vørur og tænastur fyri
- vera goldin fyri
- vera elektroniskur
Brúkaraumboðið metti tvær tær fyrstu treytirnar verða loknar, tí tilgóðarseðilin kundi brúkast til at keypa ymsar vørur í handlinum fyri, og tí keyparin hevði goldið fyri vøruna, sum hann fekk tilgóðarseðilin fyri.
Spurningurin var tí serliga, um tilgóðarseðilin var elektroniskur.
Tilgóðarseðilin hevði eina talrøð á 6 tøl, sum varð prentað á seðilin, har henda talrøð síðan varð tøppað inn í skipanina, fyri at eyðmerkja seðilin. Tilgóðarseðilin kann síggjast her niðanfyri:

Brúkaraumboðið kom til ta niðurstøðu, at tilgóðarseðilin var elektroniskur, serliga tí, at upphæddin var skrásett og lagrað elektroniskt í skipanini hjá handlinum. Kundin hevði tískil krav upp á at fáa peningin útgoldnan.
Sum dømi upp á “elektroniskt”, hevur áður verið víst á kort, sum kunnu avlesast við flís, magnetstrípu, strikukotu, QR-kotu ella aðrari kotu til elektroniska avlesing. Men innsláttur ella inntøpping í eina elektroniska skipan, er eisini fevnd av hugtakinum.
Tann vinnurekandi kann taka eitt ómaksgjald fyri at gjalda peningin út, um hetta er upplýst fyri kundanum, tá hann fær tilgóðarseðilin.
Somu reglur eru galdandi fyri elektronisk gávukort. Sí vegleiðing um elektronisk gávukort her