Kunnu vinnurekandi afturhalda pening á kontu hjá kundanum?

Avgerð

22. mai 2025

Lógargrundarlag

Marknaðarføringslógin § 3

Gjaldslógin § 95, stk. 1

Brúkaraumboðið fekk eina fráboðan frá borgara, um at eitt gistingarhús afturhelt/reserveraði pening á gjaldskorti hjá kunda. Kundin var ikki upplýstur um hetta, og tað kom illa við hjá kundanum, ið helt seg hava peningin tøkan. Gistingarhúsið greiddi frá, at hetta var vanlig mannagongd hjá øllum gistingarhúsum.

Brúkaraumboðið valdi tí at taka hetta upp við fleiri gistingarhús. Brúkaraumboðið greiddi frá, at tað er í lagi, at afturhalda pening á gjaldskortinum, um tað er ein saklig orsøk til hetta. Men kundin skal vera upplýstur um, at gistingarhúsini afturhalda pening. Hetta kann vera upplýst í bíleggingartreytunum. Umframt at upplýsa um, at møguligur peningur verður afturhildin, skal eisini vera upplýst um, - - - Orsøkina til, at upphæddin verður afturhildin Nøgdina av peningi, sum verður afturhildin Longdina á tíðarskeiðinum, ið upphæddin verður afturhildin.

Lógargrundarlag

Í § 95, stk. 1 í gjaldslógini er áseting um at afturhalda pening. Tað ber bert til at afturhalda pening, um kundin hevur givið samtykki til nágreiniligu upphæddina, ið verður afturhildin. ”§ 95. Iværksættes en betalingstransaktion af eller via en betalingsmodtager i forbindelse med en kortbaseret betalingstransaktion, og er det endelige beløb ikke kendt på det tidspunkt, hvor betaleren giver samtykke til at gennemføre betalingstransaktionen, kan betalerens udbyder kun reservere midlerne på betalerens betalingskonto, hvis betaleren har givet samtykke til det præcise beløb, der skal reserveres.”

§ 3 í marknaðarføringslógini er eisini viðkomandi, tí verða sølutreytir ikki upplýstar, kann talan vera um villleiðandi og óhóskandi marknaðarføring

Niðurstøðan

Ymiskt var hvussu mannagongdirnar hjá ymsu gistingarhúsunum vóru. Nøkur teirra upplýstu, at tey ikki afturhildu pening á kontu hjá kundanum, í meðan onnur gjørdu tað. Í teimum føri har gistingarhús afturhildu pening á kontu hjá kundanum, skuldu tey upplýsa greitt um hetta á heimasíðuni.

Brúkaraumboðið nýtt eisini høvi at samskifta við sølutreytir á gistingarhúsini teirra um heimasíðu. Brúkaraumboðið vísti á, at á onkrari heimasíðu skuldi kundin krossa av, at hann hevði lisið og góðtikið sølutreytirnar. Í slíkum føri eigur kundin at fáa atgongd til hesar sølutreytir, har hann eisini skal góðkenna tær. Tað eigur ikki at vera neyðugt hjá kundanum at leita fram sølutreytirnar úti á heimasíðuni hjá tí vinnurekandi. Gistingarhúsið broytti hetta beinavegin og setti leinkju inn við sølutreytum.

  tí eina førinum var heimasíðan stillað soleiðis, at tá kundin í samband við bílegging skuldi tøppa inn sínar upplýsingar, so var flugubein automatiskt sett í teigin “móttak tíðindabræv”. Funkan um at móttaka tíðindabræv var harafturat sett niðast, og var tí eisini trupul at síggja. Hetta er í stríð við sonevnda spammforboðið í § 6 í marknaðarføringslógini, sum ásetir, at tað er bert loyvt at senda út lýsingar og marknaðarføring elektroniskt, um kundin frammanundan hevur givið samtykki til hetta. Hetta merkir, at kundin aktivt skal taka støðu til, um hann vil melda seg til at móttaka tíðindabrøv. Brúkaraumboðið vísti á, at tá flugubein automatiskt er sett í teigin frammanundan, verður tað vanliga ikki mett at lúka tey krøv, sum vera sett eftir marknaðarføringslógini til eitt upplýst samtykki. Kundin kann tá verða meldaður til at móttaka tíðindabræv frá vinnurekandi, bert tí hann hevur yvirsæð at frámelda seg tíðindabrævið. Brúkaraumboðið bað tí gistingarhúsið um at broyta hetta, so kundin framyvir bert móttekur tíðindabræv, um hann hevur melda seg til tað. Gitingarhús broytti tað beinavegin.