Tað var ikki møguligt at rinda kontant á Tórsvølli

Avgerð

6. august 2025

Lógargrundarlag

Gjaldslógin § 81

Brúkaraumboðið fekk nakrar fráboðanir frá borgarum, um at tað ikki var gjørligt at gjalda við reiðum peningi á Tórsvølli. Tann eini borgarin hevði viðfest mynd av skelti á Tórsvølli, ið hevði yvirskriftina “Kontantleys søla”, og har kunnað var um, at ikki bar til at rinda við reiðum peningi á Tórsvølli. Sambært skeltinum bar einans til at rinda við gjaldskorti og ”Meira av tí góða korti.” Eisini var upplýst, at um borgarin hevði kontantan pening, so kundi hann venda sær til ein bás, fyri at veksla peningin til eitt ”Meira av tí góða kort”.

Brúkaraumboðið vendi sær til Gist og Vist, og vísti á kontantregluna, í § 81 í gjaldslógini, og vísti á, at um gjaldsmóttakarar taka ímóti gjaldskorti, skulu hesir eisini taka ímóti reiðum peningi í tíðini frá kl. 06.00 til 22.00.

Gist og Vist vísti á, at tey hava somu mannagongd til festivalar, eins og til fótbóltsdystir, og vísti á undantakið í Danmark til hetta. Brúkaraumboðið vísti á, at tað er rætt, at lógarbroyting er gjørd í Danmark, ið loyvir undantaki viðvíkjandi kontantari sølu, men at hetta er tó bert galdandi fyri festivalar. Fótbóltsdystir og annað er ikki fevnt av undantakinum, hvørki í Danmark ella í Føroyum.

Brúkaraumboðið vísti eisini á avgerð hjá danska Brúkaraumboðnum frá 24. mai 2019, har tað var mett at stríða ímóti § 81, stk. 1, í gjaldslógini, tá ein borgari varð sendur í eitt vøruhús at gjalda kontant, meðan onnur, sum rindaðu við korti kundu gjalda beinleiðis í servicecentrinum. Brúkararumboðið bað tískil um at fáa hetta í rættlag sum skjótast.

Brúkaraumboðið vendi sær í hesum sambandi eisini til Fótbóltssamband Føroya, og vístí á hetta sum borgarnir høvdu greitt frá. Brúkaraumboðið greiddi frá um kontantregluna í gjaldslógini, og at skeltingin var í stríð við kontantregluna.

Brúkaraumboðið greiddi samstundis frá, at tað ber ikki til at víkja uttanum kontantregluna, ið t.d. ikki at hava vekslipening. Brúkaraumboðið vísti á avgerð hjá danska Brúkaraumboðnum frá november 2024, har matstova fekk 40.000 kr í bót, tí hon skeltaði við, at hon ikki tók ímóti kontantum.