Ofta spurt um gjaldslóg

Vinnurekandi kunnu ikki avtala seg frá at útgjalda peningin, við at skriva hetta á gávukortið ella á heimasíðuna v.m.

Tað er ásett í § 6 í gjaldslógini, at tá tað kemur til brúkarar, kann lógin ikki frávíkjast við avtalu.

Sí § 6 í gjaldslógini niðanfyri:

§ 6. Loven kan ikke fraviges til skade for indehavere af elektroniske penge eller brugere af betalingstjenester, jf. dog stk. 2 og 3 og §§ 79 og 116.

Eitt elektroniskt gávukort kann vera eitt kort ella pappír, ið verður avlisið elektroniskt. Hetta kann t.d. vera kort við flís, magnetstrípu, strikkotu ella aðrari kotu til at lesa elektroniskt av ella sláa inn.  

Hesi eru ikki elektronisk
Gávukort sum ikki kunnu lesast av elektroniskt. Tað kann t.d. vera klippikort úr pappíri. Gávukort, ið innihalda eitt krav ella prógv um áogn, men har tað ikki ber til at lesa tey av elektroniskt. Tað kann eisini vera eitt atgongumerki til nakað ávíst, sum ikki kann avlesast elektroniskt. 

Elektronisk tænasta
Talan kann vera um eina elektroniska tænastu, um hon verður nýtt umvegis internetið ella umvegis eina app.

Elektroniskar tænastur verða nýttar til at gjalda fyri vørur og veitingar, men sum ikki eru gjaldingartænastur sum t.d. gjaldskort, gjaldstænasta og netbankaflyting

Dømi um elektroniskar tænastur at gjalda við kunnu t.d. vera elektronisk gávukort, ikki ókeypis stig í t.d. kundaklubbum, SIM-kort, elektronisk 10-túrakort, kantinukort o.a.m.

Henda treyt er uppfylt, tá ið tað beinleiðis ella óbeinleiðis er goldið fyri tænastuna. Tað krevst ikki, at útgjaldingin er ein verulig peningaupphædd, men kann t.d. vera ein vøra, ið verður umbýtt til ein tilgóðarseðil.

Tað skal vera goldið fult ella lutvíst fyri gávukortið. Tað er ikki krav at tað, ið verður goldið samsvarar við ásetta virðið á gávukortinum. Hevur tann, ið hevur goldið fyri gávukortið bert goldið fyri helvtina av upphæddini á gávukortinum, er kortini goldið fyri tað.

Um gávukortið er latið ókeypis, er treytin um at tað skal vera skriva út móti gjaldi ikki uppfylt. 

Ásett er í § 96, stk. 2 at restvirðið skal útgjaldast til ásetta virðið.

Tað er sostatt virðið, sum stendur á gávukortinum, ið skal gjaldast út. Hetta er eisini galdandi, um tann, sum hevur goldið fyri gávukortið, ikki hevur goldið fyri fult virðið á gávukortinum. T.d. um tann, sum hevur goldið fyri gávukortið, hevur fingið avsláttur.

Tað skal tann, sum hevur skrivað gávukortið. Tað kann vera ein handil, har gávukortið kann verða nýtt. Tað kann eisini vera eitt fyrisitingarfelag, ið eigur eina sølumiðstøð, har gávukortið kann verða nýtt í teimum einstøku sølubúðunum í miðstøðini.

Ja. Um tilgóðarseðilin uppfyllir niðanfyristandandi treytir, er hann at meta sum ein elektronisk tænasta, og kann tí útgjaldast. Treytirnar, sum tilgóðarseðilin skal uppfylla, eru hesar:

  • er elektroniskur
  • kann nýtast til at keypa vørur og tænastur
  • er skrivaður út móti gjaldi

Sum dømi um aðra elektroniska tænastu kann eisini nevnast elektronisk klippikort.

Tá talan er um elektroniskar tænastur, verður víst til § 1, stk. 5 í gjaldslógini, sum ásetur at elektroniskar tænastur, ið kunnu nýtast til at keypa vørur og tænastur, og sum eru útflýggjaðar móti gjaldi, kunnu krevjast útgoldnar.

Ja, men bert um fylgjandi treytir eru loknar:

  • gávukortið skal enn verða í gildi, og
  • tað skal vera avrátt frammanundan. 


Tá gildistíðin á gávukortinum er farin og upp til eitt ár eftir lokadagin, kanst tú enn biðja um at fáa virðið á gávukortinum útgoldið, men tá kanst tú ikki blíva kravd/ur eftir ómaksgjaldi.

Tú kanst ikki krevja at fáa virðið útgoldið longur enn eitt ár eftir endan á gildistíðini. Um tann vinnurekandi vil útgjalda peningin, hóast meira enn eitt ár er liðið frá tí at gávukortið gekk út, kanst tú verða kravd/ur eftir ómaksgjaldi, er tað avtalað frammanundan.

Ómaksgjaldið eigur at svara til tær veruligu útreiðslurnar, sum standast av at rinda fyri virðið, um ikki útreiðslurnar eru órímiliga høgar.

Ja. Um avgjald verður lagt afturat samlaða prísinum, skal tað upplýsast. Avgjaldið skal upplýsast har, sum prísurin er upplýstur fyrstu ferð.

Kortgjald er at meta sum avgjald, ið verður kravt afturat prísinum, og eigur tí eisini at vera upplýst. Til ber ikki altíð at vita frammanundan, hvat kortgjaldið verður. Men vinnurekandi eiga sum minstamark at upplýsa, at tað kemur eitt kortgjald afturat prísinum, soleiðis at brúkarin er kunnaður um tað. 

Til ber at lesa meira um ómaksgjald her

Tá talan er um ikki elektronisk gávukort, hevur tú ikki krav uppá at fáa peningin útgoldnan. 

Tú kanst lesa meira um ikki elektronisk gávukort her

Ein fyritøka kann vanliga sjálv avgera, hvørji ómaksgjøld, hon fer at uppkrevja frá sínum brúkarum í sambandi við útgjalding av t.d. einum gávukorti. Eitt ómaksgjald má kortini ikki vera órímiliga høgt í mun til tí tænastu, sum ómaksgjaldið dekkar yvir. Støddin á ómaksgjaldinum skal svara til tær rímuligu útreiðslurnar, ið standast av gjaldinum.

Øll ómaksgjøld skulu vera avrádd við brúkaran áðrenn. Tað kann t.d. vera avrátt í avtalutreytunum.