Óheimilaðar flytingar
Vinnurekandi kunnu ikki av sínum eintingum gera flytingar av kontu ella gjaldskorti v.m. hjá kundanum, uttan at kundin hevur givið samtykki til tess.
![]()
Gjaldingar í eini gjaldsavtalu viðvíkja ofta nøkrum heilt ítøkiligum. Hetta merkir so eisini, at avtalan er avmarkað og fastløgd til júst hetta. Tað kann t.d. vera gjaldingar til limaskap í fitness ella eitt telefonhald. Gjaldingar til nakað, ið víkir frá tí avtalaða, krevur eina nýggja gjaldsavtalu.
Hevur ein kundi eina gjaldsavtalu við ein vinnurekandi, har fast gjald regluliga fer av gjaldskortinum, kann tann vinnurekandi sostatt ikki taka eitt hægri gjald, uttan so at hetta er avtalað frammanundan. Tekur tann vinnurekandi eitt hægri gjald, kann upphæddin útyvir tað avtalaða fasta gjaldið vera óheimilað, sambært gjaldslógini. Hetta er eisini galdandi, um talan t.d. er um ómaksgjald ella um eingangsupphæddir, um hesi ikki eru avrádd frammanundan.
Tað ber til at gera avtalu um gjalding fyri serstakar veitingar ella í serligum føri, t.d. um kundin ikki møtir upp til umbidnan fitnesstíma. Men hesar treytir mugu framganga greitt av avtaluni.
Brúkaraumboðið viðgjørdi klagu frá borgarum, um fittnes fyritøka uttan kunning hækkaði mánaðarliga limagjaldið, og tí trekti eina hægri upphædd av kontu hjá kundunum. Avgerðin kann lesast her.
§ 82. En betalingstransaktion er kun autoriseret, hvis betaleren har meddelt samtykke til at gennemføre transaktionen. Betaleren kan autorisere betalingstransaktionen før eller efter gennemførelsen af denne, hvis det er aftalt mellem betaleren og dennes udbyder. Er der ikke meddelt samtykke, skal betalingstransaktionen anses for uautoriseret.
Stk. 2. Samtykke meddeles i den form, der er aftalt mellem betaleren og dennes udbyder. Det kan herunder aftales, at samtykke til at gennemføre en betalingstransaktion tillige kan gives via betalingsmodtageren eller en udbyder af betalingsinitieringstjenester.
Stk. 3. Betaleren kan tilbagekalde et samtykke efter stk. 1 indtil det tidspunkt, der følger af § 111. Et samtykke til at gennemføre en række betalingstransaktioner kan også tilbagekaldes, hvorefter eventuelle fremtidige betalingstransaktioner skal anses for uautoriserede.
Hvørjar gjaldstransaktiónir brúkarin hevur givið samtykki til, veldst um hvørjar upplýsingar hann fekk, og hvussu hann fekk teir, tá hann lat sínar kortupplýsingar.
Brúkarin skal sum minsta mark hava fingið upplýst upphæddina, og hvussu ofta henda upphædd verður trekt av kontu hjá brúkaranum. Brúkaraumboðið metir, at hevur brúkarin ikki fingið hesar upplýsingar, hevur hann ikki givið samtykki til gjaldið, samsvarandi § 82 í gjaldslógini.
Børn undir 18 ár kunnu ikki átaka sær gjaldsskyldir uttan samtykki frá foreldrum. Hetta er ásett í § 42, stk. 2 í værgemålsloven.
Samtykki skal vera gjørt ítøkiligt. Tað vil siga, at tað skal vera klárt og týðiligt, hvat samtykki verður givið til, og tað skal framganga, hvussu samtykkið verður tikið aftur.
Eitt samtykki verður í útgangsstøði givið einum ávísum vinnurekandi.
Samtykki kann útvegast við undirskrift frá foreldrunum. Samtykki kann eisini útvegast elektroniskt, t.d. umvegis teldupostin hjá foreldrunum, tó við teirri treyt, at samtykki kann eftirkannast gjøgnum t.d. telefon ella teldupost.
Tey vinnurekandi mugu í marknaðarføringini týðiliga gera vart við, tá neyðugt er við samtykki frá foreldrunum.
Les meira um ómyndug og avtalur her