Tá vinnurekandi afturhalda eina upphædd á kontu hjá brúkaranum

Tá ein vinnurekandi í eitt tíðarskeið afturheldur (reserverar) pening á kontu hjá brúkaranum, er hesin peningur fyribils ikki tøkur á kontu hjá brúkaranum. Tann vinnurekandi tekur sostatt fyribils ræði á upphæddini hjá brúkaranum, og tað ber bert til, um avtalað er gjørd millum brúkaran og gjaldsmóttakaran um hetta.

Sambært § 95, stk. 1 í gjaldslógini kann ein vinnurekandi bert afturhalda pening á kontu hjá brúkaranum, um brúkarin hevur givið samtykkið til neyvu upphæddina, ið verður afturhildin.
Sum dømi kann nevnast, at um tú bíleggur eitt hotelluppihald, har tað møguliga kunnu koma eyka útreiðslur afturat, so sum bílegging av mati, keyp av vørum úr minibarrini ella líknandi, kann hotellið biðja um at afturhalda pening á tínari kontu. Afturhildni peningurin er tá ikki tøkur á kontuni hjá tær í tíðarskeiðinum, hann er afturhildin.

Men sambært § 95, stk. 1, skalt tú framamnundan vita og góðtaka neyvu upphæddina, ið verður afturhildin. Tann vinnurekandi kann tí ikki afturhalda eina tilvildarliga ella ókenda upphædd.

Upphæddin skal frígevast á kontu hjá brúkaranum, skjótast gjørtligt eftir brúkarin er kunnaður um endaligu upphæddina, og seinast beint eftir gjaldsváttanina, sambært § 96, stk. 2. 

Saklig orsøk til at afturhalda pening á kontu hjá brúkaranum
Vinnurekandi skulu hava eina sakliga og rímiliga orsøk til at afturhalda pening á kontu hjá brúkaranum. Ein saklig orsøk er keyp, har endaligi kostnaðurin ikki er kendur. Brúkaraumboðið skal vísa á, at tað er ósakligt og órímiligt:

  • at afturhalda eina upphædd, ið er hægri enn neyðugt.
  • at afturhalda peningin longri enn neyðugt, og ikki leysgeva upphæddina skjótast gjørtligt
  • at afturhalda pening uttan samtykkið frá brúkaranum