Keyp av vørum og tænastum

Brúkaraumboðið kann vegleiða um reglurnar í keypilógini, men er hetta ikki lóggáva ella øki, sum Brúkaraumboðið annars umsitur ella hevur eftirlit við. Borgarar kunnu skriva ella ringja til okkara fyri at fáa vegleiðing um reglurnar, men av tí at Brúkaraumboðið ikki umsitur øki, so kunnu vit ikki fara inn í ítøkilig mál. Brúkaraumboðið hevur tískil ongar avgerðir á hesum øki.

Vøran er ikki í lagi - hevur ábrek

Um vøran ikki er í lagi ber til at klaga til seljara um vøruna, men ávísar treytir eru knýttar at hesum.

Nethandil

Fjarsøla fevnir um sølu á netinum og postbíleggingar, har brúkarin ikki fær vøruna í hendi, áðrenn hann hevur gjørt keypsavtaluna við tann vinnurekandi.

Vøruflutningur, tá klagað verður um vøruna

Tá tú klagar um eina vøru, hevur seljarin rætt til at kanna vøruna og taka støðu til, um tú hevur rætt til, at fáa vøruna umvælda ella býtta um við nýggja vøru.

Kvittan

Ein kvittan er eitt prógv fyri keyp av vøru. Tí er tað umráðandi, at kvittanin verður goymd, um vøran ikki er í lagi, ella um borgarin ynskir at gera brúk av einum møguligum umbýtingar - ella iðranarrætti.

Skalt tú gjalda fyri, at vøran verður kannað?

Seljari kann krevja eitt gjald fyri at kanna vøruna, um kanningin vísir, at ábrekið við vøruni ikki er fevnt av keypilógini.

Iðranarrættur og umbýting tá vøran er í lagi

Tá ið keypt verður í vanligum handli, stendur tað til seljara at avgera, um hann bjóðar tær rættin til at bera vøruna aftur ella býta vøruna um við okkurt annað.

Umvælingar

Tá vøra skal umvælast, hevur tað týdning at finna út av, um umvælingin er fevnd av keypilógini ella ikki - tí hvør skal rinda fyri umvælingina?

Gávukort, sum ikki eru elektronisk

Sambært fyrningarlógini fyrnast gávukort sum útgangsstøði eftir 5 árum, um onnur avtala ikki er gjørd. Um onnur freist er avtalað, skal henda ikki vera órímiliga stutt.