Gávukort, sum ikki eru elektronisk

Í dag eru flestu gávukort elektronisk. T.v.s. at tey kunnu avlesast elektroniskt í skipanini hjá handlinum, við strikukotu ella aðrari kotu. Serligar reglur galda fyri elektronisk gávukort og elektroniskar tilgóðarseðlar, sí vegleiðing her

Men enn síggja vit gávukort, sum ikki eru elektronisk. Sí reglurnar fyri hesi gávukort niðanfyri:

Fyrningarfreist fyri gávukort
Sambært fyrningarlógini fyrnast gávukort sum útgangsstøði eftir 5 árum, um onnur avtala ikki er gjørd. Um onnur freist er avtalað, skal henda ikki vera órímiliga stutt. Eingin føst regla er fyri, hvussu stutt freistin tá kann vera, men meginreglan er, at móttakarin skal hava rúma tíð til at brúka gávukortið. Fatanin hjá Brúkaraumboðnum er, at ein freist styttri enn 1 ár, er ikki góður marknaðarføringssiður.

Um gildistíðin á gávukortinum er styttri enn 5 ár, skal hetta skrivast á gávukortið.

Tú kanst ikki krevja at fáa peningin aftur
Tá ið tú fært gávukort ella býtir vøru um við ein tilgóðaseðil, sum ikki er elektroniskur, kanst tú ikki krevja at fáa peningin út, t.d. um handilin einki hevur tær dámar, ella um tíðarfreistin er við at fara. Reglurnar eru sostatt ymiskar, alt eftir um talan er um elektronisk gávukort ella ikki. 

Húsagangur ella nýggjur eigari
Fær handilin nýggjan eigara ella fer hann á húsagang, kann peningurin verða mistur ella ógvuliga trupul at fáa aftur.  Fer virkið av knóranum, kanst tú ikki seta seljaranum krav, men mást leggja kravið inn fyri trotabúgvið.

Tí er tað altíð eitt gott hugskot at brúka gávukort og tilgóðaseðlar so skjótt sum til ber.

 

  • Vanliga skulu gávukort brúkast skjótast til ber, tá peningurin annars kann verða mistur, um handilin letur aftur, fer á húsagang ella fær nýggjan eigara, áðrenn gávukortið er brúkt.

  • Gev tær far um, hvussu leingi gávukortið er galdandi. Gávukortið fyrnast aftaná 5 ár, um onnur avtala ikki er gjørd. Um onnur avtala er gjørd, skal freistin fyri at brúka gávukortið ikki vera órímiliga stutt,

  • Tryggja tær, at gávukortið ikki fyrnast, áðrenn móttakarin hevur møguleika til at brúka gávukortið.

  • Kanna um gávukortið kann býtast til reiðan pening. Útgangsstøði er, at hetta ikki letur seg gera. Fæst ein slík avtala tó í lag, skalt tú tryggja tær, at hetta verður skrivað á gávukortið.

  • Hav í huga, um tað er lætt og ómakaleyst hjá móttakara at brúka gávukortið. Nógv gávukort verða ikki brúkt, tí at tað er ov trupult, tey verða gloymd ella blíva burtur.