Ofta spurt um keyp av vørum og tænastum
Nei, í Føroyum er eingin munur. Tvs. at óansæð um keypt verður á netinum ella í handli, so er umbýting ella angrirættur ikki ein rættur sum borgarin hevur sambært lógini.
Í Danmark er lóggávan broytt soleiðis, at tað eru aðrar treytir galdandi, tá talan er um keyp á netinum (online), men henda broyting er ikki sett í gildi í Føroyum.
Bert um handilin bjóðar hesa tænastu.
Um vøran er sum hon skal, og handilin ikki bjóðar, at tú kanst angra keypið, so ber ikki til at angra. Útgangsstøðið er, at keypt er keypt.
Iðranarrættur ella angrirættur er, tá tú hevur keypt eina vøru, sum tú vilt lata inn aftur ella møguliga býta hana um við aðra vøru.
Reklamatión er nakað annað, tí tá er okkurt áfatt við vøruni, sum tú hevur keypt. Vøran hevur ein mangul (ábrek), og tú ynskir at klaga um vøruna. Her kanst tú krevja, at vøran verður umvæld ella at tú fært eina nýggja vøru. Í nøkrum føri kanst tú eisini heva keypi og fáa peningin aftur.
Tú kanst lesa meira um hetta evnið undir punktinum "Vøran er ikki í lagi".
Sambært keypilógini er ein freist á tvey ár at fráboða seljara, at okkurt er galið við vøruni. Er okkurt galið við tí keypta, skalt tú venda tær til seljaran innan rímiliga tíð eftir, at tú varnast ábrekið, og í seinasta lagi tvey ár eftir, at tú keypti vøruna. Fráboðan til seljara um brekið, ið verður givin í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at tú varnaðist brekið, er altíð rættstundis.
Um tú hevur keypt eina vøru, sum ikki er, sum hon eigur, eru reglurnar um ábrek í keypilógini galdandi.
Keypilógin gevur tær rætt til:
- at vøran verður umvæld
- at vøran verður býtt um við eina nýggja vøru av sama slagi
- at tú fært lutfalsligan avsláttur í prísinum
- at tú fært pengarnar aftur - keypið gongur aftur
Tann vinnurekandi kann nokta tínum ynski um at lata keypið ganga aftur, um hann innan rímiliga tíð bjóðar tær umvæling ella umbýting við nýggja vøru.
Um tann vinnurekandi bjóðar umvæling, skal hetta vera uttan stórvegis ampa fyri brúkaran.
Tað er fyrst og fremst tú sum brúkari, ið skalt prógva, at ábrekið er fevnt av keypilógini. Tó er metingarreglan galdandi fyrstu seks mánaðirnar eftir, at vøran varð útflýggjað.
Metingarreglan:
Tá eitt ábrek við tí keypta vísir seg fyrstu seks mánaðirnar eftir, at vøran varð útflýggjað, verður mett, at ábrekið ella orsøkin til ábrekið var til staðar, tá brúkarin fekk vøruna. Hetta verður kallað metingarreglan. Sum brúkari skalt tú bert prógva, at keypta vøran hevur eitt ábrek, ið tú nú klagar um.
Próvbyrða:
0-6 mánaðir: metingarreglan er galdandi.
6-24 mánaðir: brúkarin skal prógva, at ábrekið, ið klagað verður um, var til staðar, tá vøran varð útflýggjað.
Sambært keypilógini er ein freist á tvey ár at fráboða seljara, at okkurt er galið við vøruni. Er okkurt galið við tí keypta, skalt tú venda tær til seljaran innan rímiliga tíð eftir, at tú varnast ábrekið, og í seinasta lagi tvey ár eftir, at tú keypti vøruna. Fráboðan til seljara um brekið, ið verður givin í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at tú varnaðist brekið, er altíð rættstundis.
Seljarin hevur í ein ávísan mun rætt til at umvæla vøruna ella býta hana um við eina nýggja. Letur hetta seg ikki gera, kann brúkarin slíta keypið.
§ 72 í keypilógini ásetur, at tá eingin prísur er upplýstur, so skal keypari gjalda tað, sum seljari ásetur, uttan so at hetta er órímiliga høgt.
Brúkaraumboðið umsitur ikki keypilógini, og hevur tískil ikki heimild at taka avgerð um gjald er órímiliga høgt.
Ja, reglurnar í keypilógini eru eisini galdandi fyri keyp millum privatar persónar (sivilt keyp). Men, reglurnar eru nakað øðrvísi, enn tá keypt verður frá einum vinnurekandi (brúkarakeyp).
Við sivilum keypi er meira rúm fyri avtalu millum partarnar, og eru reglurnar í keypilógini eisini frávíkiligar.
Tá talan er um sivilt keyp, hevur keyparin minni verju enn, tá talan er um brúkarakeyp. Reglurnar um tvey ára reklamatiónsrætt eru bert galdandi í brúkarakeypi. Tó kunnu keypari og seljari avtala, at hetta eisini skal vera galdandi í einum sivilum keypi.
"Keypt sum sæð" (Købt som beset) kann hava týdning í sivilum keypi. "Keypt sum sæð" kann nevniliga avmarka tínar møguleikar at gera ábrek galdandi, men tað ger ikki at seljari sleppur undan ábyrgd, um har t.d. eru týðandi fjaldir manglar ella ósannar upplýsingar.
Nei, keypilógin er ikki galdandi fyri keyp og sølu av fastogn.
Meginreglan í einum keypi er, at tann vinnurekandi veitir eina vøru ella tænastu, samstundis sum brúkarin veitir eitt gjald afturfyri. Tí eigur ein vinnurekandi í einari netsølu ella handli ikki at krevja gjald frá brúkaranum, áðrenn vøran verður borin út til brúkaran - t.v.s. taka gjaldið av kortinum hjá brúkaranum, um brúkarin hevur latið seljara gjaldsupplýsingar.
Hetta er eisini stuðla undir av samtíðarmeginregluni ásett í keypilógini, sum ásetir, at keyparin skal gjalda fyri eina vøru, samstundis sum hann fær vøruna.
Ásettar avtalutreytir um undangjaldingar kunnu verða órímiligar og ikki í samsvar við góðan marknaðarføringssið. Men ein vinnurekandi kann hava sakligar grundir til at taka gjaldið frammanundan td. um talan er um eitt bíleggingarkeyp, har seljarin krevur eitt trygdargjald, og har vøran verður bíløgd serliga til kundan, og vøran tí hevur fingið ein persónligan dám.
At fyritøkan er fíggjarliga illa sperd, er ikki ein saklig grundgeving fyri at krevja undangjald frá keypara.
Í leypandi avtalum kann tað eisini vera í lagi, at seljarin krevur gjald frammanundan, um hetta er ásett í avtaluni.
Um gjald verður tikið frammanundan, skal brúkarin kunnast um hetta, áðrenn avtalan verður gjørd. Umbøn av peningaupphæddini á gjaldskortinum hjá brúkaranum, eigur at verða strikað, tá gjaldið er gjøgnumført ella um keypið verður ógildað.