Rokningar

Niðanfyri finnur tú góð ráð um, hvussu tú skalt bera teg at fyri virkjum, sum senda rokningar - og um so er, at tú fært eina áheitan frá einum innheintingarvirki

Hvat geri eg, um eg fái ein pakka og/ella uppkrav við postinum, men eg havi ikki bílagt nakað?
Fyrst og fremst er tað tann vinnurekandi, ið skal skjalprógva, at viðkomandi hevur gjørt avtalu við teg um at keypa vøru ella hevur gjørt haldaraavtalu. Heldur tú, at tú ongantíð hevur gjørt avtalu við tann vinnurekandi, eigur tú skjótast til ber at skriva til virkið (og til tað innheintingarvirki, sum krevur inngjaldið) og siga frá, at einki verður goldið í postgjaldi, uttan so, at virkið kann skjalprógva, at avtala er gjørd. Minst til at goyma skjalið, har tú sýtir fyri at rinda.

Eg havi bílagt royndarpakka, men eg fái fleiri pakkar. Hvat geri eg?
Fyrst og fremst er tað tann vinnurekandi, ið skal skjalprógva, at hann hevur gjørt avtalu við teg um at keypa vøru ella hevur gjørt haldaraavtalu. Heldur tú, at tú bara hevur bílagt ein royndarpakka, men framvegis fær pakkar, eigur tú skjótast til ber at skriva til virkið (og til tað innheintingarvirki, sum krevur inngjaldið) og siga frá, at tú bara hevur avrátt at keypa ein pakka, og at einki verður goldið fyri aðrar sendingar, uttan so, at virkið kann skjalprógva, at avtala er gjørd um tað. Minst til at goyma skjalið, har tú mótmælir.

Eg havi longu goldið fyri vøruna/tænastuna, hóast eg ikki havi bílagt nakað, men fái alsamt vørur og rokningar. Hvat geri eg?
Hevur tú goldið fyri ein pakka, men heldur ikki, at tú hevur bílagt hann, kanst tú fyrst av øllum krevja peningin aftur. Í praksis er tað kortini ógvuliga torført at fáa peningin aftur, vil tann vinnurekandi ikki sjálvboðin gjalda aftur. Tú skalt gera tær greitt, at hevur tú goldið rokningina og ikki mótmælt samstundis, kanst tú verða ákærd/ur fyri at hava gjørt eina avtalu í stillum, og við tí missir tú kravið um endurgjald – hetta geldur serliga, um tú hevur brúkt vøruna.

Eg havi mótmælt bæði hjá vinnurekandi og innheintingarvirkinum. Tey svara ikki, og eg fái framvegis áminningar. Hvat geri eg?
Tú verður noydd/ur framhaldandi at mótmæla bæði hjá vinnurekandi og innheintingarvirkinum. Tú kanst til dømis halda fram at vísa til tíni mótmæli. Tað er týdningarmikið, at tú kanst prógva, at tú hevur mótmælt. Tí er tað gott hugskot altíð at venda sær til teirra skrivliga (t.d. við telduposti) og goyma avrit av áheitan og eisini kanna uppaftur, at áheitanin er send til røttu adressuna.

Eg havi fingið bræv um, at eg skal í rættin/fútarættin, rindi eg ikki. Hvat geri eg?
Ert tú ósamd í kravinum, tekur fútarætturin ikki støðu til, um kravið er rættvíst. Harafturímóti skal kreditorur (t.d. innheintingarvirkið, hevur tú fingið kravið frá teimum) stevna teg í býrættinum í tínum rættardømi, vilja tey seta fram sítt krav undir tvingsli. Tað verður kortini tann vinnurekandi, ið skal prógva, at tú ert sek/ur og skyldar upphæddina, t.d. tí tú hevur gjørt gylduga avtalu um at halda eina vøru. Tann vinnurekandi kann ikki fara í rættin, fyrr enn tað fyri tær er skjalprógvað, at kravið er rættvíst. Fært tú, hóast tú ikki væntar tað, eina stevning, kanst tú fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving í Rættarhjálpini. Rættarhjálpin umboðar teg tó ikki í einum rættarmáli.

Tað er altíð týdningarmikið, at tú kanst prógva, at tú hevur mótmælt at gjalda, ert tú ósamd við kravinum. Fært tú ikki samband við virkið, er umráðandi, at tú kanst prógva, at tú hevur roynt at fingið samband. Tí er tað eitt gott hugskot at snúgva sær til teirra skrivliga (t.d. við telduposti) og goyma áheitanina og harumframt kanna eftir, at áheitanin er send til rætta bústaðin.

Tað er ongantíð skilagott at látast sum einki, tá ið uppkrav verður sent tær, hóast tú heldur, at tað er óheimilað. Tú eigur altíð at seta teg í samband við tann vinnurekandi (og til tað innheintingarvirki, sum krevur inngjaldið) og sýta fyri at gjalda. Gert tú einki, kanst tú eftir umstøðunum verða ákærd/ur fyri ikki at látast við teg koma og tí ert skyldug at rinda fyri vøruna – serliga, um tú hevur brúkt vøruna. Minst til at goyma skjalið, har tú mótmælir.

Tá ein tænasta verður gjørd eftir rokning, kanst tú krevja at fáa eina greiða rokning, soleiðis at tú hevur møguleika at síggja, hvussu nógv hvør einstakur partur av tænastuni hevur kostað.
Um tú frammanundan hevur fingið eitt tilboð, er vanligt, at tænastan og prísurin eru skrivað á tilboðið ella á bíleggingarváttanina. Um so er, kanst tú ikki seinni krevja eina útgreinaða rokning.
Hevur tú ikki fingið eitt tilboð, men eina kostnaðarmeting, verður tænastan gjørd eftir rokning. Marknaðarføringslógin ásetur, at tá ein tænasta er gjørd eftir rokning, skalt tú, um tú biður um tað, fáa eina útgreinaða rokning, sum gevur tær møguleika at kanna prísin á teimum vørum og tænastum, ið tænastuveitingin fevnir um.
Tað ber tó til at avtala við tann vinnurekandi, at tú fært eina frágreiðing á rokningina, ið hevur týdning fyri teg. Í serligum førum kanst tú krevja at fáa eina meira nágreiniliga lýsta rokning, t.d. um prísurin verður munandi hægri enn væntað.

Hevur tú fingið pakkar, tú ikki hevur bílagt, hevur tú ikki skyldu at senda teir aftur. Eitt gott hugskot er kortini, at tú skrivar til vinnurekandi og sigur, at tú hevur fingið pakkarnar, og at tey eru vælkomin at heinta teir á tínum bústaði.