Skalt tú gjalda fyri, at vøran verður kannað?
Seljari kann krevja eitt gjald fyri at kanna vøruna, um kanningin vísir, at ábrekið við vøruni ikki er fevnt av keypilógini. Tað er ein treyt, at tú hevur góðtikið gjaldið, áðrenn vøran verður kannað, og at upphæddin skal vera rímilig. Tað er sostatt ikki nóg mikið, at tað t.d. stendur á heimasíðuni hjá seljaranum, at hann hevur rætt til at krevja gjaldið.
Seljari kann bert krevja eitt gjald fyri at kanna vøruna, um:
- Tú greitt og týðiliga er kunnað/ur um gjaldið og upphæddina
- Tú hevur góðtikið at gjalda hesa upphædd
- Ábrekið, ið klagað verður um, ikki er fevnt av reglunum í keypilógini (t.v.s. at seljarin ber ikki ábyrgdina fyri brekið)
- Upphæddin ikki er órímilig
Tað er seljari, sum skal prógva, at tú er kunnað/ur um gjaldið og at tú hevur góðtikið eitt møguligt gjald fyri at kanna vøruna.
Um tú ert vís/ur í, at ábrekið er fevnt av keypilógini, kanst tú nokta at rinda upphæddina, sum seljari krevur.