Vøran er ikki í lagi - hevur ábrek

Vøran nýtist ikki at vera brotin fyri at hava eitt ábrek. Sum tað kann lesast undir "Hvat er ábrek", kunnu ábrek við tí keypta vera nógv ymiskt. Ábrekið skal vera við vøruni, tá vøran verður keypt.
Orðið “ábrek”, “mangul” ella "skaði", sum tað ofta verður nevnt, skal skiljast breitt. Sambært keypilógini er ikki altíð talan um ábrek, um okkurt er galið við tí keyptu vøruni. Talan er bert um ábrek, um ábrekið ella orsøkin til hetta, var til staðar tá tú keypti vøruna. Ábrekið kann gott hava verið til staðar, tá tú keypti vøruna, hóast hetta ikki vísir seg fyrr enn seinni.
Um tú hevur keypt eina vøru, sum ikki er, sum hon eigur, eru reglurnar um ábrek í keypilógini galdandi.
Keypilógin gevur tær rætt til:
- at vøran verður umvæld
- at vøran verður býtt um við eina nýggja vøru av sama slagi
- at tú fært lutfalsligan avsláttur í prísinum
- at tú fært pengarnar aftur - keypið gongur aftur
Tann vinnurekandi kann nokta tínum ynski um at lata keypið ganga aftur, um hann innan rímiliga tíð bjóðar tær umvæling ella umbýting við nýggja vøru.
Um tann vinnurekandi bjóðar umvæling, skal hetta vera uttan stórvegis ampa fyri brúkaran.
Dømi um ábrek (manglar) sambært keypilógini:
- Vøran samsvarar ikki við heitið, hon er seld undir. Sofan er seld sum leðursofa, men tað vísir seg, at tað bara eru púturnar, sum eru leður, restin er leðurlíki.
- Seljari hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum hava týdning fyri tína avgerð at keypa. Seljari lýsir við, at sjónvarpið er niðursett frá 8.000 til 3.000 krónur. Í veruleikanum hevur tað ongantíð kostað meira enn 3.500 krónur. (Hetta er eisini villleiðandi marknaðarføring).
- Eitt sølulið longri frammi í ketuni, t.d. innflytari ella framleiðari, hevur í lýsingum ella á innpakking givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar um vøruna, t.d. kann hann hava skrivað í faldarinum, at ljós er í kuldaskápinum, hóast hetta ikki er rætt.
- Seljari gevur tær ikki upplýsingar um vøruna, hóast tað hevur avgerandi týdning fyri títt val, og seljari er vitandi um ella átti at verið vitandi um hetta. Tú keypir ein komfýr, men fært ikki at vita, at komfýrurin hevur staðið á goymslu í fimm ár.
- Tú fært ikki neyðugu upplýsingarnar um uppseting, røkt, nýtslu og varðveitslu. Tað vísir seg, at jakkin tú hevur keypt, tolir hvørki vask ella reinsan, men tað fekst tú ikki at vita, tá tú keypti hann.
- Vøran samsvarar ikki við tað, tú hevur avtalað við seljaran. Tú hevði bílagt eina svarta súkklu, men fekst eina grøna.
- Vøran hóskar seg ikki til endamálið, ið ein tílík vøra vanliga verður nýtt til. Teir tjúkku gonguskógvarnir, ið tú hevur keypt, tola ikki vátlendi.
- Vøran hóskar seg ikki til endamálið, hóast seljarin hevur váttað, at hon er hóskandi. Seljarin, ið veit hvat slag av teldu tú eigur, viðmælir ein ávísan printara, ið ikki kann brúkast til tína gomlu teldu.
- Vøran hevur ikki ta haldgóðsku, ið tú eigur at kunna krevja. Tín nýggja vaskimaskina brotnar aftaná 10 mánaðir, orsakað av einum feili í motorinum.
- Vøran samsvarar ikki við vøruroyndina, ið tú sást, áðrenn tú bílegði. Teppið, ið tú fært útflýggjað frá seljara, hevur ein annan lit, enn tað tú sást í vøruhúsinum.
Sambært keypilógini er ein freist á tvey ár at fráboða seljara, at okkurt er galið við vøruni. Er okkurt galið við tí keypta, skalt tú venda tær til seljaran innan rímiliga tíð eftir, at tú varnast ábrekið, og í seinasta lagi tvey ár eftir, at tú keypti vøruna. Fráboðan til seljara um brekið, ið verður givin í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at tú varnaðist brekið, er altíð rættstundis.
Seljarin hevur í ein ávísan mun rætt til at umvæla vøruna ella býta hana um við eina nýggja. Letur hetta seg ikki gera, kann brúkarin slíta keypið.
Talan er um umbýting/umlevering, tá ið vøran tú hevur keypt hevur ein feil, ið seljarin hevur ábyrgdina av, og tú fært eina nýggja vøru útflýggjaða. Tann nýggja vøran skal vera líka sum hon, tú upprunaliga keypti, tað merkir hava sama lit, sama snið, somu funksjónir – vera akkurát líka.
Vøran skal vera óbrúkt. Tað kann henda, at seljarin bjóðar tær eitt nýggjari snið, um tann vøran, ið tú keypti, er útgingin. Tú gert sjálv/ur av, um tú tekur av tilboðnum.
Tað kann eisini koma fyri, at seljarin býtur um til eina vøru, ið er brúkt t.d. til eina brúkta fartelefon, handilin hevur fingið aftur frá einum øðrum viðskiftafólki. Telefonin er umvæld, og latin øðrum viðskiftafólki, ið hevur rætt til eitt umbýti. Tú kanst nokta at taka ímóti eini tílíkari vøru. Um so illa vil til, at tú finnur útav hesum seinni, hevur tú rætt til at klaga.
Um tað er gjørligt, kanst tú velja at býta vøruna um. Tað er t.d. ikki gjørligt at býta eina brúkta vøru ella eina framsýningarvøru um, tí tað er eingin onnur vøra, ið er akkurát líka. Talan kann eisini vera um vørur, ið eru so serstakar, at tað er trupult ella ógjørligt at finna eina, ið er líka. Tað kann t.d. vera ein pelsur, ein hondgjørdur prýðislutur ella líknandi.
Um ein vøra er útseld, og tað ikki ber til at útvega hana meira, hevur tú ikki rætt til at krevja, at hon verður umbýtt. Um vøran ikki er útseld, men seljarin bara ikki hevur fleiri á goymslu, kanst tú í ávísum førum krevja, at seljarin útvegar tær eina nýggja. Hettar treytað av, hvussu dýrt tað er at fáa fatur á vøruni.
Nýggjur klagurættur
Tá tú fært eina nýggja vøru í staðin fyri vøruna, tú hevur latið inn, fært tú av nýggjum ein tvey-ára klagurætt. Hesin rættur er galdandi frá tí degi, tú fært nýggju vøruna útflýggjaða.
Um vøran, ið tú hevur keypt, hevur ein feil, ið seljarin hevur ábyrgdina av, og tú ynskir at fáa eina nýggja vøru, skal seljarin avgera, um hann uttan víðari vil umbýta til eina nýggja vøru, ella um hann heldur velur at umvæla vøruna.
Tað hevur seljarin rætt til í nógvum førum, men hann skal meta um báðar møguleikarnar.
Um tú ynskir at fáa bøtt um feilin, t.d. við eini umvæling, kann seljarin í nógvum førum nokta tínum ynski, og í staðin bjóða tær, at býta vøruna um við eina nýggja vøru av sama slagi.
Meting av teimum báðum møguleikunum:
- Um seljarin ætlar at nokta tínum kravi um at fáa vøruna býtta um, skal hann meta um fyrimunir og vansar av hesum. Hann skal eisini hugsa um prís og tíð í báðum førum, umframt:
- Er tað gjørligt at býta vøruna um
- Er tað gjørligt at umvæla
- Hvussu langa tíð fer tað at taka
- Hvat fer tað at kosta.
Seljarin kann nokta tínum kravi um at býta vøruna um við eina nýggja vøru:
- Um tað ikki er møguligt at býta um
- Um tað er órímiliga dýrt samanborið við, hvat tað kostar at bøta um – t.d. við umvæling
- Um vøran er sera slitin.
Seljarin kann ikki nokta tínum kravi um at býta vøruna um:
- Um tað tekur sera langa tíð at umvæla
- Um seljarin hevur roynt at umvæla sama trupulleika fleiri ferðir
- Um vøran hevur fleiri ymiskar feilir.
Seljarin kann nokta tínum kravi um umvæling:
- Um tað ikki er møguligt at bøta um trupulleikan – t.d. við umvæling
- Um tað verður órímiliga dýrt.
Um tað ikki er møguligt at umvæla ella býta vøruna um við eina nýggja, kanst tú í staðin:
- Fáa peningin aftur – lata keypið ganga aftur
- Fáa avsláttur.
Tú kanst ikki krevja at keypið gongur aftur og at fáa peningin aftur, um talan er um eitt brek, ið hevur lítlan týdning.
Tað er talan um avsláttur, um feilur/ábrek er við vøruni, sum seljarin hevur ábyrgdina av, og tú so fært eina ávísa upphædd í avsláttri. Upphæddin kann vera torfør at áseta, men hon skal vera rímilig. Um talan er um ein feil við vøruni, vil spurningurin helst vera, hvat tað fer at kosta at fáa ein annan at umvæla vøruna.
Um ein vøra t.d. hevur plettar, kann tað vera munurin á virðinum við og uttan plettir. Um pletturin ikki minkar um virðið á vøruni – t.d. um vøran hevur ein annan bláan lit, enn tann liturin tú hevur bílagt – kanst tú krevja ein hóskandi avsláttur, ið verður ein mett upphædd.
Avsláttur kann koma upp á tal, um talan er um ein lítlan feil, og tú ikki hevur krav uppá at fáa peningin aftur; og tað antin ikki er gjørligt, ella at tað er ov dýrt at býta vøruna um ella bøta um hana. Avsláttur kann eisini koma upp á tal, um feilir eru við sera slitnum vørum, ella um tú sjálv/ur heldur vilt hava avsláttur enn at vøran t.d. verður send til umvælingar.
Seljarin kann vísa tínum ynski um avsláttur aftur, um hann í staðin gevur tær valið ímillum ábøtur og lata tær nýggja vøru.
Keypilógin gevur tær sum brúkara tvey ára klagurætt um vøran, sum tú hevur keypt, hevur ein feil, sum seljarin hevur ábyrgdina av, ella um vøran ikki er sum avtalað. Tað er ikki møguligt at avtala styttri klagutíð.
Keypið gongur aftur, tá vøran verður latin handlinum aftur, og tú fært peningin aftur. Tú hevur rætt til at fáa upphæddina endurgoldna, ið tú upprunaliga rindaði fyri vøruna, og ikki tað, ið vøran kostar, tá keypið verður ógildað.
Um vøran t.d. er farin á útsølu, aftaná at tú hevur keypt hana, skalt tú hava fullan prís endurgoldnan og ikki bara útsøluprísin.
Tú kanst bert lata keypið ganga aftur, og fáa peningin endurgoldnan, um tú letur vøruna aftur í stórt sæð sama standi, sum tá tú keypti hana. Tú kanst tí ikki vænta at fáa peningin aftur, um tú hevur oyðilagt vøruna.
Tú kanst ikki altíð fáa fulla upphædd aftur. Handilin kann í nøkrum førum draga eina upphædd frá, um vøran er brúkt uttan trupulleika í longri tíð. T.d. um tú hevur keypt ein bil, kann ein upphædd dragast frá, fyri teir kilometrarnar, sum tú hevur koyrt.
Onkur handil bjóðar viðskiftafólkunum ein tilgóðarseðil í staðin fyri at geva pengar aftur. Tú hevur rætt til at siga nei til tilgóðarseðilin, og í staðin krevja at fáa peningin útgoldnan.
Seljarin kann nokta tínum ynski um at lata keypið ganga aftur, um hann í staðin gevur tær valið ímillum, at ábøtur verða gjørdar ella tú fært eina nýggja vøru.
Um okkurt er galið við vøruni, tú hevur keypt, kann standast ósemja um, hvørt talan er um ein feil samært keypilógini, ella um tú sjálv/ur kann ábyrgdast. Tá eru serligar reglur galdandi fyri, hvør hevur próvbyrðuna av, at talan er um eitt ábrek sambært keypilógini.
Tað er fyrst og fremst tú sum brúkari, ið skalt prógva, at ábrekið er fevnt av keypilógini. Tó er metingarreglan galdandi fyrstu seks mánaðirnar eftir, at vøran varð útflýggjað.
Greiða skal fáast á hesum:
- Riggar tað keypta ikki sum tað skal?
- Er orsøkin ein upprunaligur feilur við vøruni?
- Livir vøran upp til tað sum er avtalað?
Próvbyrða:
0-6 mánaðir: metingarreglan er galdandi.
6-24 mánaðir: brúkarin skal prógva, at ábrekið, ið klagað verður um, var til staðar, tá vøran varð útflýggjað.
Metingarreglan:
Tá eitt ábrek við tí keypta vísir seg fyrstu seks mánaðirnar eftir, at vøran varð útflýggjað, verður mett, at ábrekið ella orsøkin til ábrekið var til staðar, tá brúkarin fekk vøruna. Hetta verður kallað metingarreglan. Sum brúkari skalt tú bert prógva, at keypta vøran hevur eitt ábrek, ið tú nú klagar um.
Seljarin kannar vøruna:
Tá tú klagar, hevur seljari rætt til at kanna vøruna. Um seljari við kanningini kann staðfesta, at tú sjálv/ur hevur ábyrgdina av feilinum, kann hann t.d. nokta at umvæla, uttan so at tú sjálv/ur rindar umvælingina. Hetta kann t.d. vera, um sandur er komin í myndatólið, sodavatn í telduna, ella at løðarin hevur fingið skaða.
Seljarin kann bert vísa tíni klagu aftur, um tað er týðiligt ella hugsandi, at tú sjálv/ur kanst ábyrgdast fyri skaðan, og tá tað er uppgávan hjá seljaranum at vísa á hettar.
Próvbyrða frá 6-24 mánaðir:
Í fyrstu syftu er tað tú sum brúkari, ið skal prógva, at vøran hevur eitt ábrek. Í flestu førum er hetta ikki ein trupulleiki, av tí at ábrek eru løtt at vísa á. Um talan tó er um ábrek, ið bert er viðhvørt, er neyðugt so væl sum gjørligt at greiða frá brekinum og nær ábrekið vísir seg.